Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 nr. 6 I 7. juli 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Fiski- vinnuni tørvar visiónir ógvur peningur er í fiski­ vinnuni, og alt ov lítið verður brúkt til menning og nýhugsan. Politiskt verður at kalla øll orka løgd í at taka avgerðir um, hvør skal taka fiskin upp, og skipanin stuðlar upp undir, at so nógv tons verða fiskaði sum gjørligt og síðan seld óviðgjørd av landinum. Hetta eigur at kunna gerast betri og á ein hátt, sum í størri mun gagnar føroyska samfelagnum, heldur Janet Fríða Johannesen, sum er kandidat í mat­vøru við sergrein innan fiskivinnu. Fiskivinnan átti at verið grundarlag undir eini innovativari vinnu við nógvum av­ leiddum virksemi. Servitan innan sunnar mat­vørur, gourmet og fiskaoljur, alskyns háttir at nýta fisk upp á, eins og tilgongdir at virðis­økja fiskin, áttu at verið í hásæti. Heldur enn at hugsa um, hvussu nógv tons kunnu fiskast, áttu vit at hugsa um at fingið sum mest fyri fiskin, tá hann er komin upp á land, og hvussu vit sum samfelag fáa sum mest burtur­úr fiskivinnuni, heldur Janet Fríða Johannesen. Hon er ráðgevi í Atlanticon, men hevur eisini starvast í nógv ár innan fiski­ vinnuna og oljuvinnuna, millum annað sum for­maður fyri Føroya Fiskaaling frá 2001 - 2009. Fá størv innan menning Tá Janet Fríða Johannesen flutti til Føroya, sum nýútlærd bromatolog fyri 20 árum síðani, ímyndaði hon sær, at hon skuldi heim at arbeiða við menning av fiskavørum. Hon fekk starv innan góðskumenning á Fiskasøluni, men alt samfelagið lá lamið eftir kreppuna í 90’unum og góðar umstøður vóru ikki til menning tá. Tað hava tað tó verið síðan, men kortini er einki broytt. – Einki er hent í 20 ár. Alt ov fá størv innan vitan og menning eru í sambandi við fiskivinnuna, og tey flestu, sum hava eina kandidat­útbúgving innan matvørugóðsku starvast við matvørutrygd heldur enn menn­ing og nýskapan, sigur Janet Fríða Johannesen. Hon heldur ikki, at føroyska fiska­fram­leiðslan hevur flutt seg delite seinastu 20 árini, og tað er spell, tí nógvir møguleikar eru. – Vit framleiða so gott sum tær somu vørurnar í dag, sum fyri 20 árum síðani. Vit kunnu granska og gera royndir innan smakk, konsistens og feitt og vit kunnu menna vør­ una og betra um góðskuna heilt frá, hvussu fiskurin verður tikin upp úr sjónum, til hvørjar oljur kunnu brúkast til alt frá mat­ vørum til andlistkremir. Eingi mørk eru fyri, hvørjar avleiddar vinnur kunnu standast N Vit fáa alt ov lítið burtur úr fiskivinnuni. Okkara høvuðsvinna kundi havt ein hægri umsetning, verið nógv meira áhugaverd, og skapt nógv vitanarstørv, men vit vilja ov lítið við henni, heldur Janet Fríða Johannesen, ráðgevi hjá Atlanticon og fyrrverandi nevndarformaður í Føroya Fiskaaling Marjun Dalsgaard Fiskivinna framhald...