Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjørtu okkara gráta sáran, nú vit mistu teg, og á ein so syrgiligan hátt. Tað kennist tómt, nú okkara flokkur er skerdur. Vit vóru seks systkin, at tú ikki longur ert ímillum okkara, og at vit ongantíð aftur skulu møtast her, er so óskiljandi. Vit mistu pápa okkara á ungum árum, tað gjørdi líkasum, at vit eftir tað, hildu nógv saman sum familja. Mamma elskaði at samla sín flokk. Hóast mangan rokaligt, tá ið børnini vóru smá, og fleiri teirra javngomul, so livdi mamma mitt í verðini, tá ið hon hevði øll rundan um seg. Takk fyri mamma, at tú so mangan hevur samlað okkum. Hesar løturnar hava eisini styrkt okkara samanhald, og tá ið vit nú líta aftur á, síggja vit, hvussu dýrabarar løturnar vóru okkum. Minnini eiga vit, tey eru mong og góð. Sum familja hava vit ferðast land og ríki runt og altíð havt tað stuttligt saman. Fyrst bara vit, síðani við makum og tí stóra barnaflokkinum, sum vit eru vælsignaði við. Mangan sótu vit og flentu, ja so tárini runnu, vit hava altíð dugað væl at hugnað okkum saman. Seinast vit systkini vóru saman, tilrættisløgdu vit ein túr til suðuroynna nú í juli, tú var so spentur Birgir, ynskti at fáa ein frásøgumann at greiða okkum frá familjuni og ymiskum í Sumba, hagana abbi okkara var. Góði Birgir, tú hevði fingið staðfest alzheimers sjúkuna, sum longu var byrjað at taka teg frá okkum. Í mun til sjúkuna vart tú fyrimyndarligur, tú goymdi einki, var opin og erligur og bar tað so virðiliga. Tú hevði nógv at læra okkum, tú dugdi so væl at liva bert dagin ídag. ”Vit eiga ikki morgindagin”, segði tú so mangan, ”liv tí í dag!”. Sangurin sum Teddy Petersen sang til jarðarferðina, ”One day at a time sweet Jesus”, hóskaði so væl til tín. Tað var, sum vart tú klárur hvønn dag at fara hagani. Góði Birgir tað hava verið tungir dagar, síðani tú doyði, vit hava øll verði saman fleiri ferðir. Vit hava grátið saman, tosa saman og flent saman. Ja í sorgini eru vit styrkt sum familja, við minnunum um teg. Vit hava mint hvønn annan á týdningin, at vera góð við hvønn annan og liva í nú'inum, júst sum tú segði. Tómt verður uttan teg, góði Birgir bróðir, men vit líta frammeftir og uppeftir og gleða okkum til at vit aftur ein dag kunnu síggjast øll somul. Hvil í frið Birgir, og takk fyri alt, sum tú vart fyri okkum. Má Jesus styrkja okkum øll sum sakna teg í dag. Malena, Regin, Kári, Conny og Majbritt Takk góði Birgir! Nøvn tiltøk Gudstænastur sunnudagin 6. juli Havnar kirkja: kl.11, Niels P. Danielsen Hoyvíkar: kl.11, Sverri Steinhólm Vesturkirkjan kl. 11.00: Derhard Jógvansson. Kirkjubøar kirkja kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Altargongd. Christianskirkjan kl.11.00 Fríðleif Lydersen Kunoy kl.12.00 Marjun Lómaklett altarg. Árnafjørður kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin 6. juni kl. 11.00: Gudstænasta. Sunnudagin 6. juni kl. 18.00: Møti www.koma.fo Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Evangeliihusið Sunnudag 6. juli kl. 11 morgunmøti Lívsins Orð, Runavík Skrá fyri vikuna Týskvøldi kl.19,30 Bønarmøti Mikukvøldi kl.20.30 Ungdómsmøti Sunnumorgun kl.10,.30 Møti Øll hjartaliga vælkomin Ebenezer Sunnumorgun kl. 11: Minnismáltíð Harrans (barnaansing) Sunnudagsskúlin er farin í summarfrí Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti Mikukvøld kl. 20: Læru- og bønarmøti Í summar verða ungdómsmøtini leygarkvøld kl. 20 Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Missiónshúsið í Skopun Mikudagin kl. 19.30 bønarløta. Kl. 20 bíbliutími. Sunnudagin kl. 18 møti v/Jóhannu Sofíu og Kristian Hentze. