Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 85 · 1. august 2014 6 VIKUSKIFTI boð frá La Glace, og frøðin er stór á unga Nesadronginum. – Eg kendi meg veruliga sum ein av eini millión fólkum, tí La Glace fær fleiri hundrað umsóknir um árið. Eftir lokið prógv í studentaskúlanum á Kambsdali keypir Karstin sær ein ein­ vegis ferðaseðil til Keypmanna­havnar, og nýggja tilveran á La Glace kann av álvara byrja. Mótavika og drúgv arbeiðsvika At arbeiða á La Glace er strævið, og nógvir arbeiðstímar liggja handan vøkru køkurnar. Vanliga kemur Karstin til ar­beðis klokkan 06.00 ella 09:00, og tá skal hann gera køkurnar til reiðar, sum skulu úr húsinum ella oman í handilin. Tá tað er liðugt, fara hann og hinir kondittararnir í hernað við køkurnar, sum skal gerast til næstu dagar­nar. Ein arbeiðsdagur er vanliga lið­ugur seinnapartin klokkan 17.00. Ein arbeiðsvika hjá Karstin er tískil í minsta lagi 37 tímar, men hann arbeiðir mest sum 40-45 tímar hvørja viku. Umframt van­ligu arbeiðsdagarnar gera Karstin og arbeiðsfelagirnir eisini køkur til stór­sligin tiltøk. – Vit gera køkur til mótavikurnar í Keyp­mannahavn, onnur mótatiltøk, jóla­tiltøk og eisini til nógv víðagitin fólk, og hetta er sera spennandi sigur Karstin. Vøkru grønu eygunu glógva, tá hann greiður frá tí, hann elskar mest við arbeiðinum. – Tað stuttligasta er at gera brúðar­ køkurnar. Tá sleppi eg veruliga at royna meg. Mær dámar ómetaliga væl at pynta køkurnar ella framleiða pyntið til køk­urnar. Í dag geri eg m.a ljósareyðar firvaldar, reyðar rósur, sproyti køkuna og trýsti minstur í køkøna. Tað er stutt­ ligt at seta mín egna dám á køkuna. Karstin hevur altíð dámt væl at pynta køkur, og tað hev­ur ikki altíð verið lætt at vaksa upp í ein­um sam­felag, har nógv mannfólk ger­ast skip­arar, maskin­meistarar, elek­trikarar, hand­ verk­arar og so fram­ vegis. Smádrongur við kvinnuligum áhugamáli – Nei, tað var ikki altíð lætt at vera eg sum smádrongur, sigur Karstin bros­andi, meðan hann setur seg til rættis í handlinum. Loksis fær hann ein lítlan steðg frá kreativitetinum, og hann steðgar á eina løtu í grøna leður­ stólinum. – Fólk í Føroyum vænta óivað ikki, at ein drongur droymir um at vera kondittari og gera vakrar køkur. Tí havi eg altíð savnað meg kring tey, sum stuðl­aðu mær og mínum áhugamálum. Eg havi ikki tímað at verið saman við vinum, sum ikki hava stuðlað mær í míni lívsleið. Karstin heldur, at kondittarayrkið bæði hevur ein kvinnuligan og mans­ ligan dám. – Eg plagi at samanbera kondittara­ yrkið við ein handverkara ella bil­ mekanik­ara. Tað snýr seg um at gott handa­lag og tryggar og beinraknar fingrar. Hetta er kropsligt arbeiði, tí vit lyfta, hála og rulla nógv kilo í ein­ um arbeiðsdegi. Á tann hátt er hetta ikki arbeiði fyri lítlar og nettar gent­ur. Tann parturin, sum mær dámar væl – nevniliga at pynta, hevur tó ein kvinnu­ ligan dám. Karstin greiðir frá, at í Danmark hava mannfólk í nógv ár sett sín dám á kondittaravinnuna. Tað er seinnu árini, at kvinnurnar veru­ liga eru komnar við í leikin. M.a við víða­gitnu Mette Blomster­berg, sum hevur egna sjón­ v a r p s ­s e n d i n g , konditt­arí og net­ handil við egnum vør­um. Júst Mette Blomster­berg er ein kvinna, sum Karstin sær upp til. – Mær dámar ómetaliga væl Mette Blomsterberg. Eg fekk veruliga eyguni upp fyri, hvat mann kann evna til sum konditt­ari, tá eg hoyrdi um hana. Eg sá eisini, at ein heimur er uttan­ fyri Føroyar, og hann er stórur, sigur Karstin, sum ikki metir, at hann hevði havt somu møguleikar at gerast konditt­ ari í Føroyum. Í Føroyum er nevniliga eingin Mette Blomsterberg, einki La Glace og óivað hevði hann arbeitt hjá ein­um bakara, har hann eisini hevði bakað botnar, breyð, rundstykkir og annað. Hóast Karstin elskar Føroyar, kennir hann á sær, at hann er komin á røttu hill í Danmørk – her kann hann nevniliga sýna sín veruliga samleika fram uttan at hugsa um, hvat hini halda. »Her kann eg bera meg býtt at og pynta køkur« Tað er langt frá bústaðinum á Nesi hjá foreldrunum til eina fýra-rúms íbúð á Frederiksberg i Danmørk, har Karstin býr saman við sínum búðfelaga. Her stór­trívist hann. Hann kundi nevniliga ikki ímyndað sær at búð á eitt nú Oyra­ sunds­kollegienum, tí tað minnir alt ov nógv um tilveruna í Føroyum. – Eg havi altíð ynskt at sæð, hvat heim­urin uttanfyri Føroyar bjóð­ar. Umframt kondittaradreymin, hevði eg eisini eina trongd at royna ann­að enn bygdarlívið. Eg bróti ikki frá før­ oyska samfelagnum, um eg búgvi á Oyra­sunds­kollegienum. Mær dámar nevniliga væl at búgva á Frederiks­ berg, tí fólk ikki kenna meg. Eg kann bera meg býtt at uttan at alt Oyra­ sunds­kollegie veit um hetta. Eg kann ganga á Frederiksberg við tveimum inn­keyps­posum, har botnarnir kunnu skrædna og øll vøran fer skramblandi eftir vegnum, uttan nakar hugsar um tað. Tað dámar mær væl, letur í Karstin, sum tó avdúkar, at hann stendur á bíði­ lista á Oyra­sundskollegienum. – Eg vænti avgjørt ikki, at eg taki av, um eg fái boðið íbúð, sigur hann bros­ andi. Karstin skal læra á La Glace í trý ar afturat. Eftir lærutíðina fer hann at royna seg á øðrum kondittaríum, men dreym­urin er at opna egnan handil. Hann er tó greiður yvir, at hetta er torført. – Fái eg ikki eitt gott arbeiði, so fari eg á lærdan háskúla at nema mær aðra útbúgving. Møguliga enskt, sam­felags­ frøði, búskaparfrøði ella stjørn­málar­ frøði. Eg havi jú bóklig evnir, og mær dámar væl at ganga í skúla.. Men í løt­ uni dámar mær væl at vera her, sum eg eri – í íbúðini á Frederiksberg og á La Glace á Stroynum í Keypmannahavn. Her kann eg bera meg býtt at og pynta køkur, sigur Karstin flennandi áðrenn hann aftur fer á triðju hædd at gera fleiri rósur og ljósareyðar firvaldar úr marsi­pani. Ungi drongurin av Nesi er um at gerast kondittari á mætasta og elsta kondittarínum í Danmørk, og tað kann eingin annar føroyingur breggja um í løtuni. myndir: marita á rógvi