Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 116 - 22. juni 2004 Nr. 116 - 22. juni 2004 25 Vágs Bóltfelag vil við hesi heilsan bjóða øllum vælkomnum á jóansøku. Okur bjóða aftur í ár eina fjølbroytta skrá, ið er komin til høldar í einum sera góðum samstarvi millum Vágs Bólt- felag, Vágs Svimjifelag, Vágs Kappróðrarfelag, Skótarnar í Vági og dansifelagið Jóms- víkingar. Okkara greiða mál er at leggja alla orku í at skipa so væl fyri, at stevnugestir og bygdarfólkið kennir seg væl. Okur gleða okkum at taka ímóti tykkum, okkara gestum úr bygd og bý, og vera saman við tykkum og njóta vikuskiftið - vónandi í røttum jóansøkuveðri. Fótbóltur, kappróður, tivoli, dansur, listaframsýningar, kon- sertir, skrúðgonga, midnáttar- sangur og mangt annað er partur av forvitnisligu tiltøkunum á jóansøku hesaferð. Hjá VB er stóra hæddarpunktið á jóansøkuni dysturin í 1. deild ímóti GÍ. Okur fara sjálvandi at spenna okkum út, fyri at geva okkara áskoðarum, og øllum jóansøkugestum annars, ein góðan dyst og leggja sjálvsagt doyin á at vinna, nú niður- teljingin til 100 ára dagin tann 5. juni 2005 er byrjað. Góða jóansøku Vágs Bóltfelag Tvey tey síðstu árini, síðani jóansøku í Vági seinast, hevur VS fingið góð úrslit og serliga hjá góðu ungu svimjarunum. Vit hava havt svimjarar til Orkn- oyggjar, Shetland, Føroyar kapp- ing í Hetlandi. Vit hava havt 3 dugnaligar og evnaríkar svimj- arar í Køge Open kapping í Danmark, har svimjarar høvdu góðar tíðir og fingu heiðurs- merkir. Vágs Svimjifelag verður 25 ár komandi ár og er møguliga eitt ungt felag í svimjihøpi, men vit royna, hóast vantandi venjarar, at halda stand og eggja svimjarum at halda áfram. Men nú er endi- liga ein glotti fyri framman, tí í summar hevur Vágs Svimjifelag fingið sáttmála við núverandi venjaran hjá Fuglafjarðar Svimji- felag, so nú røkist fyri, at nøsin kann setast upp móti gullmerkj- um og betri tíðum hjá svimjar- unum. Vágs Svimjifelag vil við hesi heilsu takka øllum stuðlum fyri dyggan stuðul, handlar og fyri- tøkur í Vági og aðrastaðni, men serliga ein tøkk til Vágs Komm- unu. Uttan tykkara stuðul hevði ikki verið møguligt at havt eitt svimjifelag í bygdini. Og ein ser- lig tøkk til Vágs Skúla fyri lán av hølum og amboðum. Hóast ring- ar tíðir vóna vit, at handilslívið í bygdini vil stuðla framvegis. Vágs Svimjifelag ynskir øllum jóansøkugestum eina góða jóansøku og svimjarum og foreldrum eitt gott komandi svimjiár. Við ítróttarkvøðu Vágs Svimjifelag Hjartaliga vælkomin á jóansøku øll somul Heilsan frá Vágs Svimjifelag En vøllur verður til; Nýggi fótbóltvøllurin á Eiðinum í Vági er liðugur og eru umstøðurnar nú fyrstafloks. Fyrst gamli vøllurin, arbeitt verður við at gera nýggjan vøll og nýggji og stásiligi vøllurin Myndir: D.Olsen C M Y K 25 24