hósdagur 31. juli 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 85 · 1. august 2014
2
VIKUSKIFTI
MíttLand 2014 verður tann 5. og 6.
september 2014 á 5-øren á Amager
Strand, og ein frumframførsla er á
skránni. Umframt kendu nøvnini,
bjóðar MíttLand 2014 hetta kvøldið
eisini til eina rimmar frumframførslu,
við einki minni enn spildurnýggja
super bólkinum KillerJane, ið fara á
pallin at spæla teirra fyrstu konsert
nakrantíð. KillerJane, ið spæla harðan
og framúrskarandi alternativan rock
tónleik, er sera væl mannað við
royndum fólki úr m.a. Hatesphere,
Synarchy, The Dreams, SIC og Evil
Masquerade. Hesi eru Heini Corfitz,
Dennis Buhl, Bartal Læarsson, John
Ivar Venned og so sjálvandi lýsandi
stjørnan og oddakvinnan í bólkinum,
Margreta á Rógvu. Margreta hevur
spælt tónleik og sungið síðani
hon var smágenta, saman við Karl
Martin Samuelsen, og seinastu
árini hevur hon sungið kór hjá m.a.
Fate, Steso, Synarchy og hevur hon
eisini framført og skapað sær eitt
navn sum solistur í ymsum høpum.
Men hetta kvøld er tað so hon, tann
nýggja føroyska rock-drottningin, ið
stendur á odda á stóra pallinum, við
egnum bólki og sínum egnu løgum.
Lívdin byggir nýtt í Hoyvík
Leygardagin 26. juli 2014 fóru nógv fólk úr samkomuni Lívdini í Hoyvík undir eitt sjálvboði
byggiarbeiði, nú samkoman byggir nýggjan bygning at savnast í. Nýggi bygningurin skal húsa
fjølbroyttum virksemi, har ein fjøltáttaður bólkur av menniskjum fær nógv betri møguleikar at møta
og tæna Gudi og nærumhvørvinum. Harumframt er ætlanin, at bygningurin skal nýtast til eina fjøld
av øðrum virksemi. – Okkara bygningur skal gjarna gerast ein innbjóðandi bygningur við nógvum
virksemi, eisini gerandisdagar, sigur Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari. Bygningurin verður
bygdur á grundøkið við Vegin Langa, sum samkoman í Ebenezer keypti frá Tórshavnar Kommunu í
1990’unum fyri síðani at lata Lívdini grundøkið í 2001. Lívdin hevur síðani gjørt grundøkið byggibúgvi
og projekterað ein nýggjan samkomubygning. Saman við LBF og SMJ hevur Selmar Nielsen arkitektur
teknað og prosjekterað bygningin. Eftir ætlan skal endaligi bygningurin hava eina brutto gólvvídd á
2690 fermetrar. Eftir ætlan verður bygningurin tikin í nýtslu á heysti í 2016.
Vit lukta av líkum og ólíkum!!!
Tann 23. oktober verður listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Tað er listakvinnan Elin Josefina
Smith, ið hevur listaframsýning. Hon býr í Danmark, men sýnir fram í Føroyum í oktober. Heitið á
framsýningini er: Vit lukta av líkum og ólíkum!!! Framsýningin hevur undirheitið: Verðins órættvísið!!!
Framsýningin er í døgunum frá 23. oktober til 28. oktober 2014.
KillerJane
á MíttLand
Summar redaktør: Dagfinn Olsen
Forsíðumynd: Sigmar Mørkøre