týsdagur 1. juli 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Jón Brian Hvidtfeldt
– Tað hevur týdning at fáa fokus
á liðið, eisini av hægstu rókum í
samfelagnum. Tí varð løgmaður
boðin við á fyrsta føroyska Team
Rynkeby.
Tað sigur Aksel Haraldsen,
súkklari og stigtakari til føroyska
liðið, sum hóskvøldið fer av land
inum.
Innbjóðingin er tó ikki meira
enn so, at løgmaður fær ongar ser
sømdir og rindar annars sjálvur fyri
túrin. Tó kundi hann sleppa undan
at súkkla við sponsor-nøvnum á
gulu blusuni, um serligt ynski var
um tað.
– Løgmaður fer avstað á jøvnum
føti við øll hini á liðnum, uttan
nakrar sersømdir. Hann hevur vant
sera nógv og hevur verið ótrúligur
allan vegin ígjøgnum, sigur Aksel
Haraldsen.
Hóast Kaj Leo Holm Johannesen
síðsta lítla árið hevur verið í fleiri
politiskum brotasjógvum, so er
politikkur ikki á skránni í Team
Rynkeby.
– Nei, her hevur ikki verið disku
terað politikk. Tað er bara blivið
soleiðis, sigur Aksel Haraldsen, sum
metir luttøkuna hjá løgmanni hava
stóran týdning fyri føroyska liðið.
– Hansara luttøka setir eitt eyka
fokus á liðið og tiltakið hjá okkum,
sigur Aksel Haraldsen.
Í Danmark hevur nærum verið
siðvenja at fáa nøkur ”kend” fólk
við at Rynkeby liðini á hvørjum
ári. Í ár eru eittnú politikararnir
Lars Løkke Rasmussen og Kristian
Thulesen Dahl viðaftur, umframt
fyrrverandi
fótbóltsspælarin
Thomas
Helveg
og
sjónvars
verturin Bubber.
jonbrian@sosialurin.fo
Kaj Leo Holm Johannesen er tann einasti, sum er boðin
við á føroyska Rynkeby liðið. – Hann hevur verið ótrúligur
undir venjing og sosialt, sigur Aksel Haraldsen
Løgmaður er ótrúligur
Føroysku
súkklararnir
hava
nakað at gleða seg til, tá tey
súkkla oman eftir Champs-
Élysées í Paris 11. juli. Fleiri enn
100 føroyingar fara til Paris.
Talan er eitt nú um familju og
vinfólk hjá føroysku súkklar
unum, ið ætla sær at standa og
taka ímóti.
– Hetta eru fólk, sum við vissu
ætla sær til Paris at taka ímóti,
sigur Aksel Haraldsen, sum
fegnast um stóru undirtøkuna.
Nógv verður gjørt burturúr,
tá Team Rynkeby kemur til
Paris. Eisini føroyska liðið fær
sín bás, og har er ætlanin at allir
føroyingarnir skulu hittast til
móttøkuna.
Súkklað
verður
eftir
Champs-Élysées og víðari til
Place Vauban, har Invalidkirkjan
liggur. Málið er sunnanfyri
kirkjuna og har fara væntandi
okkurt um 4000 fólk at taka
ímóti, tá súkklararnir koma
á mál umleið klokkan 15:30
seinnapartin 11. juli.
jonbrian@sosialurin.fo
100 føroyingar
taka ímóti
positivt.
Men
krabbameinsvið
gerðin fer illa við fólki, og tí mugu
vit gera alt fyri at bøta um viðgerð
ina. Tí er neyðugt framhaldandi
at granska innan økið, sigur Aksel
Haraldsen og heldur fram:
– Børnini við krabbameini hava
ikki ligið á sofuni, drukkið ella
roykt. Og tí snýr tað seg eisini um
at finna útav, hví tey verða rakt av
krabbameini. Tað snýr seg um at
knekka kotuna.
Aksel Haraldsen er sannførdur
um, at síðani føroyska Team
Rynkeby fór av bakkastokki, hevur
liðið megnað at seta økt fokus á
krabbamein.
– Tað er meira natúrligt at tosa
um krabbamein og tær avleiðingar
og avbjóðingar, ið sjúkan hevur
fyri sjúklingin og tey avvarandi.
Fólk hava staðið fram og tosa um
sína støðu, har sjúkan hevur rakt
familjuna. So jú, eg haldi at Team
Rynkeby hevur gjørt mun og hevur
verið við til at flyta nakað í somáta,
sigur Aksel Haraldsen.
Ein síðuvinningur við Team
Rynkeby er økt fokus á sunnari
lívsstíl. Allastaðni kring landið
hava fólk lagt til merkis eyðkendu
súkklararnar í gulu blusunum.
– Vit hava eina nokkso fátæka
súkklumentan í Føroyum. Men
eftir mínum tykki hava nógv fólk
funnið út av, at tað er bæði stuttligt
og gevandi at súkkla. Føroyar eru
eitt fantastiskt súkkluland við
vøkrum og reinum umhvørvi,
góðum
asfalti
og
avbjóðandi
brekkum, greiðir Aksel Haraldsen
engageraður frá.
Pengarnir
Luttakararnir á føroyska Rynkeby
liðnum gjalda sjálvi allar útreiðslur
av at vera við. Tey skulu hava eina
sera góða og lætta kappsúkklu
umframt aðra útgerð, tey skulu
hava klæðir og harumframt kemur
ferðin til Paris. Tilsamans kostar
hetta millum 15.000 og 20.000
krónur.
Pengarnir
røkka
til
Paris.
Afturat kemur heimferðin, ið lut
takararnir sjálvir taka sær av.
Harafturat koma pengar frá
sponsorum, umframt aðrar gávur.
29 sponsorar hava fingið sítt
navn á gulu blusurnar, og fyri tað
gjalda tey 20.000 krónur í part. Har
umframt hevur liðið fingið gávur,
bæði pening og útgerð til túrin,
umframt at pengar eru savnaðir
inn við stórum galladøgurða á
Hotel Føroyum og í sending á Rás2.
Samanumtikið hevur liðið savn
að saman millum hálva og eina
millión krónur, ið fara til Krabba
meinsfelagið og víðari til Børne
cancerfonden.
Næsta ár
Fyrsta árið við føroyska Team
Rynkeby hevur hilnast sera væl,
og tað hevur givið blóð uppá tonna
at halda fram. Tilmeldingin til liðið
næsta ár er opin, og heldur fram til
20. august. Fyrst í september fáa 35
súkklarir og 10 hjálparfólk boð um,
at tey sleppa avstað næsta summar.
– Longu nú er áhugin so mikið
stórur, at her er bíðilisti. Stemn
ingurin er sera positivur, so eg beri
ongan ótta fyri, at liðið eisini heldur
fram, sigur Aksel Haraldsen.
Fyrst í september verða allar
umsóknirnar gingnar ígjøgnum og
liðið sett. Sambært reglunum kann
í mesta lagi helvtin av liðnum í ár
sleppa avstað aftur næsta ár. Tað er
gjørt fyri at tryggja ættarliðsskifti
og varðveita breiðan áhuga.
jonbrian@sosialurin.fo
...framhald frá síðu 6
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Privat