Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 avtalu við bæði norðmenn og russar. - Vit kunnu fiska alla okkara russarakvotu í norskum øki - ella í Sval- bards­sonuni. Norðmenn slep­pa at fiska lodnu í grøn­ lendskum sjógvi, og so fáa vit ein ”fleksibilitet” aftur­fyri. Hetta hevur verið ein veldug­ ur fyrimunur fyri okkum, sigur skiparin. Makrelur í Grønlandi Vit spurdu eisini skiparan, hvussu nýtt Grønland er í makrel-samanhangi? - Tað er heilt nýtt. Nú eri eg uppvaksin í uppsjóvarvinnuni í Føroyum og veit tískil nokso væl um slíkan fiskiskap. Vit, sum hava fiskað í grønlendskum sjógvi, hava í eftirhondini nokso nógv ár lagt merki til makrel í Eysturgrønlandi. Men, frá at síggja makrel og til at siga, at nú er makrelveiða kommersielt áhugaverd, kann vera eitt nokso langt lop. Leivur sigur, at Grønland sum heild hevur ikki traditión fyri uppsjóvarfiski. Nakað av lodnu hevur verið í grønlendskum sjógvi, og føroyingar hava eisini fiskað lodnu í Grønlandi. Tað gjørdi eg eisini í sínari tíð við Gullfinni, og hetta var ein avtala, sum føroyingar høvdu við ES. - Tá vit fiskaðu uppsjóvarfisk við Gullfinni í føroyskum sjógvi, merktu vit einki serligt til makrelin. Men, tað er kanska heldur ikki so løgið, tí makrelur gongur høgt uppi í sjónum, at tú fært hann vanliga ikki í aðrari veiði. Tað var eisini eitt krav, at tú tá í tíðini helt teg innan fyri eitt ávíst prosenttal av hjáveiði í tac’num. Tí fiskaði tú gjarna makrelin í norskum ella bretskum øki. Góðir møguleikar Leivur á Rógvi sigur, at nú Polar Princess bæði er longdur og hevur fingið nýggja verksmiðju, umframt at frystiorkan eisini er nógv økt, hevur skipið við makrelinum enn betri veiðimøguleikar enn áður. Áður framleiddi trolarin flak, men nú verksmiðjan er umbygd, verður dentur lagdur á at avhøvda fiskin og frysta hann. - Vit hava í fyrsta lagi okkara gomlu kvotu. Vit eiga kvotur til umleið 4000 tons av avhøvdaðum fiski í Barentshavinum. Haraftrat eiga vit eini 2000 tons av svartkalva í grønlendskum sjógvi. Í løtuni eiga vit ikki tosk í Grønlandi, men vónir eru um, at útlitini hjá toskinum batna. Tað er serliga í Eysturgrønlandi, at tað hevur víst seg at vera rættiliga positivt við toski. Skiparin sigur, at Polar Princess nú hevur fingið eitt kvotubræv á 6000 tons av makreli í grønlendskum sjógvi fyri árið í ár. Enn er nakað eftir at kvotuni, sum Grønland hevur ásett sær, ið er óbýtt. - Tað er bara eitt grønlendsk skip, sum er pelagiskt burtur av. Tað er eitt dóttirfelag hjá Polar Seafood, sum eigur skipið. Hetta er upprunaliga ein norkur nótabátur, sum er umbygdur, og nú hava teir fingið sær ein annan, sum er rættiliga líkur Christiani í Grótinum, og sum eisini hevur verksmiðju. Hetta skipið fiskar uppsjóvarfisk alt árið. Skipið fiskar lodnuna hjá grønlendingum, norð­havssildina, eina lítla svartjaftakvotu - og nú makrel í grønlendskum sjóg­ vi. Hetta er einasta grøn­ lendska skipið, sum burtur av fiskar uppsjóvarfisk. Í fjør ásetti Grønland, sum í makrelsamanhangi enn ikki er góðkent sum strandaland, sær eina royndarkvotu av makreli, og í ár hevur landið ásett sær eina kvotu, sum liggur um tað tvífalda av kvotuni í fjør. - Ein partur av kvotuni er tillutað grønlendskum reiðaríum, og nakað verður selt, sigur skiparin, sum vísir á, at sjálvandi ynskir Grønland, sum tíðin gongur, at verða góðkent sum strandaland og soleiðis gerast partur av felags avtaluni um makrelin. Rættiliga spentur Leivur á Rógvi sigur, at hetta verður so fyrstu ferð, at Polar Princess fer at royna seg í makrelveiði, og til hetta endamál hevur skipið nú fingið eina rættiliga sjálvvirkandi verksmiðju. Skiparin ásannar, at bæði leingingin av skipinum og nýggja verksmiðjan eru íløgur, sum burtur av eru gjørdar við makrelinum fyri eyga. - Lastin, sum telur 1800 rúmmetrar á plattum, er eisini nakað broytt, og frystingin er nú 200 tons um samdøgið. Makrelurin, sum vit fara at fiska, verður heilfrystur og ikki skorin. Eg haldi, at ein frystiorka á 200 tons um samdøgnið er hóskandi til eitt skip sum hetta. Eg eri rættiliga spentur upp á nýggju møguleikarnar við makrelinum, men eg hevði ikki væntað, at eg - eftir at hava verið við Gullfinni fram til 1990 - nakrantíð aftur fór at gerast partur av uppsjóvarvinnu. Leivur á Rógvi sigur, at tá Gullfinnur fór av knóranum og gavst í mai mánaði í 1990, fór hann í august í 1990 til Grønlands at sigla hjá Polar Seafood, og her hevur hann verið síðan. Sosialurin fer seinni at venda aftur til Leivur á Rógvi og Polar Princess í aðrari grein. - Sjálvandi ynskir Grønland, sum tíðin gongur, at verða góðkent sum strandaland og soleiðis gerast partur av felags avtaluni um makrelin, sigur Leivur á Rógvi, skipari Mynd: Vilmund Jacobsen