Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ferðast Í vár var Faroe Travel aftur á væl­ eydn­aðari fer í Ísrael, og um nóg nógv tekna seg, so verður næsta ferð­in í heyst. Farið verður úr Føroyum seinna­ part­in mánadagin 20. oktober. Gist verður eina nátt á Hilton hotel við flog­vøllin í Kastrup, áðrenn farið verð­ur við SAS beinleiðis til Tel Aviv. Fyrstu dagarnar verða vit í Jerú­ salem, har vit uppliva øll tey kend­ astu bíbilsku- og onnur søgulig støð. Farið verður eisini til kendu støð­ini við Deyða hav, áðrenn leiðin ligg­ur norður til hugnaliga og vakra Genesa­ret vatn, har avbera nógv er at síggja og uppliva, m.a. Jordan áin, Kapernaum, Golan, Nasaret og Kesarea. Seinastu dagarnar njóta vit á góðum hotelli við Miðj­ara­havs­ strond­ina. Til Ísrael við Faroe Travel Ferðaskrivstovan Faroe Travel, í miðbýnum í Havn, sum dagliga leggur ferðir út í heim til rættis, skipar eisini fyri bólkaferðum, m.a. til Ísraels, sum hevur hópin av søguligum og spennandi støðum at vitja. Landslagið í Galilea, og at sigla á Genesaret vatni er nakað heilt serligt Altíð er nógv fólk við Vesturmúrin, sum er heilagasta stað jødanna