týsdagur 5. august 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Sambandsflokkurin rindar ein
høgan prís fyri hetta samstarvið, og
eingin ivi er um, at trupulleikarnir í
samgonguni fara at halda fram.
Tað segði Helgi Abrahamsen,
tingmaður Sambandsfloksins, við
in.fo 10. juni í ár. Tá var hann vísur í,
at tingmanning í Sambandsfloksins
als ikki var samd við løgmanni í av
gerðini um lata Jørgen Niclasen
halda fram sum landsstýrismann.
Og tað stóð á gomlum nøglum í
fleiri dagar í junimánaði. Hart trýst
var á løgmanni frá sínum egnu um
at koyra Jørgen Niclasen úr starvi
fyri tollmálið. Men brádliga komu
boðini frá løgmanni um, at málið
varð loyst fyribils, og so var friður.
Tað hevur eydnast løgmanni at
fáa fríð í Sambandsflokkinum, og
kritisku røddirnar har eru nú kúrr
ar um málið, annaðhvørt tí teir hava
fingið munnkurv frá løgmanni –
ella tí at teir, eins og løgmaður, hava
fult álit á Jørgen Niclasen.
Kringvarpið hevur við stevning
av stjóra, tíðindaleiðara og journa
listi ikki klovið í tvey um tollmálið.
Og Portalurin hevur verið kúrrur
um málið, síðani knassastjórin sjáv
ur tók á seg journalistisku ábyrgd
ina av tíðindunum á Portalinum 1.
mai.
Sostatt hevur strategiin hjá Jørg
en Niclasen – saman við advokati
og løgmanni – eydnast.
Tað er eyðsæð, at tað hevði ver
ið ein katastrofa fyri Fólkaflokkin,
um løgmaður hevði koyrt Jørgen
Niclasen frá eftir skuldsetingar
um tollsvik. Tí um so varð, so hevði
Jørgen Niclasen ikki kunna farið í
landsstýrið aftur, og so hevði Fólka
flokkurin einki løgmansevni. Tí
eingin velur ein persón til løgmann,
sum er frákoyrdur sum landsstýris
maður vegna tollsvik.
Men politikkur er tolin fyri ikki
at siga løgin: Tað sum ikki ber til ta
einu løtuna, kann sum einki lata
seg gera eitt sindur seinni. Tá hevur
onkur fingið – og onkur latið, og so
flytast etisku mørkini tilsvarandi.
Vit læra av slíkum málum. Tí
tey siga okkum kanska eitt sindur
um, hvar vit seta okkara moralska
standard, og hvussu vit seta hend
an standard. Tað er ikki so lætt at
skilja, men føroyskir politikarar eru
rættiliga eftirgevandi fyri sær sjálv
um. Til dømis hevur tað ongantíð
verið upp á tal at drigið nakran til
svars við lógini um ábyrgd lands
stýrismanna í hondini, hóast fleiri
fólk eru koyrd úr landsstýrinum, tí
tey hava kostað tí almenna pengar.
Men hóast tollmálið hjá Jørgen
Niclasen hevur kostað pengar, so
tykist tað nú hava fingið aðra vend.
Brotasjógvarnir í samgonguni hava
lagt seg, kritisku røddirnar eru
tagnaðar.
»Time-outið« hjá løgmanni er
vorðið til politiskan veruleika, og
»decorum officiale« hjá kritisku
samgongurøddunum er tillagað
samsvarandi.
Tollmálið justerar etiska
støðið hjá politikarum
Í greinini »Nøktandi rokn
skapur« í Sosialinum mána
dagin 4. august skrivaðu vit,
at Bogi Jacobsen, stjóri á
Varðanum Pelagic, væntar eitt
betri úrslit í 2014 enn í 2013.
Tað er misskilt. Bogi Jac
obsen
væntar
nevniliga,
at úrslitið í ár verður á leið
tað sama sum í fjør, tí tó at
marknaðarviðurskiftini
nú
eru vanlig aftur, so eru makr
el- og sildakvoturnar minkað
ar, samstundis sum eitt triðja
stórt uppsjóvarvirki letur
upp. Umberið mistakið.
Stjórin á Varðanum Pelagic
væntar sama úrslit í ár sum
í fjør, tó at marknaðarvið
urskiftini aftur eru vanlig.
Makrel- og sildakvoturnar
eru nevniliga minkaðar, sam
stundis sum eitt triðja stórt
uppsjóvarvirki letur upp.
2013-roknskapurin
hjá
Varðanum Pelagic er júst al
mannakunngjørdur, og vísir
hann eitt avlop eftir skatt á
33 milliónir. Virkið rindaði
slakar níggju milliónir krón
ur í skatti. Bruttoúrslitið var
góðar 130 milliónir krónur,
og eginognin hjá fyritøkuni
var 136 milliónir krónur við
árslok.
