Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

nr. 75 · 4. juli 2014 12 VIKUSKIFTI Summarið og Linda D. Jacobsen Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Enda setningin... Sól og hiti fáa meg… ...í gott lag. Tó skal hitin ikki vera alt ov nógvur! Eg orki illa ov nógvan hita, so føroyska summarið er akkurát gott til mín. Yndisstaðið at halda frí er… ...í Føroyum. Tað er sjálvandi altíð gott at sleppa ein túr uttanlands, men eg haldi uttan iva, at tá ið veðrið nú einaferð er gott í Føroyum, skal mann royna at vera her. So kann mann heldur fara at ferðast onkra aðra árstíð – um mann hevur eitt arbeiði, ið loyvir tí. Hetta summarið ætli eg mær… ...at royna at vitja tær oyggjarnar í Føroyum, eg ikki havi upplivað enn. Tað er summar í Føroyum, tá ið… ...fyrstu sólstrálurnar vísa seg á himli, og føroyingar eru skjótir at taka grillirnar fram og flasha síni hvítu bein. Føroyska summarið… ...byrjar, tá ið »summarstevnuvalsurin« verður spældur áðrenn kappróðurin á Norðoyastevnu. Tá koma summarfuglarnir í búkin, og eg veit, at summarið av álvara er byrjað. Tá ið veðrið ikki er gott, plagi eg at… ...halda meg mest møguligt innandura. Eg eri tíverri ikki tilhangari av »tað er einki, sum eitur ringt verður, tað eru bara ring klæði«. Haldi, at tað væl er lov at vera heima og hugna, tá ið veðrið er ringt. Mær dámar best… ...tey longu, ljósu kvøldini. Tað er fantastiskt, at tað kann vera so ljóst og gott veður alla náttina. Onkur kvøld havi eg veruliga ikki hug at fara í song, men kundi heldur hugsað mær at farið og gingið túr seint um náttina, tá ið tað er so ljóst. Ein góðveðursdag eti eg… ...sum so tað sama sum hinar dagarnar. Tó verður tað nokk sindur oftari grillað uttandura í juni í mun til desember. Stevnurnar í Føroyum eru… ...sera góðar! Eg haldi, at tær eru ein stórur partur av føroyska summarinum. Mær dámar sera væl kappróður, og uttan stevnurnar er eingin kappróður. Fyri meg verður hæddarpunktið á summarinum… ...ólavsøkan. Elski ólavsøkuna – føroysk klæði, kappróður og fólk í góðum lag. Ólavsøkan skuldi bara verið longur enn hasar báðar tveir dagarnar. Mítt yndissummarhitt er… ...ikki ordiliga nakað ávíst. Sum heild dámar mær væl føroyskan tónleik, so tað eru nokkso nógv løtt summarløg, sum klinga væl í oyrunum hesa árstíðina. Besta summarferiuminnið er… ...ilt at siga. Havi havt nógv góð summur, men eg satsi uppá, at tað eru nógvar góðar summarferiuupplivingar tilgóðar. mynd: privat