Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FUGLAFJØRÐUR Varma kelda Vilmund Jacobsen Tað er Ólavur Larsen, leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum vegna Fuglafjarðar kommu­ nu samskipar skránna fyri varma­ keldu. Hetta er triðju ferð, at hann hevur hetta sum part av síni uppgávu, og hetta er eisini við í starvs­heitinum hjá honum sum leiðari av Mentanarhúsinum. Hann heldur, at tað aftur í ár hevur eydnast teimum at legg­ja eina - ikki so rúgvusmikla - men áhuga­verda skrá fyri varma­keldu­ stevnu. - Tað er soleiðis, at FM-kap­p­ róður­in telur við á varmakeldu annað hvørt ár, og í ár átti eystan­ stevnan í Runavík kappróðurin. Ólavur Larsen vísir á, at tá FM- róð­ur ikki er á skránni, verður eitt sind­ur minni gjørt burtur úr. - Tá er skráin fyri varmakeldu ikki líka rúgvusmikil, men kortini hava vit lagt dent á, at ymiskt áhuga­vert og forvitnisligt er í skránni. Soleiðis er eisini í ár, nú varma­keldustevna verður um viku­ skiftið. Samskiparin vísir á, at seinastu ár­ini hevur Fuglafjørður eisini havt mentanardagar í september, og her verður skipað soleiðis fyri, at tá varmakeldustevnan er minni, tí eingin FM-róður er, verður so mikið meira gjørt burtur úr mentan­ar­ døgun­um - og øvut. - Í ár verður tí nógv gjørt burtur úr mentanardøgunum, sum verða í Fugla­firði, leggur hann aftrat. Vegna Fuglafjarðar kommunu bjóð­ar Ólavur Larsen øllum hjarta­ liga vælkomnum til Fuglafjarðar á varmakeldu. - Vit plaga at skipa so fyri, at tá FM-róðurin ikki telur við á varmakeldustevnu, gera vit eitt sindur minni burturúr. Skráin er ikki so rúgvusmikil, men tað eru áhugaverd ting, sum eru á skránni - eisini hesaferð, sigur Ólavur Larsen, samskipari Ólavur samskipar varmakeldu Ólavur Larsen, sum er leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, er eisini samskipari av varmakeldustevnu, sum verður um vikuskiftið