Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Vælkomnir eru glottarnir Tóra við Keldu Forkvinna í MBF – Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum Føroyingar eru ymiskir og hava tí eisini ymiskar av­ bjóðingar. Fyri pol­it­isku skipanina er tí týdn­ing­ar­ mik­ið, hóast av­bjóð­andi, altíð at fylgja við, hvat best er fyri ein­staklingin og ongantíð at gloyma, at pol­itiskar av­gerð­ ir altíð hava meira ella minni grund­leggjandi fylgj­u­r fyri ger­and­isdagin. Ómøgu­ligt er óivað at røkka øllum ynskj­ um og málum, men í løg­ mans­røðuni á ólav­søku eru inn­an brekøkið víst glott­ar at hóma. ST sáttmálin ítøkilgur Eftir at Føroya landsstýri sam­tykti ST sáttmálan um rætt­indi hjá einstaklingum, ið bera brek, 13. mai 2009, eru avbjóðingarnar á brek­ øk­inum vorðnar meira ítøki­ lig­ar. Tí er nú eisini lættari bein­leiðis at síggja, hvat mál­ ið er, og hvussu sett eigur at vera út í kortið. Sáttmálin er sera víð­ fevnd­ur. Umframt at stað­ festa verandi borgarlig- og sivil mannarættindi, inni­ held­ur sáttmálin eisini áset­ ingar um búskaparlig, ment­ un­arlig og sosial rættindi, um­framt rættin til atkomu í víð­ari merking og javnstøðu. Eins og løgmaður vísir á, er vælferðin í Føroyum varð­v­eitt. Vitandi um, at før­oy­ingar eru ymiskir á máli um førda politikkin, so eru vit óivað samd um, at í sjálvum sær er vælferðin júst grundarlagið, ið tryggj­ar øllum føroyingum ein nøkt­ andi og virknan ger­and­is­dag. Tann góða tilgongdin Foreldur at børnum við ser­ ligum avbjóðingum siga ofta, at tænastan frá mynd­ ug­leikunum ikki er nóg væl sam­skipað. Gott er tí at hoyra, at staðfestingin hevur fing­ið Almannamálaráðið, Heilsu­málaráðið og Menta­ mála­ráðið, saman við Aut­ ismu­felagnum at skipa verk­ætlanina “Tann góða til­gongdin". Endamálið er at finna ein ítøkiligan leist at sam­skipa tilboðini eftir og veita eina samanhangandi heild­artænastu, so fam­ilj­ ur­nar kenna tað sum, at ein og sama hurð er inn til allar tæn­astur. Í fyrstu atløgu verð­ur arbeiðið grundað á roynd­ir hjá familjum, ið hava børn, við sjúkueyðkenninum aut­ismu. Ymisk skúla- og heildartilboð Nógv verður tosað um, at gera fólkaskúlan rúm­lig­ari, og áhugaverdur er tankin um at skipa ser­náms­frøðiliga øk­ið øðrvísi, so fólkaskúlin gerst upp­aft­ur rúmligari og meira in­kluderandi, so møgu­leiki er at bjóða øllum menn­andi og avbjóðandi skúla­tilboð – eis­ini teimum við serligum av­bjóð­ingum. Fólkaskúlaøkið er, sum øll vita, umfatandi og fjøltáttað, men um ynski um at gera ver­andi fólkaskúlaskipan meira inkluderandi skal ger­ ast veruleiki, er neyðugt at tryggja, at lærarar fáa eftir- og víðari útbúgving soleiðis, at teir fáa neyðuga vitan um, hvussu børn, sum bera brek, kunnu verða inkluderað. Júst grundleggjandi arb­ eið­ið í fólkaskúlanum er fyri­ treyt fyri ynskinum um at tryggja øllum ungum í land­ in­um møguleikan at fáa eitt mið­námsskúlatilboð, sama hvørj­ar førleikar, tey hava. Út frá hesum er kær­kom­ ið at hoyra løgmann tosa um fyrireikandi arbeiði við heild­artilboðum, sum fata um serliga skipað skúla-, bú­ stað­ar- og frítíðartilboð, har fyrstu næmingarnir eftir ætl­an byrja eftir nýggju skip­anini á sumri í 2015. Viðurkenningin av, at næm­ingar eru ymiskir, letur eyg­uni upp fyri tørvinum at hava ymisk skúlatilboð. Bíðitíðin í barna­ psykiatriini minkað Bíðirøðin til greiningar og við­gerð í barnapsykiatriini er minkað. Tó eigur politiski mynd­ugleikin altíð at hava í huga, at hóast bíðitíðin er minkað, so eru tey, sum eru greinað, framhaldandi í skipanini. Tí hevur tað al­ stór­an týdning, at ikki bara bíði­tíðin minkar, men at til­ boð­ini eftir útgreining eru nøkt­andi. Velja hvar, og saman við hvørjum vit búgva Í Føroyum er sjáldsamt at fólk, sum bera brek, hava møguleika at velja, hvar og saman við hvørj­ um, tey ynskja at búgva. At hava egnan bústað er mannarættur, og tí er rætt at økja um bú­stað­ar­møgu­ leik­arnir. Hetta er t.d. við bú- og virknistilboði til ung við menningartarni og aut­ ismu, við at menna tilboð til ung sálarsjúk, byggja heim fyri heimabúgvandi við fjølbreki, vardar íbúðir til fólk við menningartarni, íbúð­ir til fólk við serligum av­bjóðingum og eftir ætl­an at byggja virknis- og um­ lætt­ingarheim fyri børn við ser­ligum avbjóðingum. Málið hjá einum og hvørj­ um vælferðarsamfelag er jú, at borgarar í fólkaræðisliga sam­felagnum liva eitt virkið lív, sum gevur møguleika at ger­ast so sjálvbjargin sum gjør­ligt. Ikki møguleika at fylgja við í samfelagsviðurskiftum Tá løgmaður sigur, at eitt fjøl­broytt miðlalandslag er týdningarmikið fyri at tryggja eitt vælvirkandi fólka­ræði, so eri eg púra samd. Vil her tó vísa á, at fleiri føroyingar tíverri ikki hava møguleika at fylgja við øllum, sum fjølbroytta miðla­ lands­lagið sendir út. Tey, sum eru tunghoyrd, kunnu ikki fylgja við í ger­ and­isdegnum ella hoyra tíð­ indi í sjónvarpi ella útvarpi. Held­ur ikki verða sendingar í sjónvarpinum tekstaðar. Fólk, sum eru deyv og tørva tekn­málstulk, fáa altíð gom­ ul tíðindi, tí tíðindi í sjón­ varpi verða send við tekn­ máls­tulki dagin eftir, tey eru send í sjónvarpinum. Hetta eiga vit sjálvsagt ikki at góðtaka. Saman koma vit nærri málinum Hóast nøkur skýggj, so eru glottarnir vælkomnir og vónin um ítøkiligar broyt­ing­ ar innan brekøkið er lutvíst vorð­in veruleiki. Ómøguligt er óivað at røkka øllum ynskj­um og málum, men glott­arnir eru prógv um, at við munagóðum samstarvi ímill­um allar partar koma vit al­samt nærri málinum.