Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar Óli Joensen 70 ár 1 juli fyllir Óli Joensen, vanliga nevndur Óli í Hesti 70 ár. Óli er føddur 1 juli 1944, for­ eldur hansara vóru Sanna Joen­ sen og Jóhannes Martin Joen­sen, mamman ættað av Velba­stað, og pápin úr Hesti. Óli er ynskt av 4 systkum, tey vóru Thea, Jógvan og Herdis sum doyði bert fáar dagar gomul. Óli vaks upp í einum trygg­ um heimið, í bónda­húsi­num Uppi í Stovu úti í Hesti saman við foreldrum og systkum.Har luttók Óli í øll­um arbeiði, sum hoyrdi ein­ u­m bóndahúsum til. Sum ungur fór Óli í læru sum timburmaður í Havn hjá Hans Hilmar Dam. Sjóðlívið bleiv hóast tað hansara lívs­yrkj­ið. Óli silgdi í fleiri ár við John Dam sum skipara bæði undir Grønlandi, New Found­ landi og við Svalbard. Fyrst við Baki, Vesturvarða, Suður­varða og síðani við rækju­skipi­num Fame. Fyri Óla vóru tað góð ár ímeðan hann silgdi við John Dam sum skipara, tíð mangan enn tann dag í dag, hoyrir man Óla tosað um tað góðu tíð­ina á sjónum, saman við John Dam og øðrum góðum monn­ um. Tá Óli gavst at sigla við trol­ara, ognaði hann sær útróðr­ar­bát sum hann róði hann út við . Óli hevur í fleiri ár verið grindaformaður fyri suðurstreymoyar sýðs­lu, umframt tað hev­ur hann eisini verið øki­s­ um­b­oð í Føroya Fiski­manna­felag, og er hann eisini kirkju­ráðs­limur fyri suður­streym­oy­ar presta­gjald. So sigast kann at hann hevur havt fleiri álitis­tørv. Vit vilja ynskja Óla hjarta­liga til lukku við føðingardegnum við ynskj­um um eitt blítt lívskvøld. K 70 ára føðingardagur 16. Juli verður Mira Pauletta Olsen 75 ára gomul. Dagurin verður hildin heima saman vid familjuni. Gullbrúdleyp 1. juli hátíðarhalda Karin og Mattheus Fossdalsá gull­brúd­leyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Matvøruútbúgvingin: Frá vinstru: Johnny Solmunde Olsen, Anna Viðstein, Beinta Mikkelsen, Marius Nystrøm Hansen, Annika Johansen, Ólavur Horn, Sylvan Jakobsen, Jákup Oluf á Lakjuni, Beinta Napolionsdóttir, Anna Maria Martinsdóttir, Kristiana í Króki Eliasen, Teitur Hendrikson og Olivia Hansen. Á myndini vanta Aksel Skoubo Godfred, Elin Mouritsen, Kristian Hanus Weihe og William Sigurð Olsen. Hesir hava staðið skiparaútbúgving á Sjónámi Aftara rað f.v.: Jóhann Kartni Johannesen, Nesi, Hugo Skorastein, Leirvík, Jógvan Salomon Johannesen, Leirvík, Jógvan Højgaard, Klaksvík, Johannes Ólavsson, Tórshavn, Magnus Pauli Lassen Nybo, Viðareiði og Heri Vitalis Joensen, Klaksvík. Fremra rað f.v.: Hanus Kjølbro, Leiðari, Martin Mohr í Grund, Syðrugøtu, Rógvi á Tjaldrafløtti, Klaksvík, Leif á Stongunum, Klaksvík, Karsten Joensen, Klaksvík, Jákup Erik Johannesen, Syðrugøtu, Attli Tróndheim, Glyvrum, John Meinhard Jarnfoss, Tórshavn og Kári Larsen, Lamba. Hesir tríggir fingu virðislønir fyri gott avrik: 1. Jóhann Kartni Johannesen 2. John Jarnfoss 3. Attli Tróndheim HT-prógv 25.juni 2014: Aftast frá vinstru: Jens Petur Tróndarsson, Pætur Sigvardsen, Heðin Gunnarstein Poulsen, Niclas Brixen Vágsheyg, Kristinn Akursmørk, Jan Sigmarsson Jacobsen, Heðin Tórstún, Martin Didriksen, Búgvi Felix Mikladal og Sam Elttør. Miðraðið frá vinstru: Einar Gregersen, Jón Müller, Tummas Vang Magnussen, Bjarni Matras Petersen, Dávur Magnussen, Poul Johnsson Færø, Jógvan Olsen, Hávarður Vinjardson Guttesen og Baldur Meitil. Fremst frá vinstru: Judith Ellingsgaard, Fanny Niclasardóttir Elttør, Katrin Biskopstø Klein og Monika Biskopstø. Brúdleyp Leygardagin 26. Juli kl 15 giftast í Fríðrikskirkjuni á Toftum, Anna Nielsen Keypmannahavn og Ari Lamhauge Lambareiði. Brúdleypið verður í skótahúsinum við Løkin í Runavík kl 17. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinarligast biðin um at ringja ella senda sms til Annu tlf +45 53103502 ella Ara +45 53103501 (229825 aftná 8. juli) ella senda eini boð á facebook. Seinasta freist er 12. juli. Vh Ari og Anna Brúdleyp Leygardagin 19. juli giftast Karin Bech av Argjum og Teitur Krog Dalsgaard úr Skálavík. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 14. Veitslan verður í Starvsmannafelagnum kl. 18 fyri innbodnum. Silvurbrúdleyp Leygardagin 26. juli hava vit veri gift í 25 ár. Dagurin verður hildin sama dag í Meinigheitshúsinum í Havn kl. 19.00. Tey, sum vilja halda dagin saman við okkum, verða biðin um at siga frá á telefon nummar 317216 ella 517216 áðrenn 12. juli. Vinarliga Sólbjørg og Pauli