týsdagur 1. juli 2014síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
51
Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SkeiðsDepilin
www.sd.fo
SkeiðsDepilin Janusargøta 1 | Postboks 3239 | FO-110 Tórshavn | Tel 318813 | info@sd.fo
Eftir- og víðariútbúgving
á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla
Skeiðsdepilin, sum nú hevur 13 ár á baki, er í dag ein hin størsti skeiðs útbjóðarin í
Føroyum. Vit hava Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Havn. Á Føroya
Handilsskúla á Kambsdali kunnu vit hava skeið fyri Eysturoynna og Norðoyggjar.
Eftir tørvi hava vit eisini skeið í Suðuroynni og í Vágum.Vit veita útbúgving á fýra
ymiskum økjum:
y
Leiðslumenning
y
Almenn fyrisiting
y
Merkantila økið
y
Tekniska økið
Les meira á sd.fo
Prosjektleiðaraskeið
08.SEPT. 2014 – 02.DES. 2014
Á fl estu stovnum og fyritøkum verða uppgávur í alt
størri mun skipaðar sum verkætlanir, tí er umráðandi, at
leiðarar og lyklastarvsfólk duga projektleiðslu.
Skeiðið er skipað sum 5 modul:
y
Prosjektleiðsla - eitt fyriskipanarligt (organisatorisk)
sjónarmið
y
Prosjektfyrireiking
y
Prosjektstýring
y
Praktisk lýsing av prosjektum
y
Luttakaraprosjekt
Navisionskeið fyri bókhaldarar
(NAV 2013 útgávan)
10. OG 11. SEPT 2014
Nógv nýtt er hent í nýggjastu útgávuni av Navision. Til
dømis er øll brúkara fl atan (skermmyndirnar) broytt til
eitt meira grafi skt layout og tættari integratión er gjørd til
Microsoft amboðini Outlook, Word og Excel. Hetta letur
upp fyri nógvum nýggjum hentleikum.
Undirvíst verður við føroyskari uppsetan av skipanini
og er sett saman soleiðis, at hon hóskar til allar
vanligar føroyskar fyritøkur, og harvið gerst frálæran so
veruleika kend og brúkilig sum gjørligt.
Skeiðið fevnir um hesar høvuðspartar, har farið verður í
dýpdina innan:
y
Fíggjarbókhald
y
Søla
y
Keyp
y
Goymsla
Føroyskt skeið fyri útlendingar
17. SEPT. 2014 – 8. APRÌL 2015
Skeiði er ætlað øllum, sum hava avmarkaðan førleika í
føroyskum, harundir útlendingum í Føroyum.
Endamálið við hesum skeiðnum, er at geva tær eitt
grundstøði í føroyskum í lesing, talu og skrift.
Støðið er eitt veruligt byrjunarstøði – einføld orð og
setningar – og so hvørt sum førleikin økist, hæðkar
støðið stigvíst. Skeiði fevnir um 80 undirvísingartímar og
undirvíst verður hvørt mikukvøld frá kl. 17.00 til kl. 20.00
Grundskeið í Sigma
23. OG 24. SEPT. 2014
Sigma er eitt útrokningar-forrit sum avloysir vanligt
rokniark. Sigma gevur tær betri yvirlit og eftirlit og harvið
møguleika fyri betri stýring av prosjektum.
Skeiðið vendir sær til byggivinnuna: Arbeiðstakarar,
stórir sum smáir, ráðgevarar, byggiharrar, tryggingar-
feløg og kommunur v.m. Meira um Sigma kann síggjast
inni á: http://codegroup.eu/
Sveisiskeið (3 vikur) sum
gevur sertifikat
MIÐA VERÐUR EFTIR AT HALDA
HETTA SKEIÐI Í HEYST 2014
Skeiðið er ætlað fólkið, sum hava royndir innan sveising,
men einki sertifi kat. Frítt val millum tig-, mig-, mag-,
ella elektrodusveising. Skeiðið endar við sertifi sering í
samstarvi við Norsk Veritas.
Alment innlit
1 DAGUR Í OKT. 2014, DATO ER ÁVEGIS
Flestu kærur til Løgtingsins Umboðsmann viðvíkja
kærur um alment innlit og málsviðgerð innan almennu
umsitingina. Á skeiðnum verður dentur lagdur á hvussu
eitt nú áheitanir frá fjølmiðlunum og almenninginum um
alment innlit skulu viðgerast. Skeiðið gevur tær eina
greiða fatan av lógini um innlit í fyrisitingini.
Fyrisitingarlógin/
Málsviðgerð o.a.
2 DAGAR Í OKT. 2014, DATO ER ÁVEGIS
Flestu kærur til Løgtingsins Umboðsmann viðvíkja
kærur um alment innlit og málsviðgerð innan almennu
umsitingina. Á skeiðnum verður dentur lagdur á, at
málsviðgerðin og avgerðirnar verða skjótari og rættari.
Málsviðgerðarreglurnar í fyrisitingarlógini verða
gjøgnumgingnar, viðgjørdar og útgreinaðar.
Grundskeið í Autodesk
Revit Architecture
20.10.2014 – 22.10.2014
Hevur tú ætlanir um at førleikamenna teg innan
faktekning á teldu, hevur tú møguleika at luttaka
á hesum skeiðnum. Skeiðið gevur tær førleikan til
at tilrættileggja, broyta og tekna 3 D tekningar við
forritinum Autodesk Revit Architecture.
Skeiðið vendir sær til arkitektar, verkfrøðingar v.m.
sum arbeiða innan teknistovur og ráðgevandi fyritøkur.
Skeiðið er eisini vælegnað til tey sum arbeiða
innan byggivinnuna, td. timburmenn, handverkarar,
byggimeistarar vm. og annars øðrum áhugaðum.
Víðkað skeið í Autodesk
Revit Architecture
4. OG 5. NOV. 2014
Á hesum skeiðnum verður ein víðka frálæra innan Revit
Archtecture, har tú fært eina størri vitan um Revit, við
einari gjøllari gjøgnumgongd av funktiónunum í einum
BIM modelli. Arbeitt verður við ”familjum” og gerð av
teimum.
Skeiðið vendfi r sær til teknistovur, kommunur,
arbeiðstakarar, teknikarar, verkfrøðingastovur v.m.
Endamálið við skeiðnum er
y
at blíva betur at arbeiða við Revit
y
at blíva betur til at skipa BIM
y
prosjektera lættari og skjótari og
y
kunna arbeiða saman við øðrum á sama prosjekti
So fært tú rætta førleikan