Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Tað sum ikki skuldi henda, tá Út­ varp Føroya og Sjónvarp Føroya vórðu løgd saman, er hent. Vit hava fingið eina tunga almenna redak­ tión, og tað hevur skat tíð­ind­a­flutn­ ing­in í Føroyum. So bersøgin var fyrrverandi journ­al­ist­ur­in í Kringvarpinum og fyrr­verandi tíðindaleiðarin í sjón­ varpi­num, Høgni í Jákupsstovu, í tíð­inda­sendingini hjá Rás2 mána­ dag­in. Hann segði beinleiðis, at tað var ein feilur at leggja útvarpið og sjón­varpið saman í ein stovn, tí nú ligg­ur ein alemnn redaktión tungt á al­menna kjakinum og almenna tíð­ inda­flutninginum í Føroyum, og tað held­ur hann hevur skatt bæði tíð­ ind­a­flutningin og almenna kjakið í Før­oyum. Og rætt hevur hann. Vit vóru fleiri, sum vóru spent upp á at fáa ein sterkan almennan stovn, sum bæði fór at senda sjónvarp og útvarp, men í tveimum red­ak­ti­ ónum. Nógv fokus var á teir rakstr­ ar­fyri­minur, sum fólkið – skatt­ gjald­arin og eigarin – fór at fáa við hes­um nýggja tjóðarvarpi, sum heilt víst fór at hava tætt skott í­mill­um red­ak­ti­ón­ir­nar báðar, so fjøl­broytn­ ið kundi varðveitast. Men eisini her sviku politikarar og kring­varps­leiðsla. Í staðin fyri at tryggja Kringvarpinum figgjarligt grund­arlag, so valdu skiftandi ment­a­mál­a­ráð­harr­ar at brúka upp­sparda peningin hjá Útvarpi Før­oya til at fíggja undirskotið hjá sjón­var­p­i­num – og soleiðis fingu vit ta nagg­a­tóndn, sum Kringvarpið er í dag. Ein stovn, sum hevur eina redak­tión og eina tíðindarás, sum bæði verð­ur send í sjónvarpi og út­varpi. Tíð­ind­a­send­ing­arnar eru fækkaðar í tali og í vavi. Og púra respektleyst hevur Kringvarpið at kalla útihýst sjónvarpstíðindum um summarið. Hetta er spella, og vit mugu ásanna, eins og Høgni í Jákupsstovu, at tað var ein skeiv avgerð at leggja stovnarnar saman. Hann heldur, at vit eiga at skapa grundarlag fyri onkrum alternativti til Kringvarp Føroya, so vit kunnu varðveita almenna orðaskiftið við kvalitetsjournalistikki. Tað hevði sjálvandi verið ynskiligt, men tað er ikki júst haðar, vit eru ávegis, tíverri. At stig mugu takast fyri at bjarga føroyska miðlalandslagnum er eyðsæð. Høgni í Jákupsstovu skjýtur upp, at vit fáa onkran form fyri almennum stuðuli, so privatir miðlar kunnu skapa eitt alternativ til Kringvarpið. – So vit fáa eina tunga rødd, har fólk fáa pengar fyri at koma til arbeiðis at gera útvarp og sjónvarp – at gera journalistikk, segði hann. Vit heilsa øllum slíkum hug­skot­ um vælkomnum. Tað var skeivt at leggja útvarpið og sjónvarpið saman Mikukvøldið klokkan 20 verð­ur Norðstreymoyar Heima­virk­is­felag stovnað. Stovnandi aðalfundur hjá nýggja felagnum verður í Vekt­ar­búðini. Mong eru í Vestmanna og øki­num her um leiðir, sum virka vøru av góðari góðsku, men higartil hev­ur møguleiki einans ver­ið at selt vøruna til ár­ligu jóla­ sølu­na í bygd­ini. Við stovn­ an­ini av Norð­streym­oy­ar Heim­a­virk­is­fel­ag verð­u­r høvi at selja heima­virk­aða vøru í Vestmanna árið runt, sum limir felagsins lata inn, tað vil siga, at lim­ir­nir eiga hesar lutir, inntil teir eru seld­ir. Stigtakararnir siga, at tal­an er um eitt trivnaðar- og ment­an­ar­ligt átak, sum skal vera trivnaðinum í bygd­ini at frama. Sáttmálið er gjørd­ur um at leiga í­búð­ ina og handilin hjá Niels hjá John. Ætlanin er at hava café í íbúðini og at selja heima­virkaða vøru í gamla handl­i­num. Øll kunnu gerast limir í felag­num, og stigtakararnir vóna eisini, at áhugi er mill­ um limirnar at passa hand­ il­in og café’ina, so at hetta til­tak­ið verður veruleiki. Norðstreymoyar Heima­ virk­is­felag er áhugafelag burturav, tvs. at alt arbeiði verð­ur gjørt sjávboðið og ó­lønt. Stigtakararnir vóna, at nógv fólk koma á fundin í ann­að­kvøld. Heimavirkisfelag verður stovnað hava skatt fjølbroytni Væl­kom­ in á Vest­an­ stevnu kjak á síðu 10 Geva børnum aðr­ar av­ bjóðingar Tíðind á síðu 8-9 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tað sigur Jóna Danielsen úr Trong­isvági, sum mánadagin fekk bilin, ein spildurnýggjan Ren­ault Clio, sum hon vann í burt­ur­luting á Rás2. Umframt bil­in vann hon eisini ferð fyri fýra fólk við Norrønu til eina viku í Lalandia Billund. – Tað var snedugt, merk­i­ ligt, óveruligt, ja fantastiskt! Eg trúði ikki tí ikki, sigur Jóna Dan­ielsen úr Trongisvági, hepni vinnarin av bilinum og ferðini frá Rás 2. Hon sigur, at tey hava ein átta ára gamlan bil, sum nú kann skiftast út við henda spild­ur­nýggja Renault Clio, sum kostaði henni tað, sum sms-taksturin var fyri at senda inn til kappingina hjá Rás2. – Vit eru júst komin aftur úr Danmark. Vit vóru í Leg­o­ landi og sóu beint yvir á Lal­ an­d­ia. Men tað verður helst og strævið at fara av­stað­aft­ ur í ár, so vit fara at vita, um vit ikki kunnu goyma ferð­ina til næsta ár, segði Jóna Dan­ ielsen. Tað var umvegis ­tel­e­ fon­ina, at hon fekk boðini sunnu­dagin. – Eg helt, at onkru spældi býtt og gjørdi gjødlur við hes­um, segði Jóna Danielsen, beint eftir at hon fekk boðin sunnu­dagin, men eg gjørdist ov­ur­fegin, segði hon. Um gamla bilin segði hon sunn­u­dagin, at tey hava ein átta ára gamlan bil í bil­hús­ i­num, sum tey høvdu um­ hugsað koyra við, til hann ikki vildi meira. – Men nú hava vit so nýggj­an bil, so fyribils er ætl­anin ikki at selja hendan nýggja bilin, ið er komin í hús­ið, segði Jóna, sum næst­ an hevði gloymt, at hon hevði sent sms'in. – Miðlahúsinum ynskir Jónu Danielsen hjartaliga til lukku við vinninginum. Jóna vann: – Eg trúði tí ikki! Bilurin varð handaður hjá Berg Motors í Havn mánadagin. Martin Dam frá Smyril Line, Jóna Danielsen, hepni vinnarin, Axel Ljósheim, frá Berg Motors og Bergur Zachariasen frá Miðlahúsinum