Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Summar síða 10 Útisetin hevur virði fyri Føroyar Siðsøga síða 10 Fiski­ klógv í Esbjerg Um dagarnar frættist av Christ­ians­ borg, at Edmund Joensen hevði tik­ ið eitt ordans tak saman við danska Vintstraflokkinum, sum í eini fjøl­ miðlasemju við stjórnina hevði avrátt, at Danmarks Radio skal gera meira burtur úr tíðindum úr Før­ oyum: Fólkatingsmaðurin fegn­að­ist um, at danir nú fara at frætta meira úr og um Føroyar. Alt gott um tað. Mikukvøldið hevði Kring­varp­ið fingið orðið á Høgna Hoydal, sum hevur ver­ið bæði fólka­tings­mað­ur og lands­stýr­is­mað­ ur – og sum soleiðis hevur havt pol­it­ iska á­virk­an á, hvørjar karm­ar okk­ara land vil skapa kring fjøl­miðl­ar­nar. Edmund Joensen vísti á, at »í fram­komn­um londum« gera tey semj­ur, so sum fjølmiðlasemjuna mill­um andstøðu og stjórn í Dan­ mark. Og rætt hevur hann. Soleiðis gera tey »í framkomnum londum«. Tí í so máta er Danmark so nógv meira framkomið enn Føroyar. Og tá Høgni Hoydal skjýtur eftir fólkatingsmonnunum, sum heldur áttu at fingið sínar heimligu flokkar at hjálpt føroyskum fjølmiðlum, sum eru við at bløða út, enn at tryggja dønum – og gjøgnum danskt sjón­ varp í Før­oyum eisini føroyingum – nýggj donsk tíðindi úr Føroyum, so kunnu vit bara nikka játtandi til tað. Men tá tað er sagt, so er tað alt ov lætt hjá Høgna Hoydal at geva Ed­mund Joensen, samgonguni ella Javn­aðarflokkinum skuldina fyri ta støðu, sum føroyskir fjølmiðlar eru í dag. Tí Tjóðveldi sat við ment­a­mál­ um í mong ár og rætti ikki hond frá síðu fyri at skapa privatu miðlu­ num betri karmar. So kom Fólka­ flokk­urin í Mentamálaráðið. Hann klask­aði sjónvarp og útvarp saman, og lat samanlagda stovnina sigla sín egna sjógv. Javnaðarflokkurin koma aftaná. Hann tryggjaði Kring­varpi­ num meira pengar og setti eina fjøl­ miðla­komm­isjón við nógvum yms­um fólk­um, sum einki høvdu við priv­at­ar miðlar at gera. Úrs­lit­ið varð, at málið varð súltað, og eingin bati hendi. Nú situr Sambandsflokkurin í Menta­ mál­a­ráð­num. Hann hevur eisini funnið Kring­varp­inum meira pengar – og hó­ast tað brennur í báðøum end­ um hjá privatu fjølmiðlunum, so er fram­veg­is eingin politiskur ryggur at hóma, sum hevur dirvi og vilja til at skapa fjøl­miðlunum trygg­ar og góðar karmar, sum hoyra einum fólka­ræð­ is­ligum samfelag til. Tað er hugstoytt soleiðis at síggja fólk í áratíggju renna undan á­byrgd. Vit sum fáast við fjølmiðlar kunnu bara stað­festa, at pol­it­ik­ar­ar vilja ikki hava frælsar miðlar – og tað er ein fólkaræðisligur trup­ul­leiki, sum fer at koma okkum aftur um brekku. onnur gera semjur um miðlar Dánjal av Rana Á eini mynd hjá Paul Watson, um hann legði út 28. juni síggjast Sea Shepherd-fólkini sum vitja Poul Jákup Thomsen á Skarvanesi. Saman við myndini skrivar Paul Watson ein longri tekst, ið leggur dent á, hvussu blíð, vinarlig og friðarlig Sea Shepherd-fólk eru í teirra samskifti við fíggindasinnaðu føroyingarnar. – Eg royni at kunna tey um Føroyar og um grindadráp í Føroyum, sigur Poul Jákup Thomsen. Tað vísir seg, at hesi ungu frá Sea Shepherd eru illa kunnaði um grindadráp innan tey koma, heldur hann. – Virðing er ein fortreyt fyri góðum samskifti og vit fáa størst ávirkan, tá vit tosa við tey við virðing. Ágangandi atburður er ikki vegurin fram. Hetta er galdandi báðar vegir, bæði fyri tey og fyri okkum, sigur Poul Jákup Thomsen. – Tey fók frá Sea Shepherd, sum eg havi tosa við, eru ómetaliga fyrikomandi. 