Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Farstøðin fær av at vita Nú nýggja farstøðin á flogvøllinum í Vágum hevur verið opin í tríggjar vikur, hava nógv gjørt sær eina meining um hana – og skulu vit trúgva teimum, ið lata frætta frá sær á Facebook, er ilt at finna nakran nøgdan Hilmar Jan Hansen Serliga ilskast mong inná, at hóast tað í Føroyum er sið­ur, at fólk fylgja sínum av­stað og eisini koma á flog­ vøll­in eftir teimum, er hædd slett ikki tikin fyri hes­um í fyrireikingini av flog­havn­ ini. Í kafeteria, ið var høv­uðs­ rúm­ið í gomlu far­støð­ini, er í nýggju farstøðini sera lítið pláss, og har eru nøk­ur fá borð og einir 25-30 stól­ar. – Tað ber ikki til at gloyma øll tey, sum bara koma eftir fólki ella við fólki, tí tey leggja eisini pengar eftir seg á flogvøllinum. Nú ræður tað bara um at fáa øll inn í toll­fría handilin, hóast vit held­ur vilja sleppa at njóta ein kaffimunn saman við teim­um, ið eru við okkum, held­ur enn at fara inn at keypa tollfrítt. Og har inni fer forrestin heldur ikki so øgiligt pláss at seta seg nið­ur, sigur ein, ið júst hevur ferð­ ast um flogvøllin. – Vit føroyingar keypa held­ur ikki tað stóra av toll­ frí­um við okkum, tá vit fara av landinum, so hatta fer ikki at rigga. Skulu vit hava bíl­igt vín, fáa vit altíð okkurt bíl­ ig­ari, tá vit eru komin vegin fram, heldur enn at keypa tað við okkum úr Føroyum. Eg skilji ikki, at øll farstøðin er bygd rundan um alt tað toll­fría handilsvirksemið, tá tað slett ikki er tað, vit hava mest tørv á, tá vit koma á flog­vøllin. Onkur annar spyr eisini, hvussu skilið fer at vera, tá trýst­ið á farstøðina av álvara fer at merkjast, um mjørki darv­ar flúgvingin og trý flog­ før við 140 ferðafólkum skulu lenda innan fyri ein tíma, tí »tað er terminalurin slett ikki bygd­ur til«, sum sagt verður. Nýgg mentan Eitt ferðafólk, sum fyri tveim­ um vikum síðani hevur havt ør­indi á farstøðini, sóknast eis­ini eftir tí, ið áður merkti ferð­ingina um flogvøllin í Vág­um: – Hvar bleiv mentaliteturin av, at tú kundi seta seg niður, práta, keypa ein drekkamunn og so framvegis? Hildu tey, at ein flogvøllur bara skal vera er eitt stað, komast skal ígjøgnum, og at nú fóru tey ferðandi vónandi at brúka tíðina inni í tí toll­fría økinum? Hvat við ment­an­ ini við at fylgja og heinta og hugna sær, spyr hetta ferða­ fólki, ið týðiliga kennir seg fremm­ant, nú alt er broytt. At alt heldur ikki er lið­ugt enn, hóast farstøðin er lat­in upp, merkist eisini á fleiri av viðmerkingunum á Face­ book, har ein mamma skrivar so­leiðis: – Eg var fyri fyrstu ferð í tí nýggja terminalinum miku­dagin, og var tað eitt satt vónbrot fyri meg. Yngri son­urin fór til Danmarkar at ferðast og var eg og fylgdi honum. Næstan einki sitipláss, og har vóru seink­ ing­ar og okkurt flogfar var far­ið aftur til Bergen. So har bíð­aðu vit í heilar fýra tímar, og tá vit endiliga fingu eitt pláss at sita, kom ein málari og spurdi pent, um vit kunnu flyta okkum, tí hann skal inn í krókin at mála, skrivar ein kvinna á Facebook. Av øðrum, ið verður tikið fram, er kunningardiskurin, ið nú er »so væl krógvaður, at tey kundu latið finningarløn til tann, ið finnur hann«, sum ein speiskliga tekur til, og eisini verður tosað um bagasjubandið inni í komu­ høl­unum, sum bara tekur 40 kuff­ert, áðrenn tað steðgar upp av sær sjálvum, og onkur sig­ur seg hava upplivað, at fólk hava tveitt kuffert av bandinum í ein stóran trunka, fyri at fáa gongd í band­ið aftur. Tey, sum ikki stóðu klár at taka ímóti sínum kufferti, so hini ikki høvdu fyri neyðini at bíða – jú, tey vóru farin at keypa tollfrítt… hilmarjan@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Stjórin í Vága Floghavn held­ur, at tá so stórar broyt­ ingar verða gjørdar á einum flog­vølli, sum øll hava eina mein­ing um, eru tað altíð summi, sum eru glað, onnur eru minni glað og summi eru kanska eitt sindur óð. Hann sigur í samrøðu við Rás2, at tey hava roynt at nøkta tann tørvin, sum er, men at tey taka at­finn­ing­ ar­nar til sín og kanna eft­ir, hvørj­ar ábøtur kunnu ger­ ast. Jákup Sverri Kass vísir á, at farstøðin lat upp 17. juni og at tað greitt, at har eru snøkl­ar eftir, sum ikki eru komn­ir í rættlag, og tað er sjálv­andi harmiligt. – Alt er ikki liðugt enn, men hetta er eisini ein til­ venj­ingarspurningur – eis­ ini fyri okkum er hetta spild­urnýtt. Eitt, sum vit hava gjørt, er at bíleggja fleiri borð og stólar, so at tað verða fleiri sitipláss, og eis­ ini koma eini 150 park­er­ings­ pláss aftrat ein av næstu døg­unum, sigur hann. Samstundis vísir stjórin í Vága Floghavn á, at tey eru í ferð við at gera spæli­pláss á farstøðini. Tað var við í verkætlanini, men tað er ikki liðugt enn. – Og sjálv­ andi verða eisini ser­lig­ar mat­arskráir til børnini, legg­ ur hann aftrat. aki@sosialurin.fo Altíð nøkur misnøgd ella óð – Vit loysa trupulleikarnar, so hvørt teir vísa seg, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, nú atfinningarnar summastaðni eru heglaðar niður yvir nýggju farstøðina