Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit koma øll til Paris Hósdagin súkklar føroyska Team Rynkeby umborð á Norrønu, og úr Hirtshals verður kósin sett móti Paris. Súkkluliðið í eyðkendu, gulu blusunum hevur gjørt mun í tilvitskuni hjá fólki og meira natúrligt er at tosa um krabbamein í dag, metir Aksel Haraldsen, súkklari og samskipari á føroyska liðnum meldurin Jón Brian Hvidtfeldt Fyrireikingarnar eru lidnar, sein­ asta felags venjingin var mána­ kvøldið og nú telur tíðin niður til frá­ferð. 35 súkklarir eru til reiðar til túrin, ið endar á Champs-Élysées í Paris 11. juli. Fyri føroysku súkklararnar var natúrligt at byrja túrin í Klaksvík, ítøkiliga við Helnabrekku og undir Kráarbrekku, sum millum manna hevur fingið navnið Rynkeby. Úr brekkuni í Klaks­vík til høvuðs­ gøtuna í franska høvuðs­staðnum skulu tey 35 súkkla fleiri enn 1200 kilometrar. – Jú, vit eru øll væl fyri og vit klára øll at gjøgnumføra túrin til Paris, sigur Aksel Haraldsen við sann­føring í røddini. Aksel Haraldsen er ein av stig­ tak­arunum til føroyska Team Rynkeby, og í tí sambandi súkklaði hann sjálvur túrin til Paris í fjør­ summar. Talan er ikki um kappsúkkling, men um ein felags túr, har føroyska liðið fylgist eftir einari rutu, har súkklað verður umleið 200 kilo­ metrar hvønn dag. – Sjálvandi er onkur betri fyri enn onkur annar, og liðið er heldur ikki sett við tí fyri eyga at finna bestu súkklararnar. Tvørturímóti skal liðið umboða ein breiðan skara í okkara samfelag, sigur Aksel Haraldsen. Við á túrinum eru eisini 10 hjálparfólk, sum taka sær av øllum tí praktiska og ganga súkklarunum til handa. Føroyska liðið er bara eitt av 26 liðum við 1153 súkklarum og 285 hjálparfólki úr seks londum. Liðini eru úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Norra, Avstralia og Før­oyum. Endamálið er at savna pengar inn til børn við krabbameini og fam­iljur teirra, umframt at stuðla gransk­ing innan økið. Tiltakið gav góðar 23 milliónir krónur í fjør. Byrjanin Team Rynkeby hevur røtur aftur til 2002, tá fyrsta liðið við 11 donskum súkklarunum setti kósina móti Paris. Fyri tveimum árum síðani varð farið undir at fáa eitt føroyskt lið avstað. Alfred Hummeland, Finn Danberg, Magnus Magnussen, Elmar Ósá og Aksel Haraldsen vóru stigtakarar, men striltið gekk tó at koma ígjøgnum nálareygað og sleppa upp í part hjá Team Rynkeby. – Vit settu okkum í samband við Poul Michelsen, sum er føroyskt um­boð fyri Rynkeby. Hann spark­ aði neyðugu dyrnar inn, og so var leyst og liðugt. Tó við tí treyt, at ein av okkum skuldi við á danska liðið fyrsta árið fyri at síggja, hvussu alt er lagt til rættis, greiðir Aksel Haraldsen frá. Tá avtornaði bleiv tað sum nevnt Aksel Haraldsen sjálvur, ið fór avstað. Samstundis fóru fyri­ reik­ingarnar til føroyska liðið av álvara ígongd, og fólk fingu høvi at tekna til. – Vit høvdu 35 pláss á liðnum, og ikki færri enn 140 fólk søktu um at sleppa við, so tað var sera positiv undirtøka, staðfestir Aksel Haraldsen. Av teimum upprunaligu 35 eru bara tvey avboð, nú farið verður avstað. Ein av luttakarunum gjørd­ ist sjúk í rygginum, meðan slitnu knøini hjá Poul Michelsen tá av­ tornaði ikki kláraðu stóru av­bjóð­ ingina at súkkla so nógv í heilar seks dagar. – Annars er hópurin hin sami. Vit hava vant nógv, bæði hvør sær og við felags venjingum, og flestu av okkum hava efitrhondini súkkl­ að á at kalla øllum asfalti í land­ inum, sigur Aksel Haraldsen. Sum liður í fyrireiðingunum hava tey lagt venjingarnar ymsa­ staðni kring landið. Eitt tilvitað val fyri at seta sum mest fokus á sjálvt endamálið við túrinum. – Síðsta vikuskifti súkklaðu vit til dømis í Suðri. Móttøkan var sera góð, eitt nú vitjaðu vit í Sumba, har tvey børn við tilknýti til bygdina annaðhvørt hava ella hava havt krabba­mein. Tað setir tingini í perspektiv, tá hesi børnini taka ímóti okkum, saman við lokal­sam­ felag­num, greiðir Aksel Haraldsen frá. Endamálið Yvirskipaða endamálið við Team Rynkeby er sum longu nevnt at hjálpa børnum við krabbameini og familjum teirra, umframt savna inn pengar til gransking á økinum. – Tað snýr seg um at seta fokus á ta góðu sakina. Síðstu árini er deyðiligheitin millum børn við krabba minkað úr 50 pro­sentum niður í 20 prosent, og tað er sera ...framhald á síðu 8 Túrurin byrjar í Rynkeby Nógv verður gjørt burturúr, tá føroyska Team Rynkeby liðið fer av landinum hósdagin. – Vit mettu tað vera upplagt at byrja túrin í Rynkeby, sigur Aksel Haraldsen. Skráin fyri dagin er henda: 11:00 Túrurin hjá Team Rynkeby byrjar í Rynkeby, Helnabrekka/Kráarbrekka í Klaksvík 13:00 Rynkeby súkklararnir koma til Runavíkar 14:30 Rynkeby súkklararnir koma til Oyrabakka 17:00 Rynkeby súkklararnir vitja Krabbameinsfelagið í Havn 18:15 Rynkeby súkklararnir vitja Landssjúkrahúsið 19:00 Rynkeby súkklararnir er á Vaglinum í Havn Á nevndu støðum verður skipað fyri tiltøkum. Rynkeby súkklararnir fara umborð á Norrønu seint hóskvøldið, og koma til Hirtshals um middags­ leitið leygardagin, og síðani verður kósin sett í ein sunnan. Mynd: Álvur Haraldsen