mánadagur 7. juli 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
nr. 6
I
7. juli 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin
Í Vinnuni hesaferð viðgera vit ullamóttøku í
Føroyum. Sum støðan er nú, so er tað eingin, sum
tekur sær av ullamóttøkuni, tá ALS endurtekur ikki
tiltakið, sum var í fjør, tí eingin stuðul verðurlatin
frá Búnaðargrunninu. Vinnuprofilurin er nýggi
stjórin á Elektron, vit tosa við Janet Johannesen um
visiónir í fiskivinnuni.
Vinna hesuferð...
tað hendir...
Prentsmiðju
felagið havt
aðalfund
Jon Hestoy heldur fram sum for
maður í Føroya Prentsmiðjufelag,
sum hevði mikudagin 18. juni
2014 ársaðalfund. Fyri vali á aðal
fundinum stóðu Kristoffur Laksá
og Christian Nagata, og vórðu
teir báðir afturvaldir. Í nevndini í
Føroya Prentsmiðjufelag sita sostatt
Kristoffur Laksá, Christian Nagata,
Eirikur Lindenskov og Jon Hestoy.
Nevndin hevur skipað seg við Jon
Hestoy sum formanni og Kristoffur
Laksá sum næstformanni.
Samskifti havt
aðalfund
Hósdagin 12. juni var aðalfundur
í Samskifti. Allir nevndarlimirnir
stóðu fyri vali, og allir uttan Jan
Berg Jørgensen tóku við afturvali.
Nývald í nevndina varð Gunvá
við Keldu. Í nevndini sita sostatt
Niels Arge Galán, Michael Koba og
Gunvá við Keldu. Nevndin skipar
seg á næsta nevndarfundi.
Industriferia
Byggivinnan fer í summarfrí í viku
30-32. Sokallaða industriferian er
í ár løgd í viku 30-32, tað er frá
mánadegnum 21. juli til sunnudagin
10. august. Í hesum tíðarskeiði fer
ein stórur partur av byggivinnuni í
summarfrí, boðar Vinnuhúsið frá.
Hava lagt lønarkarmin
áttmálasamráðingarnar millum
arbeiðsgevararnar og arbeiðara
feløgini eru tær, sum leggja
støðið fyri, hvussu sáttmálarnir
hjá umleið 30 fakfeløgum fara
at síggja út. Soleiðis hevur verið
seinastu árini, og sambært
ársfrágreiðingini hjá Føroyar
Arbeiðsgevarafelag, so verður
tað eisini soleiðis í ár, hóast
handverararnir nú hava boðað frá, at teir góð
taka ikki hendan karmin, men fara at koma
við sínum egnu krøvum.
Í frágreiðingini skriva arbeiðsgevararnir,
at sáttmálasamráðingar við fakfeløgini er
týdningarmiklasta uppgávan hjá Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
– Nýggj samráðingarrunda byrjaði í mai
við samráðingunum við tey fimm arbeiðara
feløgini um sáttmálarnar, sum gingu út hin 1.
mai 2014.
– Semjan við arbeiðarafeløgini endaði við
einari hækking í lønum og øðrum ágóðum,
sum svarar til 1,98 prosent fyrsta árið og
2,25 prosent seinna árið. Hesar samráðingar
leggja karmin fyri allar samráðingarnar hjá
Føroya Arbeiðsgevarafelag í hesi samráð
ingarrunduni, sum verður liðug á heysti 2015,
skrivar Vinnuhúsið, sum er umsitingin hjá
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
– Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um,
at tað hevur eydnast at gera avtalu við sátt
málapartarnar um fráboðanarfreist í sam
bandi við møguligt verkfall.
– Hesir sáttmálar vóru teir fyrstu av teim
um tilsaman 40 sáttmálunum, sum Føroya
Arbeiðsgevarafelag hevur við løntakarafeløg
ini, skrivar Vinnuhúsið í ársfrágreiðingini.
– Inntil á heysti 2015, tá sáttmálin við
Føroysk Miðlafólk gongur út, verða samráð
ingar við hesi feløg so hvørt, sáttmálarnir
ganga út.
Fyrstu av hesum samráðingum vóru við
Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar
á landi, og var semja undirskrivað 23. mai við
somu lønarhækkingum sum sáttmálarnir við
arbeiðarafeløgini.
Eisini her varð avtala gjørd um fráboðanar
freist, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Miðlahúsið royndi at fáa eina viðmerking
frá Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum,
til útsøgnina frá Føroya Handverkarafelag um
at koma við sínum egnu lønarkrøvum, men
hon vil ikki gera viðmerkingar, tí hon vil ikki
samráðast í fjølmiðlunum, sigur hon.
S
1,98 prosent fyrr árið og 2,25 prosent seinna árið.
Tað er karmurin sum lagdur fyri lønarsamráðingar
Eirikur Lindenskov