Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. august 2014 · Nr. 85 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Í fyrrakvøldið royndi eitt før­ oyskt felag seg fyrstu ferð í triðja innleiðandi umfari í europeiskari kapping. Harvið varð sjøtil settur á óvanliga tætta dystarskrá hjá Víkingi, sum í 30 dagar skal spæla átta týdningarmiklar dystir, umframt at liðið skal ferðast niður til Kroatia í næstu viku. Tá verður farið týskvøld um­ vegis Keypmannahavn. Eftir dystin hóskvøldið verður farið beinleiðis aftur til Billund og so upp til Føroya fríggja­dagin. Tá ið spælararnir koma til hús seinnapartin, hava teir ferðast í 36 tímar, og so skulu teir aftur í eldin í lands­kappingini annað mána­kvøld á heimavølli ímóti EB/Streymi. Av fíggjar­ ligum orsøkum verður ferða­ lagið suður til Kroatia lítið – sekstan spælarar, tveir venj­arar, tveir hjálparar og tveir frá nevndini ella 22 íalt. – Hetta eru treytirnar. Vit fegnast um, at tað við saman­ talda sigrinum á Tromsø IL fyri fyrstu ferð nakrantíð er neyðugt hjá føroyskum fót­bólti at fyrihalda seg til veruleikan, at eitt lið hevur spælt seg í triðja innleiðandi umfar í europeiskari kapp­ ing. Vit vóna, at ferðin aftur úr Kroatia ikki fer at taka uppaftur longri tíð. Undan­ farnu ferðirnar í summar og í fjør vóru vit hvørja ferð seinkaðir orsaka av veðri. Tað er Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen, sum sigur hetta. Hann og hinir venjararnir og spælararnir eru hart fyrispentir í hesum døg­um. Teir knarra ikki, tí tað er hetta, sum allir, ið eru uppií fótbólti, droyma um: – Spurningurin er alla tíð­ ina, hvar yvirliggjarin liggur. Eitt er at standa seg væl í heimligu kappingini, og eitt annað er, hvussu langt tað røkkur í europeiskum høpi. Vit hava í summar lyft okk­ um upp um letlendska og norska mótstøðu. Nú royna vit okkum ímóti kroatiskum liði. Um vit eru í 5. deild, og Tromsø er í 4. deild, so er HNK Rijeka í 2. deild. Í bestu deildini eu so Chelsea, Arsenal, Manchester City, Barcelona, Real Madrid og Bayern Munchen og hini stór­feløgini. Kostnaðurin Undan dystinum hóskvøldið vildi Víkinga venjarin ikki av­skriva møguleikan fyri sen­sa­tiónini, men hann veit, hvat tað snýr seg um: – Hetta er eitt framúr gott lið. Ímóti eitt nú Tromsø sóu vit, hvørjar styrkirnar og veikleikarnir vóru, og tað fyrireikaðu vit okkum út­frá. HNK Rijeka hevur nógvar streingir at spæla uppá, so tá er tað torført. At teir varð­ veita bóltin so væl og leingi ber við sær, at steðgir­nir eru fáir, og tað hevur aftur við sær, at okkara spæl­ara, sum framman­undan eru troyttir, mugu renna upp­aftur meir, sigur Sigfríður Clementsen. Víkinga venjarin ivast ikki í, at undanvindurin í euro­peisku kappingini fer at kosta í heimligu kappingini: – Vit hava hugt upp á ting­ini, tá ið dystirnir í lands­ kapp­ingini skuldu flyt­ast. Á megin­landinum spæla pro­ fessionellu liðini í heimligu kappingunum í viku­skift­ inum og í europeisku kapp­ing­unum mitt í viku. Munurin er, at teir eru full­tíðar yrkisspælarar, at ferða­tíðin hjá teimum er væl styttri, enn hon er hjá okkum, og at teir hava 30-35 spælarar at velja ímillum. Tað ber ikki til at flyta allar landskappingardystirnar hjá okkum til seinni í heyst, og tí er tað, sum tað nú eina ferð er. Spælararnir eiga rós fyri, at teir aftur og aftur seta seg upp til stóru avbjóiðingarnar. Tíðin, at koma fyri seg aftur, verður longri og longri. At fleiri eru smáskaddir fer saman við leikbannum at bera við sær, at liðið viknar, men vit spíla okkum út tað, sum vit megna. Hvussu fyrireika tit tykkum? – Nú er langt síðani, at vit vandu orduliga. Leygar­ kvøld­ið, eftir at vit vóru komnir til hús úr Tromsø, vandu vit eitt sindur og aftur ólav­søku­dag. Dagsskráin er at koma fyri seg aftur eftir strævnan dyst og ferðingina. Hvussu roknar tú við, at europeiska ævintýrið fer at ávirka avrikini í heimligu kappingunum? – Vit fara at missa stig í lands­kappingini orsaka av nógvu dystunum og ferð­ ingini. Málið í lands­kapp­ing­ ini er nú at vinna í hvussu so er fjórða plássið og harvið rættin at luttaka í Europa næsta ár. Stóra málið er at vinna steypafinaluna ímóti HB leygardagin 30. august. Tað ber til, men tað verður torført. joannes@sosialurin.fo Skráin hjá Víkingi næstu vikurnar er henda: Hósdagin 31. juli: Víkingur - HNK Rijeka. Mánadagin 4. august: ÍF - Víkingur. Hósdagin 7. august: HNK Rijeka - Víkingur. Mánadagin 11. august: Víkingur - EB/Streymur. Sunnudagin 17. august: Víkingur - AB. Mikudagin 20. august: Víkingur - KÍ. Sunnudagin 24. august: Víkingur - NSÍ Leygardagin 30. august: HB - Víkingur (steypafinala) Fótbóltssambandið hevur ikki enn lagt uppfyri, hvussu tað skal verða, um Víkingur megnar at spæla seg í bólkaspælið í Europa liguni. Um víkingarnir fara at megna tað bragdið, so verður neyðugt at endurskoða landskappingina í september og oktober. Víkingarnir venja lítið og einki Nú hevur steypafinalan og altjóða atgongumerki hægstu raðfesting, sigur Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen, sum heldur, at tað slepst ikki undan, at tætta dystarskráin fer at kosta í landskappingini fótbóltur Hósdagin 24. juli 2014 kl. 19.00 á Alfheim stadion í Tromsø Tromsø IL - Víkingur 1-2 (0-0) 1-0: Simen Wangberg 51. 1-1: Bárður Hansen 60. 1-2: Hallur Hansson 77. Dómari: Gunnar Jarl Jónsson (Ísland) Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar (Ingi Sørensen, 90.+2.), Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson, Súni Olsen (Heðin Hansen, 78.) – Finnur Justinussen – Andreas Lava Olsen (Philip Djordjevic, 63.) Myndir: Álvur Haraldsen Mynd: nk-rijeka.hr