Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tað gekk akkurát hjá favorittunum ímóti væl upplagda ÍF, og tepri sigurin smakkaði serliga væl, tá ið HB ikki megnaði fulla úrtøku í Gøtu. Pauli Poulsen og Skála vunnu fyrsta sigurin, men fjarstøðan fram til bjargingina er tann sama, tí AB við sannførandi avriki legði sjógv millum seg og strikuna nú ikki at tapa FM fótbóltur Jóannes Hansen Heimligi fótbólturin fór fríggjakvøldið í summarfrí. Á ólavsøku verður kappingin tikin upp aftur, og nógv skal venda øðrvísi leygardagin 26. oktober, enn tað ger nú, um teir í B36 tá ikki skulu standa við FM steypinum. B36 heldur summarfrí sjey stig frammanfyri grannarnar í HB. Tí er spurningurin nú ikki, um tað skal eydnast árstalsfelagnum, HB ella nøkrum øðrum at vinna FM, men heldur um tað kann laga seg soleiðis, at B36 fer at tapa meistaraheitið. Í løtuni er tað einki, sum bendir á, at tað skal ganga soleiðis. Fríggjakvøldið komu Adrian Cieslewicz, Odmar Færø og Rógvi Poulsen av beinkinum og á vøllin. At tað nú eru so nógvir um boðið, heldur veteranurin Hanus Thorleifsson ber við sær, at venjingarnar verða uppaftur betri, enn tær longu hava verið: – Kappingin um plássini á liðnum er krúthørð. Støðið í venjingunum hevur verið høgt. At hesir eru komnir aftrat ger, at tað verður ar­ beitt meiri og intensivari, og tað fer vónandi at síggj­ast aftur í avrikunum í dyst­ unum. Støðan eftir 15 umfør minnir nógv um hana, sum hon í fjør var eftir 15 um­før. Tá var HB sjey stig framm­ an­fyri ÍF. Stigatalið hjá HB var tá 34. Nú er B36 sjey stig frammanfyri HB. B36 stiga­ talið er 37, og harvið er møgu­ leikin framvegis stórur fyri, at B36 skal vinna FM við met­ nógvum stigum. B36 eigur metið, sum varð sett í 2011, tá ið FM heitið varð drigið í B36 húsið við 67 stigum. Tað gekk akkurát Hóast munurin á stiga­talv­ uni er stórur fram til topp­ liðið, so megnaði ÍF sum so mangan áður at geva B36 ein skarpan gang í Gunda­ dali. Einasta málið skoraði Jákup á Borg við brotssparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki. Lukasz Cieslewicz bjóðaði ÍF miðverjanum Bartali Eliasen av í brotsteiginum, heima­mað­urin fór um koll, og svenski dómarin bríkslaði fyri brotssparki: – Tað var einki at siga til tað. Eg royndi eftir bóltinum, og hann datt um beinið. Vit harmast um, at hetta var av­gerandi, tí vit kendu okkum at hava uppiborið at vinna úr­tøku. Vit høvdu góðar møgu­leikar at skora, teir bjargaðu eina ferð á strikuni, og hetta kundi farið báðar vegir, staðfesti Bartal Eliasen. Hóast ÍF einki stig hevði við úr Gundadali og norður aftur til Fuglafirði, so heldur Bartal, at avrikið hevði týdning: – Eftir fleiri minni góð av­ rik, so hava síðstu tríggjar ferðir­nar víst, at tað hongur saman aftur hjá okkum. Hetta ber við sær, at vit aftur kunnu hyggja uppeftir. Í B36 leguni frøddust teir um sigurin og støðuna: – Talan var um javna upp­gerð. Fuglfirðingar lógu aftar­laga í 1. hálvleiki. Tað bar við sær, at tað var tor­ført hjá okkum at spæla okk­um til møgu­leikar, og teir vóru vanda­miklir í skjótum mót­ álopum. Sum 2. hálvleikur leið vórðu teir alt meiri álops­sinnaðir, og tá varð tað rættiliga opið og spennandi, var met­ingin hjá Hanusi Thorleifsson. HB er ikki spælstýrandi Hóast teir ikki megnaðu at