Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað var byggifyritøkan í Suðuroy, Sp/ MTV-Byggivirki, sum feðgarnir, Thor­mann og Mortan Vang eiga og reka, sum bygdi P/F Varðan Pela­gic á Tvøroyri, og tað er sama byggi­ fyritøka, sum nú byggir stóra upp­ sjóvarvirkið hjá P/F Pelagos í Fugla­ firði. Thormann er útbúgvin byggi­ frøð­ingur, og í vanligari bygging hev­ur fyritøkan tískil førleikar til bæði at tekna, projektera og byggja – alt frá jørð-og lendisarbeiði til lið­ ugt­gerð. Tað, sum MTV-Byggivirki og teir menn, sum starvast í fyritøkuni, ikki røkka at gera sjálvir, hava teir und­irveitarar til, og soleiðis er eisini í velduga stóru byggiverkætlanini í Fugla­firði. Fyritøkan hevur eisini eina be­ tong­blandistøð, og tá virkið hjá Varð­anum Pelagic varð bygd, læt fyri­tøkan eisini betongið. Nú arbeitt verð­ur í Fuglafirði, eru tað aðrir veit­arar, sum hava latið betongið. Stál og elementir Stóra høllin wí Fuglafirði er bygd yvir stoypt fundament, og síðan er ein velduga stór stálkonstruktión, sum er keypt úr Danmark, sett upp. Tveir serkønir mans vóru við í ”keyp­inum” úr Danmark, og saman við fólki á byggiplássinum varð stál­konstruktiónin reist og sett upp á pláss á fundamentunum. Bygningurin er bygdur upp av so­nevndum pir-elementum, ið eru bjálv­að og sum fáast í ymiskum út­ gáv­um, og elementini, sum brúkt eru í Fuglafirði, eru av sama slagi, sum tey, ið eru á virkinum hjá Varð­ an­um Pelagic. Í sínari bygging í Fuglafirði hev­ ur MTV-Byggivirki ymiskar und­ir­ veitarar. Skal ein so umfatandi bygging fá­ast frá hondini yvir bert fáar mán­aðir, er tað ikki minst ein kunst­ ur at duga at samskipa arbeiði og at samstarva við allar aðrar, sum arb­ eiða innan veggirnar. Hjá MTV-Byggivirki starvast í løtuni millum 18-22 mans, og fe­lag­ið er eisini virkið í Suðuroy við ym­isk­ um arbeiðum. Neyðugt samstarv At tað ber til at fremja eina so stóra byggiverkætlan yvir eina so stutta tíð, er tí, at MTV hevur undirveitarar og saman við teimum og øðrum, sum arbeiða inni á virkinum, dugir at samskipa virksemi. Síðan Varðin Pelagic byrjaði sítt virk­semi á Tvøroyri, hevur MTV eis­ini gjørt ymisk arbeiðir aftrat fyri virkið, og eitt nú verður í løtuni bygd ein avskipingarhøll í syðra parti av virkinum. Tað hevur gingið væl at byggja stóra virkið hjá P/F Pelagos í Fugla­ firði, og samstarvið millum tær fyritøkur, sum arbeiða innan vegg­ ir­nar á havnalagnum, hevur verið fyri­myndarligt. Í slíkari verkætlan er neyðugt, at partarnir laga seg eftir hvørjum øðr­um, og neyðugt er eisini, at tað, ið sagt verður, heldur. Úr Fuglafirði verður sagt, at arb­ eið­ið gongur væl, og tað er eingin sum sigur, at sjálvt møblarnir neyð­ turvi­liga skulu verða komnir inn á skriv­stovuna at standa, áðrenn virk­ið kann royndarkoyrast. Vatn og hiti Tað er fyritøkan hjá Poul Hammer á Tvøroyri, Vatn og Hiti, sum tekur sær av hesum partinum, og soleiðis er fyritøkan hjá Poul í hesum før­ inum undirveitari hjá MTV-Byggi­ virki. Poul Hammer sigur, at hann hev­ ur samstarvað við MTV í fleiri verk­ ætl­anum, bæði størri og smærri. – Vit samstarvaðu, tá MTV bygdi virkið hjá Varðanum Pelagic, og soleiðis er eisini, nú henda stóra verkætlanin verður framd í Fugla­ firði. Poul Hammer sigur, at tey, sum vilja vita meira um hansara virk­ semi við fyritøkuni, Sp/f Vatn og Hiti, kunnu venda sær til hansara á tlf. 224915. vilmund@sosialurin.fo MTV-Byggivirki á Tvøroyri byggir karmarnar um nýggja uppsjóvarvirkið hjá P/F Pelagos, og ein av undirveitarunum hjá MTV er fyritøkan, Vatn og Hiti á Tvøroyri, sum Poul Hammer eigur Teir eru samstarvspartar, Thormann Vang (t.v.), sum saman við soni sínum eigur Sp/f MTV- Byggivirki - og Poul Hammer, sum eigur Sp/f Vatn og Hiti. Mynd: Vilmund Jacobsen Tað eru suðuroyingar, sum syrgja fyri kørmunum aftan fyri P/F Pelagos í Fuglafirði. Mynd: Vilmund Jacobsen VARMAKELDA Suðuroyingar byggja karmarnar um uppsjóvarvirkið í Fuglafirði