Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hóast tíðirnar hjá teimum bestu hesa ferð vóru betri, enn tær hava verið fyrr í summar, so eydnaðist tað ikki at seta met í nakrari kapping, tá ið væl eydnaði kappróðurin var á skránni í Vestmanna Jóannes Hansen Fimti kappróðurin í ár var á Fjarðastevnu í Vestmanna leyardagin, og nú eru tveir róðrar eftir - á vestanstevnu í Miðvági leygardagin, og á Havnarvág ólavsøkuaftan, sum í dag er mánadag. Tættast FM heitinum er 10-mannafarið Drekin Reyði, sum er tíggju stig fram­man­fyri næsta bátin. Og næsttættast FM heiti­ num er Jarnbardur, sum í kapp­ing­ini millum kvinnur í 6-mannaførum er sjey stig fremst. Í øllum kappingunum vóru vinnaratíðirnar á fjarða­stevnu betri enn fyrr í summ­ar. Kortini varð einki met sett, tá ið sammett verð­ ur við bestu tíðir undanfarin ár í kappróðri í Vestmanna. At tíðirnar hesa ferð vóru betri, enn tær hava verið fyrr í summar, munnu tað vera tvær orsøkir til. Onnur er, at hesa ferð var lotið undan, og hin er, at venjingarstøðan nú er betri, enn hon hevur verið. Dreymur verður veruleiki At vinna uttan at kappast er ikki hugaligt. Hetta stað­ festu teir umborð á Dreka­ num Reyða eftir ein av sann­førandi sigrunum í kapp­ingini millum 10-manna­førini millum 10-manna­førini eina ferð fyrr í summ­ar. Í dýrdarveðrinum á fjarða­stevnu vann Drekin Reyði fyri fimtu ferð. Eisi­ni hesa ferð var sigurin sann­ før­andi. Drekin Reyði legði seg beinanvegin framum hin­ar bátarnar, og tað var ongan­tíð nakar ivi um trygga sig­ur­in. Í ársins fyrsta róðri – á norð­oyastevnu – var einasta ferðin, at Drekin Reyði hevur vunn­ið í tættari kapping. Ta ferð­ina var munurin aftur til Klaksvíking eitt sekund. Síða­ni hevur Klaksvíkingur ikki luttikið. Hesa ferð var Vest­menningur fyri fyrstu ferð í ár við í kappingini, og vest­menn­ingar vístu seg at vera væl fyri. Teir vunnu seg fram á næstfremsta pláss­ið og løgdu harvið Eystur­oy­ ing, Ormin Langa og Havn­ ar­bátin aftur um seg. At teir á Vestmenningi stóðu seg so væl og vóru fýra sekund frá Drekanum Reyða, kann vera ábending um, at Drekin Reyði fer at fáa ynsk­ið um kapping at verða veru­leiki á vestanstevnu og á ólav­søku. Eisini tí at Eystur­ oy­ing­ur sær út til at standa seg alt betri, og tí at kanska fara klaksvíkingar at bjóða seg fram aftur á ólavsøku. Men tað skal nógv til at vinna á Drekanum Reyða, sum longu leygardagin í Mið­vági fer at vinna fyrsta FM heitið. Søtur sigur í heimasjógvi Á jóansøku vístu teir á 8-manna­farnum Knørri kví­vík­ing­um, at tað ber til at vinna á teimum bes­tu. Í Vestmanna svar­aði Kví­ vík­ingur aftur. Kví­vík­in­gur sprakk avstað, og vinnara­tíð­ in var betri, enn hon hevur verið nakrantíð fyrr í ár. Við róðri á Kvívíkingi, sum ven­ur í Vestmanna, situr Rók­ur Johannesen, og hann var væl nøgdur, tá ið hann og bátsfelagarnir høvdu víst hinum, hvar skápið skal stan­da: -Eg hava ongantíð vunn­ ið í Vestmanna. Bæði kví­ vík­ingar og vest­menn­ing­ar stuðla okkum nógv, og tí var tað nakað serligt, at