Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Felagið bjóðar upplivingar á landi og sjógvi, og er serliga kent fyri bátin »Tornado«, sum er ein skjóttgangandi bátur til 12 ferðandi. - Vit sigla nógv til festivalar og stevnur um alt landið. Eisini sigla vit fyri stóru ferðamannaskipini, sum koma til landið. Vit hava gott og tætt samstarv við aðrar útbjóðarar á økinum og er hetta við til at styrkja um felagið, sigur Sigmund Signarsson frá RIB62. Ferðavinnuveitarin bjóðar seg fram til tað mesta. - Vit bjóða túrar kring alt landið. Báturin kann flytast á vogni og ger hetta at vit eru sera fleksiblir og kunnu í einari handavending flyta okkum frá pláss til pláss. Um tað tildømis ikki viðrar eystanfyri so ber til at sigla vestanfyri, sigur Sigmund Signarsson. Føroyar og føroyska veðurlagið er so skiftandi, at neyðugt er at vera fyrireikaður upp á hvat sum helst. - Eitt, vit hava lært hesu árini vit hava fingist við okkara virksemi, er, at tað alt árið er neyðugt at hava ein plan A og ein plan B. Hetta skyldast skiftandi veðrið vit hava í Føroyum. Tá tað er sagt, so er tað alíkavæl siglandi alt árið, tí vit hava nógvar góðar firðir, vit kunnu finna lívd á, og harvið sigla á, sigur Sigmund Signarsson. Nógv tiltøk RIB62 hevur betra munandi um umstøðurnar - Sum nakað heilt nýtt hava vit ogna okkum sethúsini niðri á Bakkavegi 2 á Velbastað. Hetta gevur okkum eitt ótal av nýggjum møguleikum. Her kunnu vit flóta bátin og hava so at siga báthylin fyri okkum sjálvar, sigur Sigmund Signarsson. Tað er sera náttúruvakurt, friðaligt og stutt at sigla út í Hest og Koltur, sum eru oyggjar, RIB62 ger nógvar túrar til. Samstundis er tað bert 10 minuttir at koyra til Havnar. - Vit hava nógvar ætlanir við økinum á Bakkavegi, sum vit stigvíst fara at arbeiða fram ímóti í tøttum samstarvi við mynduleikar og fólkið á staðnum, sigur Sigmund Signarsson. Sum er ber til at fylgja felagnum og virkseminum á facebook, har eisini er ein síða, sum eitur RIB62. - Felagið er í løtuni við at fáa nýggja heimasíðu, har fólk somuleiðis kunnu síggja hvat vit skipa fyri og hava at bjóða uppá, sigur Sigmar Signarsson. Sum nakað nýtt fara fólk at fáa møguleika at bíleggja og gjalda fyri atgongumerkir til tiltøkini á heimasíðuni, facebook og á kunning.fo <http://kunning.fo> . RIB62 bjóðar millum annað tiltøk/sigling í samband við: - starvsfólkadagar - polterabend - føðingardagar - privat festir - okkara egnu tiltøk - tykkara tiltøk - Hava fólk serlig ynskir so ber til samskipa hetta saman við okkum. Tað er bara fantasiurin sum setur grensurnar. Í okkara fantastisku náttúru ber alt til, sigur Sigmund Signarsson. Fyri tveimum vikum síðan varð skipað fyri Longsta degi í Koltri 2014 og ætlanin er, at hetta vónandi verður eitt afturvendandi tiltak. - Eisini hava vit eitt nú fleiri og fleiri summarútferðir og jólaborðhald, sum vit skipa fyri, sigur Sigmar Signarsson frá RIB62. Spennandi upplivingar á sjógvi og landi Felagið RIB62 er stovnað í 2008 og hevur síðan virka sum ferðavinnuveitari í Føroyum. Í mars í ár bleiv felagið nakað umskipað við tað, at Tóroddur Niclasen fór úr felagnum og Mortan Mortensen kom inn í staðin ferðast