Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ferðast Vilmund Jacobsen Matstovan hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði er opin aftur fyri summ­ar­ ið, og verður nú opin til 15. august. – Um tað vísir seg, at nógv fram­ veg­is verður at gera tá, fari eg at hava longri opið, sigur fryntligi mat­stovueigarin. Vanliga er opið hvønn dag í summ­armánaðunum frá klokkan 12 til 21, og alt árið kunnu fólk seta seg í samband við hana, um tey ynskja sær ábit. Nógv eftirspurd Matstovan hjá Elisabeth á Viðareiði er nógv eftirspurd og hevur rætti­ liga fingið fótin fyri seg, nú 11 ár eru lið­in, síðan hon fór í holt við hetta virk­semi. – Tá eg í fjør hevði havt opið í 10 ár, var talið av vitjandi, sum hava fing­ið ein bita inni hjá mær, komið upp á heili 40.000. Elisabeth sigur, at tá eru tey ikki íroknað, sum hava verið inni á gólv­inum og lænt wc ella, sum hava spurt seg fyri um eitt hvørt. – Øll hesi 40.000 hava keypt sær ein bita – døgurða ella bara ein kaffi­munn – inni hjá mær. Góð útlit í summar Árið í ár teknar seg rættiliga væl hjá Mat­stovuni hjá Elisabeth. – Eg havi longu nú fingið rætti­ liga nógvar bíleggingar, og tí er best, at fólk, sum ætla at tryggja sær pláss á matstovuni í summ­ar, seta seg í samband við meg, skjót­ ari tess betri. Longu nú noyðist eg at hyggja í kalendaran, áðrenn eg sigi ja til fleiri gestir ein part av summarinum. Men, eingin skal halda seg aftur. Eg geri altíð mítt besta fyri at veita hvørjum ein­støk­ um viðskiftafólki eina so góða tæn­ astu sum gjørligt. Smyrja matpakka Elisabeth Nybo sigur, at fólk leita sær til Viðareiðis, tí tey eru nøgd við tað, tey fáa. – Men, tað er so sanniliga eisini vakra náttúran sum dregur. Hon vísir á, at tey selja eisini bólka­útferðir við matpakka og ferða­leiðara, og her eru fleiri møgu­ leikar, harav túrurin niðan á Enni­ berg er hin mest eftirspurdi. Aðrir møguleikar eru eitt nú Við­vík og Malinsfjall, leggur hon aftr­at. Góð matarskrá Á matstovuni á Viðareiði fæst eitt nú fiskur, fuglur, búffur og lamba­ rygg­ur. – Her verður eisini borðreitt við des­ertum, breyði, bollum, køkum og ísi, og alt er heimagjørt, sigur Elisa­ beth Nybo. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Tað er Ólavur Poulsen, sum sam­ an við konu síni, Astu, ið ger út­ ferð­ir­nar við Lakeside – hon við góðum mati og góðari tænastu innanborða, með­an Ólavur tekur sær av at sigla og at siga frá. Skoðsmálið, tey bæði fáa, er, at tey eru tiltikin blíð og duga væl at taka sær av teimum ferðandi. – Góða umdømið gev­ur okkum orku og er moti­ver­andi, men hetta er sam­stund­is forpliktandi, sum tey taka til. Altíð eftirmeting Ólavur og Asta Poulsen eft­irmeta altíð einstøku út­ferð­ir­nar og tosa um tað, sum var gott, men eisini um tað, sum kanska kundi verið betri. – Soleiðis hava vit roynt at funn­ið loysnir og hava gjørt nakað við tað, um vit hildu, at okkurt skuldi ver­ið øðr­vísið. Geniala konseptið við Lake­side er óbroytt, har tú und­ir góðum um­støð­um sigl­ir, samstundis sum tú kanst njóta tað, tú ynskir á ferð­ ini – alt frá einum heitum kaffi­ munni við Lakeside-køku til ein góðan døg­urða við øll­um. Á ferðini verður greitt frá ym­ isk­um, og hetta verður gjarna gjørt á ein lættan og skemti­ligan hátt. Eftir hesar upplivingar verð­ur far­ið í land. Gongutúrur Gongutúrurin í Oyrum er sum at vera í einum øðrum heimi – við fjøl­broyttum lands­lag, vatni, ljósi, lit­um, skugg­um og ljóði. Her verður áherðsla løgd á at sansa og at brúka all­ar sansir. – Tá hugurin reikar til nátt­ úru­kreftirnar, sum hava mynd­að lands­lagið, og vit síggja grótið og klett­arnar, sum brimið hevur flutt lang­an veg – ja, tá kenna vit okk­ um smá, ógvast og trúgva illa egn­ um eyg­um. Á ferðini vísir Ólavur á nógv­ ar klett­ar, serliga teir, sum eru slongdir nið­aneftir. Hæddarpunktið Bøsdalafossur og Geiti­skor­ar­ drang­ur eru hæddarpunkt á frá­ líku ferð­ini við Lakeside. – Túrurin er sum heild lætt­ ur og góð­ur at ganga, og fimi og hædd­ar­ræðsla er eingin forðan. Eg taki mær serliga væl av teimum, sum ikki hætta sær so væl. Hin­ veg­in ber eis­ini til at taka ein part av gongu­túr­inum og síð­an fara umborð aft­ur. Ólavur Poulsen vísir á, at veðr­ið hev­ur lítið og einki at týða á Lake­ side-útferðini. – Hetta er ein av styrkj­un­um við hes­um tilboði. Lendið er soleiðis hátt­að, at um tað er illfýsi, ber væl til at steðga á og njóta útsýnið og frá­sagn­ir, har tað lívir. Umborð aftur Tá komið verður umborð aft­ur á Lake­side-bátin, verður borð­ reitt við ymiskum góð­um, og siglitúrurin heim aft­ur hevur eisini sínar upp­liv­ing­ar við sær. – Tað eru mong, sum hava gjørt út­ferðina fleiri ferð­ir, og tað huga­ liga hjá okk­um er, at ferðafólk eru ikki minni nøgd við tær næstu út­ferðirnar. Tað er ein styrki við kon­sept­inum og Lake­side-út­ferð­ un­um, at tú sakt­ans kanst gera ferð­ina aft­ur – og aftur, siga Ólavur og Asta Poul­sen. 19 leðurstólar Lakeside hevur 19 leðurstólar, sum minna um stólarnar í flogførum, og her er gott pláss við borðið, sam­stund­is sum alt er ljóst og rúmligt. – Vit eru fegin um og takksom fyri góðu und­ir­tøk­una og um­ mæl­ini, sum vit hava fingið, og vit eru fegin um at hava givið um­leið 10.000 ferðafólkum góðar upp­liv­ ing­ar og minnir, siga Ólav­ur og Asta Poul­sen. Alt er heimagjørt á Viðareiði 10.000 fólk hava upplivað Lakeside Á Matstovuni hjá Elisabeth á Viðareiði fæst eitt nú fiskur, fuglur, búffur og lambaryggur. – Her verður eisini borðreitt við desertum, breyði, bollum, køkum og ísi, og alt er heimagjørt, sigur matstovueigarin Tá tú hoyrir navnið Lakeside, rennir tær til hugs, at tú hevur hoyrt ella upplivað, at útferðirnar eru góðar og geva tær stórar upplivingar. Tað eru mong, sum hava gjørt útferðina fleiri ferðir og hava verið minst líka væl nøgd tær seinnu ferðirnar Borðiskur… við fugli…. Ein ferð við Lakeside er ein uppliving fyri lívið