Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341899, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kaj Leo Holm Johannesen umrøddi í ólavsøkurøðuni ferðavinnuna í Føroyum, sum skal kasta enn meiri av sær til føroyska samfelagið komandi árini. 
- Ferðavinnan er í vøkstri. Nógv fleiri fólk ferðast til Føroyar, og gistingarnar økjast í tali. Nýggj ferða- vinnustrategi er gjørd. Málið er, at ferðavinnan skal kasta 1 mia. krónur av sær í 2020.

- Ferðaráðið er umskipað til P/F Visit Faroe Islands, og nýggj nevnd við breiðari vinnuumboðan er farin til verka, segði løgmaður.

Hann kom eisini inn á nýggju strategiina hjá Atlantsflogi:

- Atlantsflog hevur í summar lagt fram nýggja strategi. Eg gleðist um, at henda strategi bæði fevnir um bíligari ferðaseðlar og nýggjar rutur. Farið verður nú undir at flúgva regluliga til Noregs og Skotlands, segði Kaj Leo Holm Johannesen. Sætta ólavsøkurøða løgmans skuldi verða tann hugaligasta, tí nú gong­ ur alt betur í samfelagnum. Og hon var bæði hugalig og positiv, og løgmaður legði – sum vænt­að – stóran dent á alt tað, sum er gott og væleydnað. Hinvegin vóru ikki tær stóru yvirskipaðu politisku linjurnar at hóma. Fyri tveimum árum síðani øtaðust mong, tá løgmaður droym­ di um ríkjasamband millum Dan­ mark, Føroyar og Grønland. Hesaferð kundu vit væntað aðr­ar dreymir, sum blivu til lyfti um lætta til tey lágløntu. Nak­ að varð tosað um tað upp undir ólavsøku, men ta mýtuna av­ høvdaði Jørgen Niclasen skjótt, tí í Fíggjarálaráðnum vóru ongar ætlan­ir um skattalætta. Men tó. Vit eru farin inn í sein­ astu heilu tingsetuna fyri valið, so okkurt lyfti um skattalætta til tey lág­løntu átti at komið – um løg­ mað­ur á onkran hátt skal liva upp til sosial-liberala profilin, sum hann hev­ur verið so nógv kritiseraður fyri at hava gloymt. Og orðini komu: »Vit eiga at gera okkurt munagott fyri fólk við lágum og miðal inntøkum. Og ein gongd leið er at veita lág- og miðalløntum, støkum uppi­hald­ar­ um og pensjónistum skattalætta«, segði løgmaður. Ein evarska lítil indikatión um, at løgmaður heldur, at »vit eiga at gera okkurt munagott...«. Ikki so kon­kret sum við flatskattinum á sinni, sum fyri alt í verðini mátti gjøgnum­førast upp á minni enn tveir mánaðir. Soleiðis verður ikki við hesum skattalættanum. Vit hvødu kanska væntað okkum okkurt meira ítøkiligt um, hvussu fiskivinnan skal skip­ast í framtíðin. Løgmaður boð­aði frá ólavsøkuaftan, at Sam­bands­flokk­ ur­in er klár­ur við sín­um upp­skoti um fiski­vinnu­ný­ski­pan. Tað vil so siga, at vit øll bíða eftir Fólka­ flokki­num – hóast vit vita, at flokk­ urin í besta fall einki ger. Jacob Vestergaard hevur fleiri ferð­ir sagt, at tað er nógv best einki at gera, tí so heldur alt fram, sum nú, og tað er tað frægasta sambært Fólka­ flokkinum. Tí er longu greitt, at eingin breið semja verður um fiski­vinnu­poli­ tikkin – og Fólka­flokk­urin fær sín poli­tikk ígjøgnum við einki at gera. Hóast einki verður sagt um hvussu, so skal hallið á fíggjar­ lógini burtur um tvey ár. Tá er nýtt valskeið – og vit nærkast nú útgjaringartíðarskeiðnum. Tí hevði verið gott at fingið ítøkjulig boð uppá, hvussu hendan ætlan skal haldast. Tað hevur so ikki eydn­ast higartil, hóast landið hevur fing­ið risastórar eyka inntøkur av nýggj­ um fiskirættindum. Hugaligur og positivur var løg­ mað­ur. Men vit høvdu ynskt okkum meira av konkretum politiskum út­ meldi­num. Høvdu ynskt konkretar politiskar útmeldingar Í hesum døgum er kanad­ iska sjónvarps­stjørn­an Pa­ mela Anderson uppi í stríð­ num hjá Sea Shepherd í Før­oy­um, men aðrar stjørn­ ur hava eisini víst felags­ skap­i­num hjá Paul Watson sín stuðul.
 Í fjør vitjaðu rocktón­ leik­ar­ar­nir Steven Tyler og Joe Perry úr bólkinum Aero­smith skip hjá Sea Shep­herd í Australia og nýttu samstundis høvi at lýsa sín stuðul til felags­ skapin.
 Tónleikararnir í Aero­ smith halda, at tað hevur týdn­ing at verja høvini, men teir nevndu ikki grinda­dráp­ið í Føroyum í tí saman­hang­i­num. Tað er nógvur sildberi at síggja, og tað hevur ikki ver­ ið at sæð í fleiri ár. Allastaðni, sum in.fo hev­ ur frætt, stendur mun­andi betri til við lundanum enn tað hevur gjørt í fleiri ár. Bæði á Viðareiði, í Nóls­ oy og í Tindhólmi er væl at síggja av sildbera, og tað merk­ir eisini nógvar pisur. Av Viðareiði frættist, at har hava teir ikki sett for­boð móti fleyging av lunda, men teir hava roynt at hildi urð­ ina og Settorvu fría fyri náta. - Rottugift er løgd í urð­ina, men Settorva er frí fyri rott­ ur, verður sagt av Viðar­eiði. Har er so nógvur sildberi sum ikki hevur verið í fleiri ár. Í Nólsoy er tíbetur eing­ in rotta, men har hevur ver­ ið bannað at fleyga í nøkur ár. Men tá menn vóru á fjalli herfyri, sást rættiliga nógvur sildberi á Urðini, og tað merkir eisini nógv pisa. Fleygalundin fær tó ringan frið at sita á sjónum, tí skjóttgangandi bátar í heilum sigla runt um Nólsoynna og reka lundan burtur. Í Tindhólmi er sama søgan. Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er nógvur sildberi at síggja, og eisini har hevur verið bannað at fleyga í nøkur ár. Alt í alt sær munandi betri út við lundanum í ár, enn tað hevur í fleiri ár frammanundan. Hesir stuðla eisini Sea Shepherd Hugaligari enn konkretur Ferðavinnan skal geva eina milliard Gott handalag og beinraknir fingrar Karstin Magnussen Summar s 4-6 Mær dámar at liva og njóta lívið Laila Carlsen Summar s 12 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lundin hevur tað nógv betri