hósdagur 3. juli 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VARMAKELDA
Kim Hansen
í John’s Café
Í kvøld – fríggjakvøldið – fer Kim
Hansen at spæla í John’s Café
frá á midnátt til klokkan 04
Vilmund Jacobsen
Skráin fyri varmakeldustevnu
byrjar í dag – fríggjadagin 4. juli
– við, at handlarnir í býnum, Har
aldsen, FK, Kato og Vørðslan lótu
upp klokkan 9 og 10, og á middegi
lat eisini matstovan Muntra upp.
Seinnapartin læt málninga
framsýning upp í fimleikarhøllini,
og klokkan 17 læt John’s Café upp
við HM fjórðingsfinalu á stór
skíggja. Seinni í kvøld vísir café’in
eisini fjórðingsfinaludyst á stór
skíggja.
Klokkan 18-23 er hoppiland við
Mentanarhúsið, og klokkan 20.30
verður pool-kapping í John’s Café
– við tilmelding á staðnum.
Livandi tónleikur verður eis
ini í John’s Café frá á midnátt til
klokkan 04, og her verður tað
Kim Hansen, sum fer at spæla og
syngja.
Dugnaligi
tónleikarin,
Kim Han
sen, er altíð
verdur
at hoyra,
og høvið
verður at
hoyra hann
í John’s
Café í kvøld
Kommunan bjóðar til
ókeypis morgunmat
Signar á Brúnni fer at halda røðu við Varmakeldu leygarkvøldið.
Bál verður tendrað, og her verður eisini felagssangur. Bussur koyrir
úr Fuglafirði og heim aftur av Varmakeldu, tá tiltakið er liðugt
Vilmund Jacobsen
Leygarmorgunin á varmakeldu
stevnu bjóðar Fuglafjarðar komm
una øllum til ókeypis morgunmat
í Mentanarhúsinum. Hetta er eitt
samansjóðandi tiltak, sum komm
unan áður hevur tikið stig til, og
sum plagar at vera væl vitjað í
Fuglafirði. Fólk eru vælkomin at fáa
sær ein morgunmatarbita í tímun
um millum klokkan 9 og 11.
Eins og fríggjadagin, tá stevnu
skráin byrjar, lata handlarnir í bý
num eisini upp ávikavist klokkan 9
og 10 leygarmorgunin.
Klokkan 11 verður hugnalig og
hátíðarlig løta við torgið, har for
maðurin í mentanarnevndini hjá
Fuglafjarðar
kommunu,
Árant
Berjastein, fer at seta varmakeldu
stevnu, og Fuglafjarðar Hornorkest
ur fer at seta sín dám á.
Nógv ymiskt er á skránni í Fugla
firði, sum leygardagurin gongur.
Klokkan
13
verður
boccia-
kapping á torginum, sum Svan
ur skipar fyri, og klokkan 14 letur
málningaframsýningin í fimleikar
høllini uppaftur.
Hoppiland og tivoli verða eisini
við Mentanarhúsið leygardagin.
John’s Café fer eisini at vísa
fjórðingsfinalur í HM-kappingini á
stórskíggja leygardagin. Hin fyrra
byrjar klokkan 17 og hin sienna
klokkan 21.
Fólkafundur og dansur
Signar á Brúntni, fyrrverandi løg
tingsmaður, fer at halda røðu við
Varmakeldu leygarkvøldið klokkan
20.30. Bál verður tendrað, og her
verður eisini felagssangur. Bussur
koyrir frá Mentanarhúsinum og út
á Varmakeldu leygardagin klokkan
20 – og heimaftur til Fuglafjarðar, tá
tiltakið er liðugt.
Dansur verður eisini á varma
keldustevnu í ár.
Leygarkvøldið á midnátt og til
klokkan 04 fara Jens Marni Han
sen og Ólavur á Váli at framføra
livandi tónleik í John’s Café, og í
Mentanarhúsinum verður dansur
við Páll Finni Páll.
vimund@sosialurin.fo
Hóast FM-
kappróður ikki er á
varmakeldustevnu
í ár, hevur kortini
eydnast fuglfirðingum
at leggja eina góða
skrá fyri stevnuna.
Mynd: Vilmund Jacobsen
“Syndefaldet” - sjónleikur í Mentanarhúsinum
Sunnudagin, sum er seinasti dagurin á
varmakeldu á hesum sinni, verða eisini
ymisk áhugaverd tiltøk á skránni
Vilmund Jacobsen
Sunnudagurin á varmakeldustevnu
byrjar klokkan 11 við gudstænastu
í Fuglafjarðar kirkju, og her verður
bæði dópur og altargongd.
Klokkan 15 sunnudagin verður
sjónleikur í Mentanarhúsinum.
Tað er leikurin “Syndefaldet – en
historie om et virkelig godt men
neske” eftir William Heinesen. Her
verður livandi tónleikur og frásøgn,
framførd av: Trine Surel Lange,
Gunnvá Zachariasen & Maritu
Dalsgaard.
Sunnudagin verður eisini stór
fingin sangløta í Mentanarhús
inum, sum Thabor og Siloa skipa
fyri.
Konsert verður í Mentanarhús
inum við Bárði á Lakjuni & Stanley
Samuelsen við strúkarum klokkan
sunnukvøldið klokkan 21.
Skráin fyri varmakeldustevnu
endar sunnukvøldið klokkan 23,
tá varmakeldusamkoma verður á
torginum við røðu, felagssangi og
við sangi, sum Fuglafjarðar Sangkór
fer at framføra.