Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-31, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur kappróður Borgarstjórin á Tvøroyri var maðurin aftanfyri, tá ið blaðung gentu­manning á Firvaldi vann bæði í barnaróðrinum og genturóðrinum á ólavsøku, tá ið eiri enn annar hvør FM vinnari kiksaði á ólavsøku, og Jarnbardur, Erla Kongsdóttir og Drekin Reyði staðfestu sínar suverenu støður Borgarstjórin syrgdi fyri tveimum sigrum við somu manning Jóannes Hansen Punktum er sett fyri 2014 róðrarárið. Sum vann varð hetta gjørt á ólavsøku, har væl trimmaðu manningarnar í fínum líkindum og góðari fyriskipan vóru í stórari og tættari kapping til fragd fyri ákoðararnar á Molanum og teimum mongu, sum fylgdu við í stroymingini hjá Kring­ varpi Føroya. Sigur á ólavsøku er sum sigur í finaluni í steypa­ kapp­ingini í fótbólti hjá tí, sum ikki vinnur FM, plagar at verða tikið til. Í teimum sjey FM kapp­ ing­unum, sum hava verið á skránni alt summar, vóru tað á ólavsøku fýra aðrir vinn­ arar enn teir, sum við saman­ taldu úrtøkuni í teimum sjey FM kapping­unum tryggjaðu sær FM heitið. Serliga var tað bátarnir á Tvøroyri, sum vunnu púra óvæntaðar sigrar. Tvøra­ báturin vann fyri fyrstu ferð í ár kappingina millum 6-mannaførini við monnum. Harvið snýttu tvøramenn saman við trimum hov­ bing­um suðuroyingarnar um­borð á FM vinnaranum Hvessingi og hinar, sum undan róðrinum vórðu roknaðir sum favorittar. So vóru tað genturnar á Firvaldi. Í fyrra lagi vunnu tær barnaróðurin, sum tær í alt summar hava verið púra suverenar í. Tað er ikki ofta komið fyri, at sama manning hevur bjóðað seg fram í tveimum kappingum á somu stevnu. Soleiðis var tað hjá gentunum á Firvaldi hesa ferð, og Firvaldur vann bæði barnaróðurin og kappingina millum 5-mannafør við gentum. Venjari hjá óføru gent­ unum á Tvøroyri er borgar­ stjórin, Kristin Michelsen, sum greiðir soleiðis frá: – Í fjør luttóku tær í barna­ róðrinum onkra ferðina, men tað riggaði ikki so væl, tí frammanundan høvdu onkrar lagt uttanlandsferðir til rættis mitt í róðrarárinum. Eg eigi sjálvur eina gentu um­borð á Firvaldi. Í vár bjóð­aði eg mær at taka mær av venjingunum, um tær gingu undir treytirnar, sum eg setti. Ein var, at tað kom ikki upp á tal at fara av land­inum og heldur ikki av oynni, meðan kappróðurin stóð uppá. Ein onnur var, at vit fóru at venja styrki og renning í hálvum februar, og síðani í apríl hava vit vant nógv upp á gamla máta. Ikki í mask­inum, men í bátinum og við at renna í brekkum. Tað riggaði væl, og tá ið tað leið upp undir ólavsøku spurdu vit okkum fyri, um tað bar til at luttaka í gentukappingini. Ert tú ovfarin av, at tað gekk so væl? – Tíðirnar hjá okkara á styttra teininum søgdu mær, at Firvaldur fór at vera við í kappingini um sigurin, og vit eru fegin um, at tað eydn­að­ist. Tað leggur gott grundar­lag undir kappingina næsta ár. Merkisvert er eis­ini, at tíðin hjá Firvaldi í gentu­kapp­ing­ ini var umleið tann sama sum hjá Erlu Kongsdóttir, sum hevur verið einaráðandi í kvinnukappingini. Tíðin hjá Erlu á ólavsøku var 4.52.03, og tann hjá Firvaldi í gentu­ kappingini var 4.52.11! Stýrdi tú sjálvur? – Nei so høvdu tær verið noyddar at róð meiri enn hundrað pund meiri. Ein genta stýrdi. Hvat sigur tú um Tvøra­ bátin? – Hatta var framúr avrik. Tað einasta rætta nú er, at Suðuroyingurin verður mann­aður næsta ár. Tá ið tað í ár bar til at manna trý 6-mannafør við monnum, so eigur tað næsta ár at bera til at manna 10-mannafarið og at vera við í kappingini um FM, heldur borgarstjórin á Tvøroyri Kristin Michelsen. Argir setti Klaksvík upp á pláss Dreingjamanningin umborð á Fípuni Føgru úr Klaksvík var tann besta av øllum. Síð­ ani tað fyri 41 árum síðani – í 1973 – varð farið undir FM kappingina í tí líki, sum hon fram­vegis er, hevur dreingja­ bát­urin úr Klaksvík bara eina ferð áður vunnið FM. Tað var í 2005. Á ólavsøku endaði Fípan Fagra á øðrum plássi. Sum so mangan fyrr í summar, so stóð kappingin um fremsta plássið bara millum Fípuna Føgru og Blikin av Argjum. Blikur vann seg skjótt fram­ um, og tað eydnaðist argja­ dreingjum allan teinin at halda leiðsluna. Fípan Fagra royndi at bjóða av í enda­ spurt­inum, men tað segði tað sama. Í kappingini millum 10-manna­førini var undan róðrinum spenningur. Spurn­ing­urin var, um Vest­ menn­ingur og Klaksvíkingur, sum ikki hava verið so nógv við fyrr í summar og nú bjóðaðu seg fram aftur, fóru at megna at gera nakað við annars suverena Drekan Reyða. Beinanvegin eftir start­ spurtin var greitt, at kapp­ ingin um fremsta plássið bara fór at standa millum Drekan Reyða og Klaks­ víking. Arjamenn vóru alla tíð­ina eitt vet frammanfyri, og tá ið teir fóru um málið, var munurin minni enn eitt hálvt sekund. Einasta ferðin fyrr í summar at hesir báðir bátarnir hava verið í kapping, var á norðoya­ stevnu, tá ið tað var eitt sekund frá Klaksvíkingi og fram til Drekan Reyða. Argjamenn stórfegnaðust um fyrsta FM heitið í hesi kappingini. Undan róðrinum høvdu teir staðfest, at sami glansur fór ikki at verða yvir meistaraheitinum, um teir ikki vunnu á ólavsøku. Tað megnaðu teir, og sigurin smakk­aði ógvuliga søtur. Knørrafelagið best í høvuðsstaðnum Kvinnurnar á 6-manna­far­ inum Jarnbardi vóru FM vinn­arar undan ólavsøkuni, og aftur í finaluróðrinum