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheidshúsi í Havn Tysdagin kl 20.00 Bønarløta og andakt Sunnudagin kl 18.00 Møti v/Jónhard Jógvansson Pílagrímslongsul Sangur Marjun Petersen KATÓLSKA KIRKJAN viku 27 Mikudag verður messa í Kerit kl. 6.45 Leygardag verður messa í Kerit kl. 11.30 Sunnudag messa kl. 11 v/ Justinus Pech, prestur í Mariukirkjuni. Aftaná messuna verður ein kaffemuður. Tilbiðjan av Heilaga Sakramentinum í Kerit frá kl. 17 til 18. Øll eru vælkomin. www.katolsk.fo lýsingartorgið Amboð Minigravari til leigu Vælegnaður at arbeiða í kjallara, at grava rennur o.a. brekkari og minidumpari kunnu fylgja við Stendur á vogni 213992 Arbeiði Húsasmíð Eg átaki mær ymiskt innan húsasmíð,so sum gera garagu,hjall og úthús ella skifta tak,vindeygu,húsaklædning v.m. Ring og hoyr nærri:) 585585 Eg máli í Havn Hoyvk og Argjum uttandura Eg gevi hægstu dygd, Besta prís,og stutt bíðitíð. Eg havi drúgvar royndir við málaraarbeiði. Ring og fá eitt tilboð. 592976 - 210995 BETONG SAGING Tlf: 560056 Vit saga út fyri vindeygu, hurðum,garageportur, ventilatiónshol o.a,ring og fá ein góðan prís.www. 2xj-bygging.com 560056 Ung pige i huset í Norðursælandi Viðvíkjand lýsing við somu yvirskrift aðrastaðnis í blaðnum: Vit eru í Føroyum 2.-12.juli.Sig frá skjótast gjørligt um áhugi er. +4528922575 / manijeh.elsa@gmail. com Ung pige i huset í Norðursælandi Er tað ein fryntilig ung genta - ella kanska tilkomin kona - sum dugir væl at halda hús, og er sera góð við børn, og vil hjálpa beiggjan og okkum? +4528922575 / manijeh.elsa@gmail. com Býli í Føroyum Stór hús til sølu í Sørvági Stór vælhildin hús til sølu í Sørvági, í 2 hæddum. Stórur køkur, 6 sovikømur, 2 badiverilsi og stór stova og útistova. Gód stór garaga. 511956 Íbúð við fantastist útsýni Íbúð við boblibað til 1-2 persónar á Velbastað við praktfullum útsýni:4.000kr/mán + el,hita. Depositum krevst.Ring beinanvegin. Verða í Føroyum 2-12/7 +4528922575 / manijeh.elsa@gmail. com Friðarligt par søkir íbúð/hús til leigu fyri max 6000,- um mánaðin við øllum, helst í Tórshavn, Argir, Hoyvík. Vit fara væl um og hava eingin húsdjór, samt gjalda til tíðuna. 580068 Hús í Klaksvík til leigu Stór hús/íbúð til leigu miðskeðis í Klaksvík. 4 kømur, stovur, køkur, baðirúm v.m. Alt í besta standi. 595506 Hús til leigu Góð hús á vestara armi á Skálafjørðinum, til leigu frá 1august til friðarlig fólk,sum fara val um. Skriva til bill.mrk Bil.mrk.23-06-14 Býli uttanlands Íbúð til leigu á Øresundskollegienum 3 rúms íbúð við øllum hentleikum til leigu í tíðarskeiðunum 1/7- 13/7, og aftur frá 16/7-13/8. 2 x dupult songjarpláss og 1 juniorsong. z130236@ucc.dk +4550490455 Íbúð til leigu á Frederiksberg. Deilig íbúð til leigu í nakrar dagar í senn, á Fredriksberg. 15 min. við bussi til miðbýin. Liggur tætt við zoo hava. Handil er niðast í bygninginum. 313799 Summarhús í Hou, Aalborg til leigu í viku 28 og 29 Hús til leigu í Hou frá 5. juli til 19. juli, liggur fáar min. gongutúr frá badistr.,handlum, loppumarkn.o.ø, húsal., kr. 2000,- pr.viku írokn forbr. houbo@live.dk Matur Vistfrøðislig egg Vistfrøðislig føroysk høsnaregg, fáast til keyps Tlf 313392 Pløgg 2 Gentubúnar 2 Føroyskir gentubúnar komplettir við møtli og silvur. Annar 10/12 og hin 16/17, seljast um hóskandi prísur fast. 371011 - 571011 Kvinnubúni til sølu Kvinnubúnið við silvuri og mótli, stødd 38. Til sølu Áhugaði kunnu ringja Tlf 262404 Ymiskt Lágprís Plastvindeygu og Hurðar Bílig vindeygu Týsk góðska á profilum og besløgum íð lyggja fjøld inni í karminum.Harvið ongin rustur. Ring og fá eitt tilboð: jonhardv@ gmail.com 004531341240 - jonhardv@gmail. com Jørð matr. nr.798a vidd.5.903 kv.m í Froðba Til sølu, um hoskandi boð fast. 371011 -571011