170 fólk starvast á virki
num, og til samans fingu tey 58
milliónir krónur í løn í fjør.Bogi
J a c o b
sen, stjóri,
heldur úr
slitið vera
nøktandi,
tó at tað
er minni,
enn mett
var í 2012.
- Umframt verri prís, so
kostaði ES-stongsulin okk
um eina rúgvu av pengum í
eyka fraktkostnaði. Eina tíð
var russiski marknaðurin eis
ini stongdur fyri okkum, so
har var nógv, ið gekk ímóti.
Sæð í tí ljósinum, kunnu vit
ikki vera ónøgd. Uppgerðir
hjá Vørn vísa eisini, at vit við
undantaki av einari einstak
ari landing, altíð góvu besta
prísin fyri rávøruna, sigur
Bogi Jacobsen.
Nú eru marknaðarvið
urskiftini vanlig aftur, men
makrel- og sildakvoturnar
eru minkaðar, samstundis
sum eitt triðja stórt uppsjóv
arvirki letur upp. Tí væntar
Bogi Jacobsen, at úrslitið í ár
verður á leið tað sama sum í
fjør.
2013 var fyrsta heila rokn
skaparárið
hjá
Varðanum
Pelagic. Virksemið byrjaði í
2012, tá bert fimm mánaðir
vóru eftir av árinum. Brutto
úrslitið í 2012 var 44 milliónir
krónur.
Nøktandi roknskapir
misálitið sum bleiv til álit
Øll
kunnu fáa
hjálp
Heilsusíðan
á síðu 10
Gleða
seg til
størstu
rokk kon
sert
síðu 11
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Eftir
teir
fyrstu
1.000
dagarnar í sambandslands
stýrinum hjá Kaj Leo Holm
Johannesen kom Annika
Olsen í gjár brádliga í tank
ar um, at hon einferð taldist
millum teirra, sum vildu hava
fullveldi í Føroyum.
Hon staðfesti undir við
gerðini av ólavsøkurøðu løg
mans, at tjóðskaparmálið er
steindeytt.
Hon segði seg harmast
um, at tað var steindeytt
undir hesi samgonguni. Sam
stundis ávaraði hon ímóti,
at fólk fóru at taka støðuga
retorikkin um loysing/sam
band uppaftur nú beint upp
undir valið.
– Tað loysir einki. Men eg
vóni, at vit nú kunnu gera
okkurt munagott, sum kann
flyta mørk. Vit mugu gera
okkurt, sum kann loysa gord
iska knútin. Men tað merkir,
at øll mugu geva seg, so vit
kunnu finna miðleingjuna
í tjóðskaparmálinum, segði
hon.
Helgi
Abrahamsen
úr
Sambandsflokkinum
helt
fyri, at um tingfólk vilja reka
fullveldispolitikk, so eiga tey
at fara í samgongu við Tjóð
veldi og øðrum.
– Tað verður so ikki gjørt
saman við Sambandsflokki
num, staðfesti hann.
Tað er gott, at Helgi Abr
ahamsen minnir fólkafloks
konuna á, at hon ikki longur
telist millum fullveldisfólk
í fullveldisflokkum. Fólka
flokkurin, sum var legiti
miteturin fyri føroyskum
fullveldi árini frá 1998 - 2003
hevur langt síðani slept hesi
hugsjón.
Fullveldishugsjónin
er
jarðað. Meðan hon livdi sítt
fríska lív millum 18 tingfólk
fyri nøkrum árum síðani –
so livir hon í dag bara víðari
millum tey seks, sum umboða
Tjóðveldi á tingi.
Stóra málið hjá Sam
bandsflokkinum
til
valið
seinast var at økja blokkin úr
Danmark við 200 milliónium
krónum.
Tá valúrslitið varð greitt
29. oktober í 2011 vóru allir
sjey formenninir spurdir í
sjónvarpinum, um blokkurin
skuldi tiðnast – og allir uttan
Kaj Leo Holm Johannesen
søgdu »nei«.
Tað vil so siga, at svarið
frá hinum trimum samgong
uformonnunum, Kára P. Høj
gaard, Jenisi av Rana og Jørg
eni Niclasen í besta føri var
óreiðiligt.
Fimm dagar eftir valfund
in í Norðurlandahúsinum
var longu almannakunn
ugt, at »nei'ið« hjá teimum í
sjónvarpinum var vorðið til
eitt rungandi »ja« til at tiðna
danska blokkstuðulin aftur
fyri at sleppa í samgongu við
Kaj Leo.
Steindeyð loysing hjá Anniku
Allir uttan Kaj Leo Holm Johannesen søgdu »nei« til at hækka blokkin. Fáar dagar
seinni brutu Jørgen Niclasen, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard hetta fullveldislyftið