hósdagur 31. juli 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 85 · 1. august 2014
12
VIKUSKIFTI
Summarið
og Laila Carlsen
Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Enda setningin...
Sól og hiti fáa meg at...
Merkja vælveru og so er tað, eins og »orkutangin« verður fyltur.
Yndisstaðið at halda frí á er…
Burtur frágerandisdegnum og kann annars vera í FO eins væl og
uttanlands, við familju og vinum, ella har eg eri einsamøll. Alt ann
uppá lagið.
Hetta summarið ætli eg mær…
At njóta.
Tað er summar í Føroyum tá…
Sólin skínur, fólk eru glað og stákast úti, sólbrillurnar hálaðar fram,
og býurin blomstrar.
Føroyska summarið….
Eri einki minni enn fantastiskt!!
Tá veðrið ikki er gott,
plagi eg at…
Hygga um heimið við evt. stearinljósum, tónleiki, einum betri bita
ella einum góðum filmi. Fari í kreativa hjørnið við tekningum ella
handarbeiði.
Mær dámar best at…
Liva og njóta lívið.
Ein góðveðursdag eti eg…
Lættan mat við salati, sum eg elski, jarðber, milkshake, og um veðrið
er ordiliga gott, so verður grillin tikin fram.
Stevnurnar í Føroyum eru…
Hhmm veit ikki.. Havi ikki møguleika at vitja allar stevnurnar í FO,
men mín yndisstevna er ólavsøkan, sum eg haldi vera hugnaliga á
serstakan hátt.
Fyri meg verður hæddarpunktið
á summarinum…
Veðrið, góður tónleikur, spennandi avbjóðingar, ferðin til Italia, gott
lag og njóta tað, sum dagurin hevur at bjóða.
Mítt yndissummarhitt er…
Uuhh!!.. Tað er ringt at siga, tí tað kemur ann uppá humørið, men eitt
nýtt lag, við Signar í Homrum, »Nú ert tú her«, er eitt frálíkt lag.
Besta summarferiuminnið er…
At vera í speedbáti og svimja í Gardarsjónum, og tá vit vóru ein
hugnaligan túr í eini Gondol í Venedig við mínum allarbesta.
mynd: privat