mánadagur 7. juli 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 6
I
7. juli 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
bara í nógv minni skala. Og tá vit skulu loysa
trupulleikarnar og finna loysnirnar, kunnu
vit gera tað við nógv minni fólki, tí tað er
nógv skjótari og bíligari hjá okkum at koma
fram til tað, onnur skulu brúka nógv størri
orku og meira tilfeingi uppá. Tað er bara so
umráðandi, at tað er tað almenna, ið gongur
undan, tí tað er har, menningarmøguleikarnir
eru, sum so aftur kunnu koma restini av
vinnuni til góðar og gera, at tað breiðir seg
sum ringar í vatninum.
Kjartan hevur tosað seg heitan og tað
merkist væl, at hetta eru tankar, hann veru
liga brennir fyri og hevur hug til at fáa út. Og
tá hann rundar prátið av, verður hann eisini
verandi í tí sama og vísir á, at hann hevur
fulla trúgv uppá, at Føroyar kunnu gerast eitt
undangonguland innan KT, um bara hugurin
og viljin er til tað.
– Í Samteld gjørdu vit eina skipan til ÚS,
sum á øllum økjum var fult kappingarfør við
alt tað, sum danska SU hevði at arbeiða við,
men av tí at vit eru smærri, kundu vit gera
eina skipan, ið var so mikið nógv bíligari,
at skuldi hon verið gjørd niðri, hevði hon
kostað einar 15-20 ferðir so nógv. Tað sama er
galdandi fyri lønarskipanina, sum í dag um
situr allar lønir hjá landskassanum og onkrum
av størru kommununum, sigur hann.
– Eitt annað dømi um eina skipan, vit
saktans kunnu kappast um at bjóða øðrum,
er MínBoks, sum vit hava ment fyri eina upp
hædd, onnur og størri lond neyvan kunnu
kappast við, júst tí vit eru minni. Tað vísir seg
eisini, at longu nú eru fleiri lond áhugað í at
tosa nærri um samstarv innan júst hetta økið.
Skulu vera fremst
Kjartan Thomassen heldur, at eingin orsøk
er til at halda seg aftur, tá talan er um at gera
íløgur í KT, tí hesar verða sum oftast aftur
goldnar mestsum beinanvegin og tað fleirfalt.
– Ofta er tað so, at verður ein króna brúkt
upp á KT, rindar hon seg aftur millum 20 og
50 ferðir. Tí eru perspektivini at gera íløgur
í KT einastandandi, og Føroya land átti í
veruleikanum á hvørjum ári at sett eina tvey-
ella trýsiffraða upphædd av til upphæddir
í KT, so vit tann vegin kundu økt okkara
kappingarføri, sigur hann og vísir aftur á,
at hetta serliga átti at verið gjørt í teimum
førum, tá møguleikar eru hjá føroyskum KT-
fyritøkum at útflyta konseptini eru upplagdir.
– Eg síggi fyri mær, at ymsar skipanir, sum
í framtíðini verða mentar innan KT, kunnu
útflytast sum frálíður, og tað ger so aftur sítt
til, at váðin verður sera lítil, av tí at skipanin
longu frammanundan er roynd á heima
marknaðinum.
Hugburðurin til KT er nakað, Kjartan
Thomassen nevnir fleiri ferðir, og hann vísir
á, at íløguhugurin innan KT kemur ikki bara
av sær sjálvum, líka so lítið sum ær smáu fyri
tøkurnar fremja íløgurnar av sær sjálvum ella
KT-talgilding hendir av sær sjálvum.
– Allan vegin ígjøgnum er neyðugt, at tey,
sum eru í fremstu røð, seta út í kortið og siga,
hvønn veg tey ynskja, at Føroyar skulu flyta
seg. Og so er sjálvandi eisini neyðugt, at tey
síðani eisini gera neyðugu íløgurnar í ta kós,
hetta landið og samfelagið skal halda. Nú havi
eg fingið hetta starvið sum stjóri í Elektron,
og her síggi eg soleiðis upp á tað, at mín
leiklutur verður umvegis mítt starv at byggja
brýr millum tey, ið taka avgerðirnar, og KT-
vinnuna, sigur Kjartan Thomassen.
Og enn einaferð undirstrikar hann, at
hann hevur eina fasta trúgv uppá, at Føroyar
hava allar førleikar og eisini nógvar fyrimunir,
tá tað snýr seg um at hava framgongd innan
kunningartøkni og menning á økinum:
– Eg skal ikki siga, at vit í Føroyum eru
dugnaligari enn onnur, men av tí at vit hava
nógv styttri arbeiðsgongdir, gevur tað okkum
møguleika til á øllum økjum at vera minst
líka dugnalig sum onnur. Og tað er eitt mál,
sum eg haldi, at vit eiga at seta okkum, tí vit
kunnu saktans ganga undan, um tað er tað,
vit vilja.
Profilurin: Kjartan Thomassen
Tá vit skulu loysa trupulleikarnar og
finna loysnirnar, kunnu vit gera tað
við nógv minni fólki, tí tað er nógv
skjótari og bíligari hjá okkum at koma
fram til tað, onnur skulu brúka nógv
størri orku og meira tilfeingi uppá
Blá bók
Kjartan Thomassen er føddur í Klaksvík á bartalsmessu í 1951 og er giftur
við Frígerð Sundsskarð, somuleiðis úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar synir, sum
eru Mikkjal, Andras og Sjúrður, og munnu fleiri helst kennast við Mikkjal frá
fótbóltinum og Sjúrð frá hondinum. Og ítrótturin fyllir eisini heilt fitt hjá Kjartani,
sum síðani 2005 hevur sitið í nevndini hjá hondbóltsfelagnum Neistanum, harav
sum formaður síðani 2007. Tað er hansara frítíðarítriv, og hóast hann ásannar, at
tað fer við nógvari tíð, heldur hann tað vera stuttligt at kunna geva ungdóminum
nakað, og hann sigur tað eisini vera hugaligt at staðfesta, at tey ungu eru takksom
fyri tað, eisini um tey kanska ikki siga tað beinleiðis. Reint fakliga hevur Kjartan
drúgvar royndir frá føroysku KT-vinnuni, tí hann byrjaði á P/F Data afturi í
1971, har hann frá 1973 til 1985 var tekniskur leiðari. Í 1985 bleiv hann stjóri á
nýstovnaðu KT-fyritøkuni Samteld, sum Elektron keypti í 2007, og síðani tá hevur
hann verið tekniskur leiðari á Elektron, og hevur eisini virkað sum fyribilsstjóri
síðani 4. februar, til hann nú tók við starvinum sum Elektron-stjóri burturav.
Mynd: hilmar jan hansen