hósdagur 31. juli 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Kaj Leo Holm Johannesen
helt lyftið um at halda sína
mest bjartskygdu ólavsøku
røðu nakrantíð, tá ið hann fór
á røðarapallin í løgtinginum
ólavsøkudag.
Kaj Leo Holm Johannesen
fjaldi ikki út yvir hetta
frammanundan, og tað varð,
sum hann hevði lovað.
Boðskapurin
var
púra
greiður: Samgongan hevði
øgiligar avbjóðingar, tá ið
hon tók við, men nú eru fleiri
av størstu avbjóðingunum
loystar.
– Lýggir vindar eru yvir
okkum. Ljósa tíðin og góða
summarveðrið seinastu vik
urnar gevur orku. Tað er enn
eina ferð summar í Føroyum,
segði løgmaður í røðu sínari
og sipaði ivaleyst eisini til
búskapargongdina í Føroy
um.
Kaj Leo Holm Johannesen
vísti á, at fyri fáum árum síð
ani var støðan hjá føroyska
samfelagnum trupul.
– Seinastu árini hava av
bjóðingarnar verið stórar,
og
brotasjógvarnir
verið
ógvisligir. Vit vóru merkt av
hóttaføllum frá størstu bú
skaparkreppu, heimurin hev
ur upplivað síðan 30-árini.
Vit vóru partur av størstu
diplomatisku ósemju í ára
tíggju, tá ið stórveldið ES
setti handilsbann í verk
ímóti okkum. Og vit vóru
sett at stýra einum vælferð
arsamfelagi undir stórum
trýsti av trongum tíðum og
vaksandi tørvi og útreiðslum.
Samstundis var fólkatalið
fallandi, vísti løgmaður á.
– Nú er gongdin vend.
Brotasjógvarnir hava lagt
seg. Tað gongur væl í Føroy
um. Fleiri av størstu avbjóð
ingunum eru loystar. Vit
komu væl gjøgnum krepp
una, tí vit framdu røtt átøk
í rættari tíð. Hildu aftur
við
útreiðslunum.
Fingu
nýggjar inntøkur, og nú er
búskapurin aftur komin á
beint.
Vælferðin varðveitt
Løgmaður vísti á nøkur ítøki
lig frambrot hjá samgong
uni.
– Vit hava varðveitt væl
ferðina og sett nýskipanir í
verk. Nýskipanir, sum ikki
bara skulu tryggja okkara
vælferð, men eisini væl
ferðina hjá okkara eftirkom
arum. Fólkatalið veksur aft
ur. Vit hava sum tjóð staðið
saman, tá ið harðast leikaði
á í stríðnum við ES og hini
strandalondini. Handilstil
tøkini verða tikin av í næst
um, og vit fáa nógv størri
part í makrel- og sildafiski
skapinum komandi árini.
– Døpru útlitini, ið eyð
kendu samfelagsgongdina,
eru farin. Eftirskjálvtarnir
frá búskaparkreppuni eru
fánaðir burtur. Jú, sanniliga
– vit eru á rættari kós, segði
løgmaður og legði afturat:
– Eg vil nýta høvi at takka
okkara landsmonnum fyri tey
tøk, sum eru tikin. Tað er ein
heiður og ein framíhjárættur
saman við góðum og evnarík
um fólki at hava leitt okkara
land ígjøgnum búskapar
kreppuna.
– Lágtrýstið er farið fram
við. Eitt hátrýst við sól og
lýggjum vindi sær út til at
hava lagt seg stilt yvir okkara
vøkru oyggjar. Vit fara tí við
góðum treysti undir eitt nýtt
tingár – at taka tey tøk, ið
skulu føra okkara tjóð longur
fram á leið, segði løgmaður í
ólavsøkurøðuni.
Eyðun Klakstein
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður,
helt
ein
sera
bjartskygda
ólavsøkurøðu,
tá ið løgtingið varð sett ól
avsøkudag.
