Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 75 · 4. juli 2014 2 VIKUSKIFTI Hósdagin byrjaði ferðin hjá teimum 35 føroysku Team Rynkeby súkklarunum til París. Umframt teir 35 súkklararnar eru níggju hjálparar í føroyska hópinum, har liðskipari er Alfred Hummeland. Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerandi súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra. Hesaferð er liðið samansett av 1.200 súkklarum og 260 hjálparum, deild út á 26 lokal lið í Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Australiu. Súkkluliðini skulu eftir ætlan koma til París fríggjadagin 11. juli, har øll 26 liðini súkkla seinastu umleið 15 kilometrarnar saman gjøgnum franska høvuðsstaðin. Regattasigling Fyrsta vikuskiftið í juli verður regattasiglingin, sum Felagið Føroysk Træseglskip skipar fyri á hvørjum ári. Regattan byrjar í roynd og veru longu hósdagin, tá Dragin fer av Klaksvík við kós móti Hvalba. Á leiðini leggjast Westward Ho og Norðlýsið afturat, og seinni hósdagin fara Thorshavn og Johanna eisini avstað av Tvøroyri og úr Vági. Hóskvøldið kemur allur regattaflotin so á Hvalba. Lagt verður frá landi úr Hvalba fríggjadagin 4. juli klokkan 10:00, og siglt verður norður í Sundalagið til Hvalvíkar. Leygardagin 5. juli heldur regattan fram úr Hvalvík til Nólsoyar og síðani inn á Runavík. Sunnudagin fara skipini av Runavík, og regattan endar. Matiné í Havnar kirkju Teir báðir brøðurnir Marius og Heðin Ziska Davidsen eru báðir kendir tónleikarar í Føroyum. Marius hevur gjørt tónleik síðan han var heilt ungur og hevur givið út tvær fløgur og er í holt við at gera ta triðju. Hann hevur í seinastuni verið á tónleikaferð í USA og Týsklandi við bólkinum Marius. Heðin er guitarleikari, undirvísir á Tórshavnar musikkskúla og er virkin innan føroyska tónleikapallin. Marius og Heðin spæla og syngja saman í Havnar kirkju leygardagin klokkan 11.30. Renning á fjarðastevnu Á fjarðastevnuni í Vestmanna leygardagin 5. juli fara VÍF, Bragdið og FÍF at  skipa fyri 5. umfari av Grand Prix fyri vaksin. Teinurin er tann sami sum í 2010, har tey renna Inni á Fjørð. Teinurin er bara knappar 4 kilometrar. Meldað til á heimasíðuni hjá FÍF fram til fríggjakvøldið 4. juli klokkan 23 ella á staðnum frá klokkan 10.00 á kappingardegnum. Aftaná tey vaksnu hava runnið, er barnarenning á skránni. Varmakelda Summarstevna Fuglafjarðar, Varmakelda, verður hildin fyrsta vikuskifti í juli á hvørjum ári.Skráin er umfatandi: FM-róður er annað­ hvørt ár, fótbóltsdystir í bestu deildini, tivoliøki, framsýningar og dansur. Varma­keldunevndin, ið er sett saman av ítróttar­greinunum í býnum, skipar fyri stevnuni. Til dansin leygarkvøldið í Mentanarhúsinum spælir bólkurin Páll Finnur Páll. Súkkluferðin er byrjað Summar redaktør: Rannvá G. Fossaberg, rannva@sosialurin.fo Forsíðumynd: Sigmar Mørkøre