tað eydnaðist at vinna eftir vón­ brotið í Vági. Vit fegnast um sigurin, men tað ræður um at koma niður aftur á jørðina og so at fokusera á næstu av­bjóðingina. Allir bátarnir vóru væl við, og vit rokna við tætt­ari kapping í Miðvági. Nógvar skiftingar Eftir at suðuroyingar um­ borð á Hvessingi vunnu á teim­um á jóansøku í Vági, svar­aðu klaksvíkingar um­ borð á 6-mannafarinum Páll Fanga aftur í Vestmanna. Fitta løtu var tað tætt millum helm­ing­in av tíggju tals stóra flota­num, og fleiri royndu at stin­ga stavnin framum hinar. Men í endaspurtinum rann Páll Fangi frá hinum. -Tá ið tað restaðu 250 metrar ætlaðu vit at fara frá hinum og so halda tørn um frá­støðuna, og tað riggaði, sig­ur Svein Rógvi Nielsen, sum er ein av teimum, sum alt summarið hevur verið við til at manna bátarnar í Klaks­vík. Á norðoyastevnu var tað 10-mannafarið Klaks­vík­ing­ur, og á hinum stevn­unum hevur tað verið 6-manna­farið Páll Fangi. Saman við Svein Rógva hava verið skiftandi báts­ felag­ar. Sammett við teir, sum á jóansøku taptu fyri Hvessingi, vóru fýra nýgg­ir umborð á Páll Fanga leyg­ ar­dagin. Tað vil siga, at meiri enn helmingurin av manningini var skiftur út. Eingin ivi er um, at klaks­ víkingar eisini fara at luttaka á vestanstevnu. Spurn­ing­ ur­in er, um tað verð­ur Páll Fangi, sum fer at verja sig­ur­ in á fjarðastevnu, ella um tað verður í einum øðr­um báti: -Fegnast vilja vit rógva við Klaksvíkingi. Tað hev­ur ikki borið til síðani á norð­ oya­stevnu. Um tað ber til hesa ferð, so verður tað við 10-mannafarinum, at vit fara at rógva. Um tað ikki ber til, so verður tað við einum av hin­um bátunum. Fípan fleyg frá hinum Dreingirnir umborð á Fípu­ ni Føgru úr Klaksvík stev­ na ímóti FM heitinum í kappingini millum 5-manna­ før. Undan kapp­ing­ini á fjarða­stevnu høvdu teir vunn­ið tríggjar ferðir, meðan argja­dreingir umborð á Bliki høvdu vunnið eina ferð. Allar tær undanfarnu ferð­ir­nar hevur talan verið um tætta kapping, men í Vest­manna var heilt øðrvísi. Eftir at tað fyrsta trý hundr­að metrarnar var hampu­liga javnt, so stakk Fípan Fagra seg framum hin­ar bátarnar, og stútt og støðugt øktist munurin. Tá ið bátarn­ir stevndu fram ímóti máli­num, var Fípan Fagra gott og væl leys av Bliki, sum var greitt næstfremstur. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at vinnaratíðin var undir fimm minuttum. Fípan Fagra vann í tíðini 4:57.16, meðan silvur­tíðin hjá Bliki var 5:00.15. Í FM kappingini ber hetta við sær, at tað nú eru trý stig frá Bliki og fram til Fípuna Føgru. Frúgvin, Jall­urin og Ternan kappast um bronsu­ plássið. Í dag var Tern­ an best í tí kappingini, og harvið er spenningurin um bronsuplássið í FM kapp­ing­ ini vorðin uppaftur størri. Einki leyp av Higartil hava tríggir ymisk­ir bátar verið fremstir í kapp­ ing­ini millum 5-manna­før við gentum: Fípan Fagra vann á norð­oya­stevnu, Drekin á sundalagsstevnu og eystan­ stevnu og so Silja á jóansøku og á fjarðastevnu. Tað eru kappróður Tey rógva skjótari og tað er langt millum metini