Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 25. juli 2014 4 VIKUSKIFTI hjá pápanum aftan á 70 ár Mary Sutherland Stenberg úr Havn var í vár fyri fyrstu ferð á grøvini hjá pápa sínum. Pápin doyði undir seinna heimskríggi í Italia og liggur grivin í hermannakirkjugarðinum í Forli. 22. desember í ár eru sjeyti ár, síðani hann var grivin har Grøv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg eri so glað, at eg havi verið handan túrin, sigur Mary, sum hevði báðar døturnar við á túrinum, tí nú havi eg sagt farvæl á røttum stað. – Gjøgnum øll barnaárini trúði eg ikki, at pápi var deyður. Eg bilti mær inn, at hann sat í onkrari týskari fangalegu, at hann kanska hevði mist minnið. – Sum vaksin skilti eg sjálvandi, at hann var deyður, og eg fekk vissu fyri tí, tá ið eg møtti Eric Thaw, einum fyrr­ verandi Lovat Scout, sum hevði verið granni hjá ommu og abba í Beaufort í Skotlandi, og sum stóð undir lið­ini á pápa, tá ið hann fall. – Hann greiddi mær nágreiniliga frá, hvussu pápi doyði. Sum hann segði: »There was a blast on«. Teir vóru staddir á Poslættanum, týskarnir vóru annars við at taka seg aftur, men vildu gera eitt mótálop. Pápi hevði júst bukkað seg niður í lívd av einum tankvogni, Eric stóð undir liðini á honum, og so er hetta yvirstaðið, og sum Eric segði: »I tapped him on his shoulder. Come on, Bob. The blast is off!« Tá datt pápi. Ikki eitt ljóð frá honum. Hann var deyður beinanvegin. – Hetta var ein ugguleiki í øllum at vita, at tað gekk so skjótt, og tá mátti eg so trúgva tí, at hann var veruliga deyður, tí hesin maðurin hevði staðið undir liðini á honum og kundi greiða so gjølla frá sjálvari deyðsstundini. Staðið, har pápi doyði, var eitt sindur uttan fyri Forli. Hevði ikki ráð Eg havi altíð ynskt at sleppa á grøvina hjá pápa. Sum átjan ára gomul fekk eg bræv frá The War Commission, at teir gjørdu ein túr til Italia at vitja gravirnar, men eg hevði ikki ráð tá. Nokk hevði eg fingið ferðina afturgoldna, men tú brúkar altíð nakað til sjálvt uppihaldið. So tað kom ikki upp á tal tá. Síðan tá hava maðurin og eg ofta tosað um túrin, men so ein dagin í vetur sigur hann við meg, um eg ikki skal biðja døturnar koma við ein túr, so kundu tær síggja grøvina hjá abba teirra. Vit kundu fara um páskirnar, tí tá høvdu tær nakrar frídagar, og tá so avgerðin varð tikin, og tær høvdu játtað at koma við, var stutt til at fyrireika sjálvan túrin. – Eg og eldra dóttirin fóru við flogfari til Keypmannahavnar, og yngra dóttirin, sum býr í Danmark, kom hagar at møta okkum. Haðani flugu vit til Milano og tóku so tokið til Bologna, har vit høvdu fingið okkum innivist á einum frálíkum hotelli mitt í býnum. Bologna er ein stórfingin býur, gamal universitetsbýur, nógv gomul hús. Undir seinna heimsbardaga fór býurin illa. Strategiskt lá hann væl fyri hjá italienarum, tí jarnbreytin bant saman norðara partin av Italiu og miðøkið. 16. juli 1943 bumbaðu teir sameindu stóran part av býnum, og nógvir søguligir bygningar vóru lagdir í oyði. Undir øllum krígnum var býurin eitt lyklarøki fyri italiensku mótstøðurørsluni. Í Bologna leigaðu vit ein bil og koyrdu so til Forli. Tað var lætt at finna býin Forli, men vit høvdu nakað av trupul­leikum at finna tann rætta kirkju­garðin. Einar tvær ferðir koyrdu vit fram við einum stórum, hvítum húsum, og triðju ferðina vit komu har, gjørdu vit av at fara at spyrja um veg. Ein gamal maður stóð uttanfyri, og hann fór so inn í hesi stóru húsini, og tað var ikki leingi, til ein annar maður kom út. Hetta vísti seg at vera ein pen­ sio­neraður katólskur prestur. Hann var sera blíður, fór í sín egna bil og koyrdi undan okkum, til vit komu til kirkju­ garðin. Og nú bar til, eg kendi kirkju­ garðin aftur av myndum, eg hevði fingið sendandi frá Lovat Scouts her­ monnum, sum áður høvdu verið har. Á grøvini Brúðarmyndin av Elsu og Robert, Tey vóru foreldur Mary, men fingu ikki langa tíð saman sum hjún mynd: privat