vinna fulla úrtøku í Gøtu og harvið mistu tvey stig í FM stríðnum, so kendust teir í HB leguni ikki at vera mis­ nøgdir, tá ið Dagfinn Forná hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Víkingur var omaná mesta partin av tíðini, og aftur hesa ferð var HB mál­ verjin høvuðsorsøkin til, at einki mál fór ígjøgnum. Síðsta kor­terið fótaði HB sær, og tá hekk saman­ spælið væl saman í høgru, men hvørki Jóan Símun Edmunds­son ella nakar annar á HB lið­num megnaði at skora. – Seinastu umførini hev­ ur tað verið tætt og tor­ført. Burtursæð frá heima­tap­ inum ímóti EB/Streymi hava vit vunnið úrtøku hvørja ferð. Tvær tær seinastu ferð­ir­nar er tað endað javnt ímóti B36 og Víkingi. Tað haldi eg, at vit kunnu vera nøgdir við, tá ið vit um somu leið hava vunnið okkum í steypa­finaluna, heldur HB venjarin Heðin Askham, sum rósar mótstøðuliðnum: – Víkingur er eitt gott lið. Teir løgdu nógvar langar send­ingar fram ímóti teim­ um fremstu, og so løgdu teir nógv fyri at vinna næstu bóltar­nar, og tað eydnaðist væl hjá teimum. Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen harmaðist um, at tað ikki hevði eydnast hans­ara monnum at vinna fulla úrtøku: – Talan var um tætta og javna uppgerð, men í mál­ møgu­leikum vóru vit greitt omaná, og tí harmist eg um, at vit ikki funnu vegin til meskar­nar. Vit vistu, at HB ikki megnar at vera spæl­stýr­andi, og at tað er í skjótum mót­álopum, at HB hevur skorað flestu málini og vunnið dystirnar. Tí var tað avgerandi hjá okkum, at vit lupu á av fullum huga, og at álopini endaðu við roynd­um ímóti málinum. Harvið bar tað til at koma aftur í verjustøðu, og hetta rigg­aði væl. HB pressaði okk­um síðsta korterið, og tá bakk­aðu vit ov langt aftur. Kortini spældu vit okkum til møgu­leikar, og eg kann ikki annað enn rósa spælarunum fyri framúr góðan hugburð. AB trýsti B68 longri niður Hóast AB undan hesum um­ far­inum misti álopsessið Jóan Símun Edmundsson, so skor­aði AB trý mál ímóti B68. Bara eina ferð áður í ár – á útivølli ímóti ÍF – hevur AB skorað fleiri ferðir. Ta ferðina vann AB 4-1. 3-2 sigurin ber við sær, at hjá B36 er Setningurin B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard (Odmar Færø, 46.) – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Jákup á Borg (Adrian Cieslewicz, 43.), Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson (Rógvi Poulsen, 73.) – A. Lawal ÍF Jákup Mikkelsen ■ – Frank Poulsen, Bartal Eliasen, Poul N. Poulsen, Áki Petersen –Karl Løkin ■, Høgni Zachariassen – Dánjal á Lakjuni (Kristoffur Jakobsen, 85.), Fritleif í Lambanum (Bogi R. Petersen, 65.), Nenad Saric (Ari Ó. Ellingsgaard, 75.) – Clayton Soares ■ 1-0: Jákup á Borg br 36. Dómari: Nermin Cisic (Svørríki) (1-0) 1-0 »B36 heima toppa, vóna nú írar sokka« SMS til 3. hálvleik Allan Enghamar HB-fjeppari So misti man aftur stig í odda­ stríđnum, men vit geva okkum ikki. Nógv stig eftir at spæla um. fjeppara sms Jóannes Niclasen B36-fjeppari Haldi tað kom inflation í hasi 2 stigini í skuldi verða á muni millum B36 og HB sambart Heðin Askham, eftir dystin ímóti HB...! Dreingir nú er skjótt so verður tað at man hevur hug at vera stoltir av tykkum..enn prógva tit hvat tit eru gjørdir av.. ein fyri allar,allir fyri ein HVÌTIR fjeppara sms Mynd: Álvur Haraldsen