mánadagur 30. juni 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Nólsoyar Manskór hevur
trý ár á baki, og tíðliga í fjør
vár var avgerð tikin um at
gera eina sangferð til Ís
lands í summar. At tað júst
var Ísland, ið varð valt, er
ikki so løgið, tí stovnarin av
manskórinum er íslendskur
tilflytari - og við konu, sum
er hálvur nólsoyingur.
Vant hevur verið dúgliga,
síðan kórið sá dagsins ljós.
Sangararnir í Nólsoyar
Manskóri eru um 20 í tali,
tó at tað ikki liggur fyri hjá
øllum at møta hvørja ferð,
vant verður. Nú leiðin ber til
Íslands, eru tey umleið 20,
sum fara avstað.
Dansibólkur
Nólsoy hevur átt góðar
kvøðarar, og við í ferðalag
num til Íslands hesaferð
verður eisini ein dansibólkur
úr Nólsoy.
Úr Nólsoy verður sagt, at
dansispølini verða Sandoy
ardansur, Gamla Keta, Ríða
Ediling og Bandadansur,
og so verður rundað av við
nøkrum fáum ørindum úr
ymsum kendum og minni
kendum kvæðum.
- Nøkur ørindi verða tikin
úr Grettirs kvæði, úr Fugla
kvæðnum, Orminum Langa,
Harra Pætur og Elinborg,
Torkils døtur, Ólavur Riddara
rós, Leivs kvæði og Flóvin
Bænadiktsson.
50 fólk tilsamans
Úr Nólsoy verður sagt, at
samlaða ferðalagið, sum fer
til Íslands við Norrönu miku
dagin, telur umleið 50 fólk.
Ferðalagið verður aftur
í Føroyum fríggjadagin 12.
juli.
Nólsoyingar
leggja nú
seinastu hond
á verkið, nú teir
mikukvøldið
fara sang- og
dansiferð
til Íslands
Nólsoyingar til Íslands
á sang og dansiferð
Gamla rættin vánalig og skitin
Toftafólk
eiga nú
Váðastein
Vilmund Jacobsen
Nógv fólk var samankom
ið á bryggjuni við Tofta
gjógv seinasta mikukvøld,
tá línuskipið Váðsteinur
fyri fyrstu ferð legði at
landi á Toftum, eftir at
toftamenn hava keypt
skipið.
Tað var Nes kommuna,
sum skipaði fyri hátíðar
løtuni, har Nes sóknar
Hornorkestur
spældi
nakrar hátíðarligar tónar,
Jóhannus
Danielsen,
borgarstjóri í Nes kommu
nu, helt røðu, og Niclas
Davidsen, reiðari, greiddi
frá keypinum og beyð
øllum umborð at síggja
skipið.
Viðheftu mynd eigur
Nes kommuna.
Vilmund Jacobsen
Seinastu árini hevur gamla
rættin á Borðuni í Nólsoy
verið lítið nýtilig. Tí hava
menn tikið sær um reiggj í
ár og hava í fleiri leygardar
á rað arbeitt við at smíða ei
na nýggja rætt.
Sagt verður úr Nólsoy, at
næstan á hvørjum ári hev
ur verið neyðugt hjá mon
num - meira ella minni - at
byggja rættina upp aftur,
tí hon í uppgangi fer illa av
brimi.
Gamla rættin var við
árunum
eisini
vorðin
ógvuliga skitin, og tað var
ikki hugsingur um at fara
í rættina - uttan fyrst at
vera klæddur í oljuklæði
frá toppi tll á.
10 leygardagar
Við
in.fo
sigur
Olfrid
Jacobsen, seyðamaður, at
seyðamenn og eigarar av
Borðuni seinstu 10 leyg
ardagarnar á rað hava
verið har suðuri og smíðað
nýggju rættina.
Næsta leygardag verður
ætlandi farið í royting á
Borðuni, og tá ætla nólsoy
ingar á fyrsta sinni at royna
nýggju rættina.
Runavíkar kommuna bjóðar til navnakapping
í samband við verkætlanina at savna verandi
ítróttarhøll og nýggju fimleikahøllina.
Kappingin
um navnið hevur áður verið boðið út, men ynskir
kommunan eitt breiðari úrval at taka støðu til
Mikudagin
klokkan 18 skipa
Sunda kommuna og
Fólkaheilsuráðið fyri
gongutúri út á Pollin
í Saksun. Túrurin er
lættur, og øll kunnu
verða við
Meginparturin av
manskósinum og
dansibólkinum
avmyndaður í Nólsoy
sunnudagin
Mynd: Evy T. Nielsen
Næsta leygardag verður nýggja rættin á Borðuni í Nólsoy
roynd á fyrsta sinni, tá menn fara at royta seyðin
Nýggja rættin á Borðuni í Nólsoy er gjørd úr timbri