Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ferðast 62°N Travel skipar fyri søguligari ferð til Noregs Flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Værnes, flogvøllin við Tróndheim, og haðani verður koyrt í bussi til Verdal Hotell, har gist verður í tríggjar nætur – við fleiri áhugaverdum útferðarmøguleikum Vilmund Jacobsen Í august skipar ferðaskrivstovan 62°N Travel fyri forvitnisligari og søguligari ferð til Noregs. Ferðin verður fyriskipað í samstarvi við ferðaskrivstovuna, Trones Touring í Noregi. Beinleiðis ferð Hetta er ein ferð, har flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Værnes í Noregi. Værnes er flogvøllurin, sum liggur við kenda býin, Tróndheim. – Farið verður úr Vágum týs­ dagin 19. august klokkan 10.15, og flogið verður aftur úr Værnes fríggja­dagin 22. august klokkan 18.45. 62°N Travel sigur, at hetta er ein søgulig ferð, har gist verður á Værnes Hotell í tríggjar nætur, og meðan ferðalagið er í Noregi, verð­ ur høvi at vitja ymisk kend og søgu­ lig støð í nærumhvørvinum. Vitja Stiklastaðir 62°N Travel vísir á, at allar tríggjar dagarnar, meðan gist verður á Værnes Hotell, verður møguleiki at gera útferðir. – Sama dag, sum ferðalagið er komið upp á pláss á hotellinum, gongur leiðin til Stiklastaðir, har framsýning við Ólavi Halga verður vitjað. Eisini verður túrur gingið í økinum. Tá komið verður aftur á hotellið um kvøldið, verður døgurði etin. Nidaros Dómkirkja Næsta dagin gongur leiðin til Trónd­heim, har ferðaleiðari vísir ferða­fólki býin, og her verður eis­ ini rundtúrur gjørdur í Nidaros Dómkirkju. – Ein løtt máltíð verður eisini á ferðini, eins og her verður avlopstíð hjá hvørjum einstøkum at uppliva býin. 62°N Travel sigur, at ferðaleiðari verður við allan túrin, og tá komið verður aftur á hotellið um kvøldið, verður døgurði. Gyldne Omvei Triðja dagin á ferðini verður koyrt túrin, Den Gyldne Omvei, tey rópa. Hetta er ein stórfingin túr­ur gjøgn­ um landslagið í Noregi. Steðg­að verður ymsastaðni á vegnum, har ymiskt mentanarligt er at síggja. – Steðgað verður eisini á Øyna­ parken, har ferðafólk fáa ein góðan bita. Lagt verður aftrat, at eftir góða bitan verður koyrt víðari til fleiri áhugaverd støð, og um kvøldið verður aftur døgurði á hotellinum. Inn í miðbýin Fjórða dagin, sum er dagurin, tá flogið verður aftur úr Noreg, verður eisini høvi at vitja býin, áðrenn farið verður við bussi á flogvøllin. – Vit fara av hotellinum um middags­leitið, og tá vit koma inn í býin, hava ferðafólk frí til at gera tað, tey vilja, til bussurin koyrir øll ferða­fólkini aftur á flogvøllin, sigur 62°N Travel. Heimferðin úr Værnes verður klokkan 18.45. vilmund@sosialurin.fo Langhúsið við Stiklastaðir Høvið verður eisini at vitja Nidaros Dómkirkju Øynaparken, har ferðalagið fer at eta