hósdagur 3. juli 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 4. juli 2014
10
VIKUSKIFTI
Lagt til rættis: Dánjal av Rana
Rógvi Olavson er 31 ára
gamal, hevur ein mastergrad í mentan
og samfelag frá London School of
Economics, umframt ein yvirbygnað
í politiskum samskifti og leiðslu frá
Copenhagen Business School. Rógvi
býr í Keypmannahavn, men arbeiðir
í summar á Kringvarpi Føroya. Hann
hevur nú verið útiseti í 11 ár.
Sum so mong onnur útjaðarasamfeløg,
stríðast eisini Føroyar við fólkafráflyting
av teimum ungu. Mong meina, at loysnin
er at hava føroyskt universitet og hægri
lærustovnar, so at teimum ungu ongantíð
tørvar at fara av landinum. Rógvi Olavson
er tó bangin fyri, at vit á hendan hátt kunnu
missa nakað týdningarmikið, nemliga tær
upplivingar, tey lesandi fáa uttanlands.
– Um eingin nakrantíð fór uttanlands, so høvdu
vit verið eitt fátækari samfelag og ikki bara
búskaparliga. Ein føroyingur, ið fer at nema
sær útbúgving uttanlands, fær nógv meiri enn
bara eina útbúgving, sigur Rógvi Olavson.
– Tá eg hugsi aftur á tíðina, áðrenn eg fór
úr Føroyum, so síggi eg, at eg eri broyttur so
yvirdrivið nógv, at eg ikki kann ímynda meg
sjálvan sum ein, ið altíð hevði búð í Føroyum.
Eg veit ikki, hvør eg hevði verið, sigur hann.
Hann vísir á, at tá ein føroyingur fer av land
inum at lesa ella starvast, so missir føroyska
samfelagið við fyrsta eygnakast nakað av
arbeiðskraft. Men í einum longri útliti, so
kemur viðkomandi aftur við innlitum, ið hann
hevur nomið sær, út yvir sína útbúgving,
ið vil vera virðismikið fyri samfelagið.
– Virði í, at fólk fara út, er, at tey, vónandi,
koma aftur við nøkrum nýggjum, onkrum
mentanarligum, andaligum ella búskaparligum
ískoyti til føroyska samfelagið. Virði hjá
útisetanum eru upplivingarnar, sum hann
ómøguliga kundi fingið í Føroyum, og sum
kunnu umsetast til onkran búskaparligan,
sosialan, mentanarligan ella andaligan kapital
ella virði. Okkurt, sum ger fólk í hesum sam
felagnum ríkari. Tey hava havt upplivingar og
gjørt niðurstøður, sum tey ikki høvdu kunna
gjørt í Føroyum, niðurstøður, sum kunnu
hava eitt virði í føroyska samfelagnum.
Er nakað minstamark ella evstamark fyri,
hvussu leingi ein skal vera uttanlands? Vit
eru samdir um, at tað er týdningarmikið at
vera so leingi burtur, at ein líkasum brýtur
eitt sindur út úr tí føroyska, men, sigur hann,
jú longri ein er vekk, jú meiri virði missir
føroyska samfelagið. Her hugsar hann bæði
um, at tað er verri, at gerast partur av før
oyska samfelagnum aftur, jú longri ein er
burtur, umframt at um ein nýtir tjúgu ár
av sínum lívi í arbeiði uttanlanda, so eru
tað tjúgu ár minni at nýta í Føroyum.
Føroyska samleikakenslan varandi
Kennir ein seg enn sum føroying eftir
so nógv ár? Ja, sigur Rógvi Olavson.
– Vit gjørdu eina kanning millum føroyskar
útisetar í Bretlandi. Hon vísti, at føroyska
samleikakenslan ikke minkar við tíðini. Hon
vísti eisini, at bretska samleikakenslan
veksir við tíðini, men uttan at tann føroyska
minkar. Man kann altso hava fleiri løg av
samleikum, eisini tjóðskaparligum.
Tað tykist, sum at málið er ein sera týdningar
mikil partur av føroyska samleikanum, heldur
hann áfram. Málið er á ein hátt holdlig
gerðingin av føroyska samleikanum.
– Eg kann ímynda mær, at um ein ikki
tosar málið eina tíð, um ein missir føroyska
málið, so verður torført at halda fast upp á
føroyska samleikan, sigur Rógvi Olavson.
Hvussu hevur tú hildið fast
við tín føroyska samleika?
– Feriurnar halda føroyingin í mær við
líka. Tær hava alt at siga, fyri at hurðin
stendur opin, fyri at flyta heim aftur
til Føroya, sigur Rógvi Olavson.
Hann sigur, at á hesum økinum hevur
ferðastuðulin, ið verður latin teimum
lesandi, verið ómetaliga týdningarmikil.
Samstundis metir hann, at ein tann
týdningarmesta avbjóðingin hjá føroyska
samfelagnum, eru høgu ferðaseðlaprísirnir.
– Um ein hevur tvey børn, verður ferðin
heim til Føroya sera dýr, og hjá nógvum
verður tað tá ov dýrt at fara heim til jóla.
Hetta er stórt spell, sigur Rógvi Olavson,
tí tað er tíðin í Føroyum, sum styrkir
føroyska samleikan hjá børnunum.
– Mær dámar væl Keypmannahavn, men
mær dámar ómetaliga væl, at kunna
fara til Stockholm ella London bíliga
og skjótt. Geografiska frástøðan er ikki
tann týdningarmesta, men prísirnir.
Hann heldur, at hetta kann vera besti mátin at
fyribyrgja hesum, sum fólk kalla »ø-kulde«, at
fólk ikki trívast í einum fjarskotnum samfelag.
– Hvar tú ert er líkamikið, um tú bara kanst
flúgva til flestu stórbýir í Evropa upp á undir
tríggjar tímar. Har er prísurin altavgerandi.
Tað er ikki vist, at tú veruliga gert tað,
men tað er sera týdningarmikið, at tú følir,
at tú kanst hoppa í flúgvaran og fara eitt
vikuskifti til Prag, um tú hevur hug.
At fáa børn broytir alt
Rógvi Olavson bleiv pápi fyri fýra árum
síðani og hann sigur, at hetta broytti nógv
í hansara hugaheimi. Tá byrjaði hann av
álvara at hugsa um at flyta aftur til Føroya.
– Ein hugsar nógv um børnini. Verða tey
føroyingar? Fáa tey eina aðra mentan
enn ein sjálvur, spyr Rógvi Olavson.
– Ein vil gjarna tryggja teimum ein góðan
uppvøkstur, og um ein hevur havt ein slíkan
sjálvur, er nátúrligt at ynskja at ala børnini
upp í somu umstøðum. Tí leitar man aftur til
heimplássið, til spæliplássið, ein sjálvur spældi
á, tá ein var lítil og har ein sjálvur hevði tær
góðu løturnar, sigur Rógvi Olavson at enda.
Útisetin hevur
virði fyri Føroyar
mynd: Álvur Haraldsen
Summar
gesturin