Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Smærri fyritøkur mugu fáa hjálp frá útlendingum – Teir føroysku íleggjararnir eru óførir at hjálpa smærri fyritøkum við at fóta sær. Men tá ið vørurnar skulu seljast uttanfyri Føroyar klára føroysku íleggjararnir ikki at lyfta uppgávuna, heldur Niels Juel Arge, sum í dag arbeiðir við at fáa útlendskar íleggjarar at seta pening í føroyskar fyritøkur. Barbara Holm Fram til januar í ár var Niels Juel Arge leiðari á Corporate Finanse deildini hjá Bank Nordik, sum arbeiddi við keyp og sølu av fyritøkum og at útvega íløgupening. Tá var Niels Juel Arge ein teirra, sum fekk avtalu við BP Castrol um at seta pening í føroysku KT-fyritøkuna Decision3. Eftir at deildin varð nið­ ur­løgd í BankNordik hevur Niels Juel Arge starvast inn­ an sama økið, tó fyri sína egnu fyritøku Kompar. – Áhugin fyri føroyskum hug­skotum og smærri fyri­ tøk­um – serstakliga innan KT og fiskivinnu – er stórur. Av­bjóðingin er bara at finna røttu samstarvspartnararnar, sig­ur Niels Juel Arge. Undirmeta marknaðarføring Niels Juel Arge heldur, at størsti trupulleikin hjá smærri føroyskum fyritøkum er, at tey undirmeta týdningin av at marknaðarføra sínar vør­ur. – Tað er ikki nóg mikið at hava eitt gott hugskot. Vit noyð­ast út í heim at greiða teim­um stóru íleggjarunum frá okkara vørum, sigur Niels Juel Arge. Hann vísir á, at Decision3 megn­aði at selja sína vøru til BP Castrol, og hevur nú allar dyr opnar til heims­markn­ að­in. – Føroyskir íleggjarar koma til eitt punkt, har tey ikki kunnu lyfta tað víðari. Tá tey skulu út at selja tað, so er tað trupult uttan at fáa onkr­ar samstarvspartnarar í útlondinum, sum kenna til markn­aðirnar, sigur Niels Juel Arge. Hann vísir á, at einki hug­ skot í heiminum hevur selt seg sjálvt, og tí er neyðugt at umhugsa hendan partin ógvu­liga gjølla. Samstundis vís­ir hann á fyritøkuna hjá Kaj Joensen, sum Sosi­alurin skrivaði um í mána­dags­blað­ num. – At Kaj Joensen hevur megn­að at fáa Mærsk Sup­ pli­ers sum kunda er ein fant­astisk styrki hjá honum, men kortini hevur hann fyri neyðini at fara út og markn­ að­arføra sína vøru, sigur Niels Juel Arge. barbara@sosialurin.fo Størsta avbjóðingin hjá smærri føroyskum fyritøkum er at síggj­ast aftur í rúgvuni. Í dag fáa stóru íleggjararnir og fyri­ tøkurnar utt­an­lands tús­undtals fyri­spurn­ing­ar um samstarv, men Niels Juel Arge heldur, at føroyskir upp­finn­ar­ar eisini hava ein góð­an møgu­leika, um bert teir fáa sítt hugskot fram rætta stað. Útlendsku íleggjararnir settu ferð á Dánjal Jákup Jacobsen er stovnari av fyritøkuni Decision3, sum fyri stuttum fekk útlendska fígging frá fyritøkuni BP Castrol. – Ein íleggjari av hesari støddini gevur okkum møguleikan at seta ferð á, og vaksa um fyritøkuna skjótt, sigur Dánjal Jákup Jacobsen. Barbara Holm Dánjal Jákup Jacobsen og tveir aðrir verkfrøðingar stovn­settu Decision3, og síð­ ani 2007 hevur hann verið stjóri í fyritøkuni. Tá ið BP Cas­trol úr Bretlandi setti pen­ing í fyritøkuna, fekk hon bein at ganga á. – Ein fyrimunurin er sjálv­ andi pengarnir. Tí ein so stór fyri­tøka hevur eisini møgu­ leik­an at koma við eyka fígg­ ing, um tað gerst neyð­ugt, vís­ir Dánjal Jákup Jac­ob­sen á. BP Castrol er kent sum ein tann størsta fyritøkan innan smyrji­olju, og tískil hevur fyri­tøkan nógvar kundar kring allan heimin. – Umframt pengarnir kem­ ur ein slíkur íleggjari eisini við góðum strategiskum hug­skotum fyri hvussu vit kunnu vaksa um fyritøkuna á besta hátt, og góðum net­ verki, sigur Dánjal Jákup Jac­obsen. Mugu vera samd Dánjal Jákup Jacobsen held­ ur, at tey í Decision3 hava verið heppin í teirra sam­ starvið við BP Castrol. Sam­ stund­is vísir hann á stóra týdn­ingin av, at fyritøkur og íleggj­arar tosa væl saman, áðr­enn avgerðir vera tiknar. – Tað hendir í summum før­um, at fyritøkur fara uppá kom­promis fyri at tekkjast íleggj­arum, og tá kann til­ gongd­in vera ógvuliga stræv­in, sigur Dánjal Jákup Jac­obsen. Eisini kemur tað fyri, at leiðsluformurin verður tyngri, og tískil vera avgerðir tyngri at taka. Men um fyri­ tøk­an og íleggjarin hava somu framtíðarætlanir, so er tað ein stórur fyrimunur fyri tær smáu fyritøkurnar, at fáa ser­kønar íleggjarar uppí. Íverksetan Dánjal Jákup Jacobsen