Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddvør Johansen Kjak síða 10 Tón­ leikur í kirkjuni Heri Mohr Kjak síða 8 Um al­ menna fyr­i­sit­ing Sambært Vinnuni her í blaðnum í dag,, so er ikki serliga nógv skil í ulla­inn­savnanini í ár. Eingin tykist vita, hvør ábyrgina hevur – og eing­ in veit, hvat hvør ger – og tí bendir alt á, at als einki hendir við ullini í summ­ar. Árni og Karin Brattaberg hava í nógv ár savnað saman ull, men tey góv­ust við hesum fyri tveimum ár­ um síðani. Tey boðaðu frá, at tey vóru til taks, um onkur hevði brúk fyri teirra hjálp. Og tað var hesum tilboð, sum ALS tók av í fjør – tá ALS skipaði fyri ulla­mót­tøku í Búnaðardeplinum í Kolla­firði. Tá vóru tað fólk í ALS skip­anini, sum vóru til verka, og sam­bært ALS so riggaði hendan verk­ætl­anin við ullamóttøkuni stak væl. Búnaðarstovan, sum stuðlaði verk­ætl­anini í fjør við 220.000 krón­ um, vil ikki stuðla aftur í ár. Tað er hetta, sum kemur so óvart á ALS, sum sigur, at um eingin í 11. tíma kemur við pengum, so gera tey í øll­um førum einki við at savna sam­an ullina. Tey siga ítøkiliga, at ulla­móttøka er ikki kjarnuøki hjá ALS, og tí seta tey ikki pengar til eina slíka ætlan. Men Búnaðaarstovan hevur ong­ar pengar, og har hava tey bara ging­ið út frá, at ALS tók sær av hes­ um aftur í ár. Landsstýrismaðurin, sum varðar av øki­num, er líka ullintur í sínum svari, tí hann veit einki um nakað. Hann heldur, at fólk fegin vilja lata ull­ina ókeypis, og tí er tað ikki neyð­ugt við nøkrum stuðuli. Men hann hev­ur einki ítørkilgt gjørt við málið. So er spurningurin, hvør tað var, sum skuldi varðað av hesum? Tað er í øllum førum ikki føroyska ar­ beiðs­loys­is­skipanin. Men løgið er, at hvørki Búnaðarstovan ella lands­ stýr­is­mað­urin vitað, hvussu støðan er við ulla­móttøkuni. Øllum er greitt, at onkur skal gera ein serligan inn­sats fyri at fáa føroysku ullina til høld­ar. Hon er ikki tað gull, sum hon var. Men hon hevur virði, tá hon verð­ur hagreidd, og hon hevur nega­tiva ávirkan á umhvørvið, um hon ikki verður tikin og liggur og reks­t í hagunum. Tí má onkur taka ábyrgd. hetta snýr seg ikki um so nógvar pengar. Meinar landsstýrismaðurin, at loysn­in er, at fólk skulu lata ullina ó­keypis til brennistøðirnar, sum síða­ni letur hana ókeypis víðari til hag­reið­ingar, so er at siga tað. Ullintu svarini um ullina føra ong­an veg. Brattaberg-hjúnini hava gjørt eitt stórt arbeiði, nú tey hava latið upp­gávuna víðari, má onkur ann­ar átaka sær hana. Tað kundi landsstýrismaðurin tryggjað. ull ikki longur føroya gull? Ullintu svarini hjálpa ikki upp á ullainnsavningina Eins og nógvu undanfarnur ár­ini hevur Kórsamband Før­ oya aftur í ár tikið stig til at skipa eitt stórt kór, ið fer at seta dám á hátíðarløtuna, tá skrúð­gongan Ólavsøkudag kem­ur úr Dómkirkjuni niðan á Tinghúsvøllin. Kórleiðari í fjør var Kári Bæk, sum eisini er formaður í Kórsambandi Føroya, og hann fer aftur í ár at stjórna kór­inum. Kórsambandið vónar, at nógv­ir kórsangarar hava hug til at luttaka og fara tekna seg til kórið. Sagt verður, at øll sum hava sangmál og áhuga fyri sangi, eru sera væl komin at verða við til hend­an kórsang á landsins tjóð­ardegi. Talan er í høvuðsheitum um kendar sangir, sum eru á skránni, men tó verða onkrir við nýggjum útsetingum. Venjingarnar fara fram á Føroya Læraraskúla, og venj­ ing­artíðirnar eru hesar: Sunnudagin 13. juli kl. 15-18 Sunnudagin 20. juli kl. 15-18 Mikudagin 23. juli kl. 19-22 Fríggjadagin 25. juli kl. 18-21. Margretha Nónklett, umboð frá Uttanríkistænastuni, greið­ur frá um Arktiska Ráð­ið og hvørja støðu Før­ oy­ar hava í ráðnum. Lagt verð­ur upp til spurningar og verður kaffi/te og okkurt søtt at fáa afturvið. Ætlanin við tiltakinum er at seta sjóneykuna á Arkt­iska Ráðið og føroyska leik­lutin í ráðnum. Tað hev­ur stóran týdning fyri Unga Tjóðveldið, at Før­oy­ ar rekur ein virknan utt­an­ rík­ispolitikk og tí meta vit Arkt­iska Ráðið vera sera áhuga­vert, sjálvt um vit ikki eru sjálvstøðug tjóð í ráðnum. Tiltaki verður skipa fyri, fyri at kunna um ráð­ið fyri áhugaðum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Føroyar í Arktiska Ráðnum Venjingar til stórt ólavsøkukór byrja skjótt Aftur í ár skipar Kórsamband Føroya fyri aftur­ vend­andi tiltaki við einum stórum blandaðum kóri, ið fer at seta dám á Ólavsøkuna. Hósdagin 10. juli skipar Eysturoyar Unga Tjóðveldið fyri upplýsandi tiltak um Arktiska Ráðið. Tiltakið byrjar kl. 19 og verður í Glyvrahanusarhúsi í Norðagøtu.