Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað verður ofta ryst við høvdinum eftir landsins myndugleikum, hvus­ su teir at síggja til uttan fyrilit legg­ ja fótonglar í vegin hjá fólki, ið vísa eitt initiativ. Soleiðis kendist tað eisini hjá Jóan­nesi Patursson, tá hann beint und­an konsertini, við Múrin, fekk vitjan av Heilsufrøðiligu Starvs­ stovu­ni. - Alt var funnið at vera í lagi, men vit fingu kortini boð um, at vit ikki máttu tilgera ella borðreiða mat í Roykstovuni, tí vit búðu har, sig­ur Jóannes Patursson. Hetta var í 2009, og eitt ár seinni, í 2010, kom so hendan nýggja lógin, Heima­blídni, sum skuldi gera tað møgu­ligt hjá eitt nú Roykstovuni at tilgera mat. - Men har var so nógv undarligt uppi í, og tað var framvegis noktað okk­um at sleppa at gera mat við ymisk­um argumentatiónum. Vit kærdu so hesa avgerðina til vinnu­ kæru­nevndina, og vunnu ta kæru­ na. Men tá vóru longu tvey ár liðin, síðani lógin um Heimablídni var sam­tykt, sigur Jóannes Patursson. Tað hevur sjálvandi havt sítt at siga, ikki at sleppa at matgera hesa tíð­ina, og tað hevur eisini havt nega­tiva ávirkan. - Onkur journalistur royndi at spin­na ein enda burtur úr hesum eisini, og tað hjálpti ikki um. Men eg vil tó siga, at hóast negativu ávirkanina og ta sanroynd, at nógv hildu, at vit ikki hvdu oyvi at mat­ gera her í Roykstovuni, so eru vit tó endiliga komin hartil, sum vit vóru undan 2009, sigur Jóannes Paturs­ son. Bóndagarður Tá tosið fellur á Kirkjubø, fellur tað eisini náttúrliga á Múrin, gomlu Royk­stovuna og kirkjuna. - Tað er jú hetta, Kirkjubø er kent fyri. Men vit skulu eisini minn­ast til, at garðurin í Kirkjubø er eitt heilt vanligt festi, og at bónda­garð­ urin er eins og allir aðr­ir bónda­ garð­ar í Føroyum, sigur Jóan­nes Paturs­son. Hann hevur ikki mjólkineyt long­ur, men annars er alt sum á øðr­um bóndgørðum. - Vit hava seyðahald, og tað fer við eins mogvari tíð sum hjá øðrum bøndum. Eisini eri eg í ferð við at gera eina nýggja hegnskipan í haganum, og tað tekur eisini sína tíð, sigur Jóannes Patursson. Sum nakað nýtt og heilt spenn­ andi hevur Jóannes útvega sær nøk­ur fjallaneyt, sum ganga í haga­ num oman fyri Kirkjubø. - Hetta eru nøkur heilt serlig ney, Scottish Highland Cattle, sum eru sera harðfør og tola serliga nógv av. Tey eru eyka loðin, og krevja ikki so nógva føði fyri at halda seg heit, sig­ur Jóannes Patursson. Og tey hava eisini aðrar fyri­ munir. - Tey passa seg sjálvi, kálva sjálv­ ar og hava ikki fyri neyðini at vera inni nakra tíð á árinum. Eg havi tey sjálvandi í fyrsta umfari sum eina roynd, men ætlanin er, at tey skuu enda á døgurðaborðinum í Roykstovuni, sigur Jóannes Paturs­ son. Neytini eru lágvaksin, ikki ser­ liga stór. - Tað er næstan sum at hava ovur­vaksn­an seyð, sigur Jóannes Paturs­son. Mynstrið broytt Múrurin í Kirkjubø er í hesum døg­um undir umvæling, og tí er av­markað, hvussu nógv sæst av hon­um. - Men hann er so altíð opin, og tað er Roykstovan eisini. Kirkjan hevur eitt elektroniskt lás, sum let­ ur upp klokkan átta á morgni og letur aftur klokkan 20 á kvøldið, so tað er rættiliga ómakaleyst, sigur Jóan­nes Patursson. Hann sigur, at mynstrið av ferða­ fólki ernakað broytt seinu árini. - Fyrr var ferðasambandi so vánaligt, og tá komu fólkini av cruiseskipunum ofta til Kirkju­ bøar, og tá var væl vitjað inni í Royk­stovuni. Nú fara tey vanliga túr­ar, har tað ikki kostar nakað, og so koma tey ikki her, sigur Jóannes Paturs­son. Tey verða kortini biðin um at skipa fyri bæði døgurðum og kaffi og køkum. - Tað er fyri tað mesta landsstýrið ella aðrir almennir stovnar, ið bí­ leggja, ella ferðaskrivstovur, stovn­ ar og fyritøkur. Talan man verða um einar 60-70 døgurðar um árið, og tað svarar til eini 1.000 fólk, og nakað tað sama munnu vit hva til kaffi og køkur. Og tá er tað fyri tað mes­ta ferðaskrivstovur, ið bíleggja, sig­ur Jóannes Patursson. Annars eru dagliga nógv ferða­ fólk í Kirkjubø, og tey fara inn, har opið er. - Tað koma eisini fólk inn í Royk­ stovuna, og tað kostar 30 krónur. Men tað ber ikki til at standa har allan dagin, so ofta eru tað ferða­ leiðar­ar við, sum taka sær av tí, sig­ ur Jóannes Patursson. Tað eru fyri tað mesta før­oy­ ingar, ið bílaggja døgurða í Royk­ stovuni. - Er talan um útlendingar, verða bí­legg­ing­arnar oftast lagdar um­ vegis føroyska ferðaskrivstovu, sig­ur Jóannes Patursson. Hann fegnast tó um, at negativa ávirka­nin frá 2009 og fram nú er við at hasa av, og at fólk aftur vita, at mat­gjørt kann verða í Kirkjubø. Komin aftur har vit vóru í 2009 Tann negativa umrøðan, tað hevði við sær, at vit vórðu steðgað at gera mat í Roykstovuni, er nústaðni við at venda, og vit eru um at verða á tí støði, vit vóru, undan 2009, sigur Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø ferðast