mánadagur 4. august 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 4. august 2014 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tráin p. nónklett
Kjak síða 8
Rív
múrin
niður í
Palestina
Malan marnersdóttir
Kjak síða 8
Tivoli
og list
Eitt fjølbroytt miðlalandslag er
týdningarmikið fyri at tryggja eitt
vælvirkandi fólkaræði.
Arbeitt verður við broytingum
í lógini um Kringvarp Føroya, sum
geva bæði Kringvarpinum og priv
atu miðlinum betri karmar.
Eitt nú er ætlanin at gera Kring
varpið leyst av lýsingarinntøkum
fyri at tryggja óheftni og javnari
kapping.
At varðveita okkara felags ment
anararv er at skapa gróðrarlíkindi
fyri nýggjum samanheingi – menta
narliga, búskaparliga og sosialt.
Soleiðis sigur løgmaður í ólavsøk
urøðuni, sum kemur til viðgerðar á
tingi í dag og í morgin.
Sum mál nummar 11 á løglista
num frá Mentamálaráðnum stend
ur:
»Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um kringvarp,
neyðugar dagføringar.«
So nú tykist nú greitt, at løgting
ið fer at broyta lógina um Kring
varpið soleiðis, at møguleikin hjá
Kringvarpinum at selja lýsingar
og lata handilsmenn keypa heilar
sendingar í útvarpi og sjónvarpi
verður tikin frá hesum almenna
stovni – soleiðis at Kringvarpið
ikki skal útvega sær inntøkur við
at taka kappast við privatu miðlar
nar um lýsingarnar, sum eru fíggj
arliga grundarlagið undir privatu
miðlunum.
Hetta er eitt stórt framstig fyri
fjølmiðlaheimin og fyri fólkaræði
sum heild. Broytingin í kringvarps
lógini má so eisini áseta, hvussu
fíggjarliga
grundarlagið
undir
Kringvarpi Føroya skal tryggjast í
framtíðini. Politiski myndugleikin
hevur ikki hækkað kringvarps
gjaldið í nógv ár. Hesa tíðina hevur
Mentamálaráðið loyvt Kringvarpi
num at eta seg inn á lýsingarmarkn
aðin, sum er fíggjarliga grundarlagið
undir privatu miðlunum. Hetta
hevur sjálvandi verið til óbótaligan
skaða fyri fjølmiðlaheimin sum
heild – eitt greitt dømi um, hvussu
negativar avleiðingar atgerðarloysi
hjá politikarum hevur.
Í seinastu tingsetu feldi sam
gongan
eitt
andstøðuuppskot,
sum hevði til endamáls at taka
lýsingarnar frá Kringvarpinum
og kompensera tað við at frítaka
kringvarpsgjaldið fyri mvg og
lata stovninum teir pengarnar,
sum annars fóru í landskassan.
Men hesum uppskoti havnaði
Fólkaflokkurin – og harvið eisini
øll samgongan. Tí er helst greitt,
at tað ikki er tann leistin, við at
frítaka
kringvarpsgjaldið
fyri
meirvirðisgjald, sum samgongan
hevur í hyggju.
Tað frætta vit helst meira um
undir viðgerðin á ólavsøku løgmans
og í dag og í morgin.
frægari karmar til fjølmiðlar
Ein orrusta í Funningi mill
um funningsmenn og Sea
Shepherd førdi leygardagin
til, at tríggir politibilar komu
norður til Funnings at greiða
málið.
Tað var tá funningsmenn
skuldu flota bát, at teir ikki
fingu drigið bátin úr drátt
inum, tí ein bátur hjá Sea
Shepherd lá fyri dráttin. Tá
so
funningsmenn
loystu
bátin hjá Sea Shepherd,
varnaðust teir, at Sea Shep
herdfólkini stóðu burturifrá
og filmaðu. Og tað fall ikki í
góða jørð.
Ein av funningsmonnu
num fór eftir Sea Shepherd
fólkunum, og tók myndatólið
frá teimum, tá teir ikki vildu
sletta upptøkurnar.
– Vit fingu boð frá Sea
Shepherd um, at okkurt var á
vási. Men tá vit komu á stað
ið varð greitt, at hetta als ikki
var eitt mál fyri okkum, sigur
vakthavandi á politistøðini í
Havn.
Vakthavandi sigur seg
hava skilt, at upptøkurnar
vórðu slettaðar, og at Sea
Shepherd fekk myndatólið
aftur.
– Einki er skrivað, og einki
mál verður burtur úr hesum,
tí partarnir greiddu málið
sínamillum, sigur vakthav
andi.
Sea Shepherd bað
politiið um hjálp
Havnarmeistarin í Runavík
ar kommunu var í gjár norð
uri í Funningi og tosaði við
Sea Shepherdfólkini, sum
rættiliga seta sín dimma
dám á Funnings bygd í hes
um døgum við sínum døkku
klæðum, døkku bilum og
døkka báti – alt myndað við
deydningahøvdum.
Tórbjørn
Jacobsen,
havnarmeistari í Runavíkar
kommunu – og harvið eisini
í Funningi, skrivar á Face
book, at hann hevur tosað
við hesi fólkini:
»Eftir
eina
friðarliga
samrøðu við hesar hvala
fantastarnar í gjárkvøldið,
fluttu
teir
bátin
Thor,
sum lá í so nær dráttinum
í Funningi. Teir skiltu í
hvussu er, at tað loysti seg
illa at seta forðingar fyri
einasta undirstøðukervi til
havið hjá funningsmonn
um, grindahvalurin kann
vera sprelskur, men harfyri
kemur hann valla oman úr
høgu fjøllunum har norðuri.
Orsøkin til at teir ynskja
at hava bátin liggjandi við
lendingina í Funningi er, at
teir hava leigað tvey hús í
bygdini, og ynskja ikki at
báturin skal fara úr eyg
sjón teirra, teir hava ikki
álit á hesum barbarunum í
Norðurhøvum.«
Grindin kemur ikki
úr fjøllunum...
Løgmaður: Lýsingarnar
hvørva nú úr Kringvarpinum
Myrku bilarnar og deydningahøvdini fylla
nógv í bygdarmyndini í Funningi
Mynd: Tórbjørn Jacobsen
Báturin hjá Sea Shepherd
hevur ligið beint framman
fyri dráttin í Funningi, og
tað er til ampa fyri tey,
sum skulu brúka dráttin
Mynd: Tórbjørn Jacobsen