Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 85 · 1. august 2014 4 VIKUSKIFTI Kondittarin av Nesi 20-ára gamli Karstin Magnussen er í læru sum kondittari á mæta kondittarínum í á Stroynum í Keypmannahavn, La Glace. Hóast bakstur, køkur og pynt er yrki, ið vanliga verður sett í samband við kvinnur, er Karstin sannførdur um, at hann er komin á røttu hill kondittari Marita á Rógvi post@sosialurin.fo – Bíða eitt lítið bil. Eg skal pynta hesa køkuna. Um fimm minuttir eri eg til reiðar, rópar Karstin Magnussen gjøgn­ um ein lítlan hátalara, sum kondittarar­ nir og bakikonurnar nýta til samskifti á La Glace. Kondittaríið La Glace verður mett at vera hitt mætasta kondittaríið í Danmørk. Kondittaríið hevur fimm hæddir og liggur mitt á Stroynum í Keyp­mannahavn. Tað er ikki eitt og hvørt kondittarí, sum hevur Karstin í læru. La Glace varð stovnað í 1870, og er harvið elsta og mætasta kondittaríið í Danmørk. Fimm minuttir og eina kalda Schwepps seinni sleppi eg loksins á triðju hædd at tosa við Karstin. Eg gangi gjøgn­um kondittaríið, sum sær út eins og í 1870. Ein stórur gull handilsdiskur, vakrar køkur, grøn marmor borð, leður­ stólar og nógvir gestir prýða rúmið. Á triðju hædd stendur Karstin. Við sveitta­broti og reyðum kjálkum er hann í ferð við at pynta eina grøna føðingar­dags­lagkøku. Hitin í rúminum er øgiligur. 30 hitastig eru úti hendan summar­dagin í juli, og minst 35 hitastig eru inni í rúminum, har Karstin leggur ljósa­reyðu firvaldarnar á grønu køkuna, sum 8-ára gamla Petrea skal hava. Nú stendur Karstin og pyntar køkur, sum hava eitt virði á fleiri túsund krónur. Men fyri einum ári síðani stóð Karstin á einum vegamóti – skuldi hann fara á lærdan háskúla ella skuldi hann fylgja dreymi sínum? Ein klókur kondittari Síðan Karstin var barn hevur honum dámt at pynta køkur. – Bakstur og køkur hevur altíð havt mín áhuga. Serliga hava køkurnar hug­ tikið meg. Ein setur altíð jalig viður­ skiftir í samband við køkur – tað verði seg brúdleyp, føðingardagar, veitsl­ur og yvirhøvur tiltøk, har mann há­tíðar­ heldur lívið. Tað haldi eg er stuttligt. Karstin umhugsaði at gerast bak­ari ella kokkur, men valdi fyrst at bók­liga vegin á studentarskúlanum á Kambs­ dali. Hetta var eisini nakað, ið hann meistr­aði til fulnar. – Eg fekk eitt sera gott prógv í studentar­skúlanum. Mítt miðaltal var 10,7, og lærararnir og floksfelagirnir vænt­aðu, at sjálvandi fór eg at nýta míni bókligu evnir á einum lærdum há­skúla. Tá eg síðani valdi hesa út­ búgving­ina mettu nógv, at eg hevði blakað mið­náms­skúlan í ruskspannina. Men hetta er tað, sum eg brenni fyri, sigur Karstin, meðan hann pakkar køk­una til Petreu í eina erskju. Tað var eisini beint fyri lesiferiuna í 3.s, at Karstin valdi at seta seg í samband við La Glace. – Eg sendi eina ókravda umsókn í februar í 2013. Beint áðrenn lesiferiuna fekk eg boð frá La Glace um, at eg fekk møgu­leikan fyri royndarlæru í tveir dagar. Eg leyp avstað. Karstin er á La Glace í tveir dagar, og teir tveir dagarnir kunnu samanberast við eina upptøkuroynd. Hann skuldi veru­liga vísa, hvørji evnir hann hevði sum kondittari. – Eg hevði gjørt onkra brúðarkøku áður og annars arbeitt nógv við marsipan, men tað kundi yvirhøvur ikki saman­berast við tær avbjóðingar, eg møtti fyrstu tveir dagarnar á La Glace. Eg skuldi veruliga vísa orku og yvir­skot. Eg skuldi eisini veruliga krevja mítt pláss og brúka albogarnar, tí ann­ars endaði eg bert við uppvaskinum, men tað gekk væl. Albogarnir hjá Karstin geva úrslit. Nakrar vikur seinni fær Karstin góð Karstin Magnussen mynd: marita á rógvi myndir: marita á rógvi