90% av teimum eru skilagóð, men tey kenna tó ikki sannleikan. Tey eru áhugaði, men illa kunnaði um føroysk viðurskifti og um grindadráp. – Tey eru sera illa kunnaði, so eg royni at greiða teimum frá, eitt nú hvussu týdningarmikið spik er í føroyska kostinum. Spik er ein sera góð kelda til D-vitaminir, sum vit føroyingar ofta fáa ov lítið av í okkara kosti. Náttúran hevur lyndi til at veita okkum tann mat, okkum tørvar, í tí øki, vit búgva, sigur Poul Jákup Thomsen. Tí er grindin ein týdningarmikil partur av føroyska kostinum, sigur hann. Nevnast kann eisini, at grindin inniheldur nógv carnitin, ið føroyingar, raktir av CTD, fáa ov lítið av gjøgnum vanligan kost. Poul Jákup Thomsen hevur eisini tosað við tey um støðuna hjá grindahvalastovninum í Norðuratlantshavi. Mett verður, at tað eru 826.000 grindahvalir í økinum og føroyingar drepa millum 0,1 og 0,2% av teimum árliga. – Tey vita ikki, at so nógvir grindahvalir eru til, ei heldur at vit drepa so fáar árliga. So eg royni at verða fyrikomandi og blíður, og kunna tey um hesa søk, sum tey stríðast so hart ímóti. Tey hildu, at vit í Føroyum drepa hval alla tíðina, og væntaðu, at tey fóru at hava úr at gera at verja hvalin, sigur Poul Jákup Thomsen. Poul Jákup Thomsen hev­ur greitt teimum frá mønu­sting­ ar­a­num, hvussu hvalurin doyr beinan­veg­in, hvussu vit brúka blást­ur­ong­ulin og annað um sjálvt dráp­ið. – Eg greiði teimum eisini frá, at tann veruliga hóttanin móti grindahvalinum, er dálkingin frá ídnaðarlondunum rundan um okkum. Poul Jákup Thomsen sigur, at við tað, at tað alla tíðina koma nýggj fólk frá Sea Shepherd til oynna, væntar hann ikki, at hetta verður seinasta prátið hann hevur við tey, og hann vónar, at fáa nógv góð prát við tey í tíðini sum kemur. Áhugað men illa kunnað Biskupur hevur heitt á Marjun Lómaklett prest og biðið hana gera tænastu sum virkandi sókn­ar­ prest­ur í Norðoya vestara prest­a­gjaldi ­í summar. Marj­un verður virkandi sókn­ar­prestur í juli og aug­ust 2014. Klaksvík er heim­stað­ur­ in hjá Marjun, so eyð­vitað er hon væl kend í Norð­ oyggj­um. Eitt skifti var hon sóknarprestur í Suð­ur­ streymoyar eystara prest­a­ gjaldi, eftir at familjan flutti heim úr Danmark, har hon las og síðani røkti kallið sum sóknarprestur í Sæby í norð­ur Jútlandi í 5 ár. Hóast familjan býr í teim­um Sameindu Arabisku Emi­ra­t­unum, hevur hon javn­an kirkjuligar tænastur í DSUK, ið er stytting fyri donsku sjómanskirkjuna og donsku kirkjuna utt­ an­lands. Til dagligt virk­ar hon sum parttíðar hjálp­ ar­prestur í ensku kirkjuni Christ Church í Dubai. Marjun Lómaklett til Klaksvíkar Hugstoytt at síggja fólk í áratíggju renna undan ábrygd Bispur hevur biðið Magnus Brahe Jørgensen, prest, um ikki at koma til arbeiðis, fyrr enn fundur hevur verið teirra millum um ymisk viðurskifti, sum hava við prestastarvið at gera Sea Shepherd-fólk vitja hjá Poul Jákup á Skarvanesi