týsdagur 1. juli 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
- Tú kanst siga, at Suðuroyggin er
í einum slagi av ongamanalandi
beint nú!
Tað sigur nýggi menningar
leiðarin av ferðavinnuni í Suðuroy,
Hans Fróði Hansen.
Hann sigur, at Suðuroyggin brýt
ur so frá øllum hinum oyggjunum í
landinum, at hon má roknast sum
nakað heilt fyri seg.
- Vit eru farin undir eina endur
skoðan av ferðavinnuni í Suðuroy,
og tann endurskoðan skal síggjast
aftur í tveimum strategium. Vit
ynskja at gera eina pakkaloysn fyri
»norðoyingar« - sum jú eru øll, ið
búgva norðan fyri Suðuroyarfjørð
- samstundis sum vit skulu hava
nakað at bjóða útlendingum, sigur
Hans Fróði.
Hann sigur, at allar kommunur
nar í oynni eru gingnar saman um
ferðavinnuna, og tí letur tað seg
gera.
- Vit arbeiða meira langsiktað,
skilt á tann hátt, at tað verður eing
in loysn her og nú. Men vit miða
heilt greitt fram ímóti at vera klár,
tá næsta vár nærkast, og kanska
áðrenn tað, sigur Hans Fróði.
Hann sigur, at Suðuroyggin er
avgjørt eina vitjan verd sum er, og
at nógv fólk brúka tann møguleik
an.
- Suðuroyggin er verd at vitja, og
hon er væl egnað til familjur, ella
bara til at slappa av í. Eg veit fleiri
fólk, sum hava verið eina vitjan
her suðuri, og tá tey traðka á land
í Havn kenna tey tað, sum hava tey
verið av landinum og ferðast, sigur
Hans Fróði.
Møguleikar frameftir
Hann sigur, at tað merkist, at føroy
ingar ferðast meira í egnum landi.
- Tað er ein sannroynd, og skulu
vit verða við har er neyðugt, at
vit tillaga okkum. Neyðugt er við
góðari kunning, og vit miða heilt
greitt fram ímóti, at Suðuroyggin
skal verða staðið, har føroyingar
ferðast innanlands, sigur Hans
Fróði.
Hann sigur, at Suðuroyggin lon
gu sum er hevur so ógvuliga nógv
at bjóða fram og vísa á.
- Vit eru einasta oyggj, sum hev
ur kolaminur, og vit hava eisini
fyrsta føroyska flaggið her suðuri.
Og so hava vit eisini savnið eftir
Ruth Smith, sum er nakað heilt fyri
seg, sigur Hans Fróði.
Og tað standa nýggir eg sera
spennandi møguleikar fyri framm
an eisini.
- Langhylurin í Vági verður
liðugur í heyst, og tað verður ein
uppliving fyri alla familjuna. Har
verður møgueiki at svimja, har
verður møguleiki fyri gosbaði, ja,
ein spenandi uppliving, sigur Hans
Fróði.
Og so ikki minst Saltsiloin, sum
fer at standa klár komandi ár.
- Hon er longu eitt trekkplástur
uttan fyri landoddarnar, og fer
sanniliga eisini at draga føroyingar
suður hendan vegin, sigur Hans
Fróði Hansen.
Tað er sjálvandi ein avbjóðing,
at seta alt hetta út í lívið, men tað
er upp til suðuroyingar sjálvar, um
tað eydnast.
- Spania hevur sínar ferða
oyggjar, sum t.d. Ibiza, Mallorca og
Tenerife. Danmark hevur t.d Born
holm og Samsø. So hví skuldu Før
oyar ikki havt Suðuroy sum sína
ferðaoyggj, sigur Hans Fróði at
enda.
Suðuroy farin undir
ferðavinnuætlan
Hans Fróði Hansen er menningarleiðari av ferðavinnuni í Suðuroy, og málið er heilt greitt:
Suðuroy skal frameftir gerast ferðavinnumálið hjá føroyingum innanlands
Mynd: Bjartur Vest
ferðast