Gjøgnumgang
andi boðskapurn í røðuni
var, at Føroyar høvdu stór
ar avbjóðingar fyri nøkrum
árum síðani, men nú eru
nógvar av størstu avbjóðing
unum loystar, og tað gongur
munandi betur í samfelag
num.
Siri Stenberg, sum er løg
tingskvinna fyri Tjóðveldi,
heldur, at ólavsøkurøðan hjá
løgmanni var glansbílæta
kend og fór lætt um nakrar
av størstu avbjóðingunum,
sum føroyska samfelagið
hevur.
Siri Stenberg heldur, at
løgmaður fyrihelt seg ikki til,
at hóast landið hevur fingið
nógvar nýggjar inntøkur, er
framvegis stórt hall á fíggj
arlógini, og útlit eru ikki
fyri, at hetta verður broytt í
næstum. Siri Stenberg sigur
eisini, at landsstýrið hevur
ikki megnað at gjørt nýskip
an í fiskivinnununi, sum
ætlanin annars hevur verið
ígjøgnum fleiri ár.
Meiri hugligur
enn konkretur
Eirikur Lindenskov, ábyrgd
arblaðstjóri á Sosialinum
heldur, at ólavsøkurøðan var
meira huglig enn konkret.
– Løgmaður legði stóran
dent á alt tað, sum er gott og
væleydnað. Hinvegin vóru
ikki tær stóru yvirskipaðu
politisku linjurnar at hóma.
Fyri tveimum árum síðani
øtaðust mong, tá løgmaður
droymdi um ríkjasamband
millum Damark, Føroyar og
Grønland, skrivar Eirikur Lin
denskov í dagsins oddagrein
í blaðnum.
– Hesaferð kundu vit vænt
að aðrar dreymir, sum blivu
til lyfti um lætta til tey lág
løntu. Nakað varð tosað um
tað upp undir ólavsøku, men
ta mýtuna avhøvdaði Jørgen
Niclasen skjótt, tí í Fíggjar
málaráðnum vóru ongar ætl
anir um skattalætta.
Eirikur Lindenskov held
ur, at løgmaður kom bert við
eini evarska lítlari ábending
um skattalætta til tey lág
løntu: »Vit eiga at gera okk
urt munagott fyri fólk við
lágum og miðal inntøkum.
Og ein gongd leið er at veita
lág- og miðalløntum, støkum
uppihaldarum og pensjónist
um skattalætta«,
– Hetta er ikki so konkret
sum við flatskattinum á
sinni, sum fyri alt í verðini
mátti gjøgnumførast upp á
minni enn tveir mánaðir. So
leiðis verður ikki við hesum
skattalættanum, sigur Eirik
ur Lindenskov.
Hann saknaði eisini eitt
meiri ítøkiligt útspæl um,
hvussu fiskivinnan skal skip
ast í framtíðin.
– Hugaligur og positivur
var
løgmaður.
Men
vit
høvdu ynskt okkum meira
av konkretum politiskum
útmeldingum.
Ólavsøkurøðan minti um eitt glansbílæt
– Brotasjógvarnir hava lagt seg. Tað
gongur væl í Føroyum, og fleiri av størstu
avbjóðingunum eru loystar, segði Kaj Leo
Holm Johannesen í ólavsøkurøðuni
– Løgmaður fer ov lætt um nakrar av størstu avbjóðingunum, vit hava, heldur Siri Stenberg,
løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Viðmerkjari heldur, at løgmaður var ov lítið ítøkiligur
– Lágtrýstið er farið framvið. Eitt hátrýst við sól og lýggjum vindi sær út til at hava
lagt seg stilt yvir okkara vøkru oyggjar. Vit fara tí við góðum treysti undir eitt nýtt
tingár – at taka tey tøk, ið skulu føra okkara tjóð longur fram á leið, segði løgmaður
Mynd: Sigmar Mørkøre
Løgmaður
fegnast
um lýggjari
vindar