mánadagur 7. juli 2014síða 50
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
nr. 6
I
7. juli 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
ann er í dag 37 ára gamal, og
hevur staðið í einum køki
síðani hann var 11.
– Eg fór tíðliga út úr
skúlanum, og fór í læru
á einum matstað. Í veru
leikanum byrjaði eg longu sum
11 ára gamal sum uppvaskari,
og longu eitt ár seinni byrjaði
eg so smátt í køkinum,
sigur Jock Zonfrillo.
Hann er føddur og uppvaksin í Skotlandi,
nærri staðfest í Glasgow. Pápin er italiu
maður, meðan mamman er skotsk. Seinni
flutti hann til Australia, har hann hevur eina
matstovu.
– Talan er um tvær matstovur, onnur
nevnist Street-ADL, sum meiri er til tann
skjóta verðan, og so er ein onnur og fínari
matstova uppi á, ið nevnist Orana, sigur Jock
Zonfrillo.
Hann fór sum nevnt í læru í nøkur ár, og
fór síðani at arbeiða á Michelin matstovum,
inntil hann sum nevnt læt sína egnu matstovu
upp í býnum Adelaide.
Hetta við matsendingum á Discovery er
nakað heilt nýtt, og Zonfrillo fekk til uppgávu
at velja út 10 støð í heiminum, har ein
matsending skuldi gerast.
– Sum nevnt eri eg uppvaksin í Skotlandi,
og tí kendi eg til Føroyar framman undan,
sjávt um eg ongantíð áður hevi verið her.
Mín vitan um Føroyar gjørdi, at tað varð eitt
av støðunum, eg valdi út, og eitt annað eru
Hebridurnar, sum eg eisini kenni væl, sigur
Jock Zonfrillo.
Discovery setti seg so í samband við
fyritøkuna, Solea, hjá Elsu Mariu Olsen, at
fyriskipa túrin til Føroya, og valið fall rættiliga
náttúrligt á Suðuroynna.
– Tað var sum at koma heim at koma
til Suðuroyar. Landslagið var líka sum í
Skotlandi, og fólkini vóru eins fitt og blíð,
sum tú ert vanur við heimanífrá, sigur Jock
Zonfrillo.
Royndi alt
Í Suðuroynni var Jock við til at veiða bæði
fugl og fisk.
– Mær dámar væl at veiða, og eg eri vanur
við at skjóta vilini djór, men eg má siga, at
eg havi ongantíð roynt at fanga fugl við neti
áður, sigur Jock Zonfrillo.
Hann heldur tað vera ógvuliga hug-
takandi at vita í einum fleygasessi, væl
vitandi, at har hava føroyingar sitið í
hundraðtals árum.
– Tað er eisini við til at vísa á tað mentan,
sum hevur livað í hundraðtals ár í Føroyum.
Fyri meg var tað við blandaðum kenslum,
at eg skudi fanga og tilgera lunda, tí
einpápabeiggi mín brúkti 10 ár av sínum livi
at bjarga júst lundanum á einari oyggj út fyri
Skotlandi, sigur Jock Zonfrillo.
Oyggin var illa plága av rottu, og hon
hevði næstan útoytt lundastovnin á oynni. Tí
var tað, at hesin pápabeiggin setti sær fyri at
týna rottuna, og harvið bjarga lundanum.
– Men eg veit, hvussu stóran týdning
lundin hevur fyri føroyingar, og tí beit eg tað í
meg og gjørdi ein lundarætt í Vági, sigur Jock
Zonfrillo.
Hann sigur, at soleiðis gongur tað fyri seg
alla staðni í teimum 10 londunum, hann vitjar
í sambandi við matsendingarnar.
– Eg eri við til at veiða tað, ið veiðast skal
í øllum londunum, og soleiðis eigur tað eisini
at vera, sigur Jock Zonfrillo.
Hann fór av landinum aftur seinasta
mikudag, og tá gekk leiðin suður til Spania,
ið eisini er eitt av teimum 10 londunum, har
hann skal gera eina matsending.
Sterk mentan
Elsa Maria Olsen, ið eigur fyritøkuna Solea,
er systir til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í
almannamálum, og hana hevði Jock Zonfrillo
eisini møguleika at heilsa upp á.
– Hon var heilt líkatil og hevði bæði bein
ini fast plantað á jørðini. So tað var ein frægd
at heilsa upp á hana. Tá tú sær ráðharrar
i øðrum longum, so hava teir nøsina eitt
sindur upp í ský, men Annika Olsen var púra
náttúrlig, sigur Jock Zonfrillo.
Hann sigur, at føroyingar hava eina sterka
mentan, og partur av hesari mentan er
grindahvalurin.
– Tit hava dripið grind í øldir, og eg skilji,
hvussu stóran týdning tað hevur fyri tykkum.
Tað er eins og í Australia, har the aboriginals
– uppruna australiumenn – eisini hava loyvi
at drepa eitt nú skjaldbøkur og onnur djór,
sum vanlig hvít fólk ikki hava loyvi til, sigur
Jock Zonfrillo.
Tað er tí greitt, at ein av matskráðunum er
grindakjøt.
– Og eg havi eisini roynt at eti grind og
spik, tí eg haldi tað vera mína skyldu at royna
lokalu rættirnar, sum eg tilgeri, sigur Jock
Zonfrillo.
Honum líkar sera væl at gera mat, og
honum líkar eisini at gera sendingar um mat,
men honum líkar illa, at hesar sendingar fara
at gera hann meira kendan, enn hann framan
undan er.
– Tað er ein av óhepnu fylgjunum av at
gera hesar matsendingarnar, og eisini nakað,
eg fegin hevði verið fyri uttan. Men tað er ikki
alt ringt við at gerast kendur sum kokkur í
sjónvarpinum, sigur Jock Zonfrillo.
Hann vísir á stóra arbeiðið, sum Jamie
Oliver ger í køkinum.
– Hann hevur víst onglendingum á, hvussu
tú kanst gera góðan mat við vanligum tilfari.
Tað var komið hartil, at ungir onglendingar
duga ikki at gera mat, og har hjálpir Jamie
Oliver teimum, sigur Jock Zonfrillo.
Hann kennir væl Jamie Oliver, og sigur, at
hann er ein framúr maður.
– Hann er ógvuliga fittur, og hevur ongar
nykkir. Hann er ein framúr kokkur, sigur Jock
Zonfrillo.
Sendingarnar, sum Jock Zonfrillo nú ger
fyri Discovery, verða sendar eina fer milum
september og desember í ár.
Tað sigur heimskendi kokkurin, Jock Zonfrillo, um ferðina til Føroyar og Suðuroynna
í sambandi við eina matsending, hann ger fyri sjónvarpsrásina, Discovery
Leo Poulsen
Tað er sum at koma heim
H
– Tað var sum at koma heim at koma til
Suðuroyar. Landslagið var líka sum í Skotlandi,
og fólkini vóru eins fitt og blíð, sum tú ert
vanur við heimanífrá, sigur Jock Zonfrillo
Mynd: álvur haraldsen