Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Leygardagin var sann­ur hátíðardámur í Skop­un, har nógv fólk vórðu komin saman til kassa­bila­kapp­ koyr­ing, sum skipað varð fyri í Skopun hendan dagin. Tað vóru Kristvør og Ei­ vind Kolden í Skopun, sum høvdu fyriskipað dagin, sum eydn­aðist sera væl. Einir 20 kassabilar møttu, og tiltakið byrjaði niðri á bryggju­ni klokkan 14, og so varð farið í skrúðgongu niðan á Torgið við ánna, har fríðk­að var við pallmyndum og sølu. – Tiltakið hepnaðist sera væl, vit eru ógvuliga væl nøgd, sig­ur Kristvør Kolden, sum er stigtakari til tiltakið. Hugskotið spratt í Noreg – Hugskotið fingu vit á ferð í Noreg, tá elsti sonurin og eg sótu og prátaðu um hetta við kassabilum. Vit vistu, at onkrar kappingar onkun­tíð høvdu verið mill­um bygdir, og tí hildu vit, at tað kundi verið stuttligt at bjóðað børnum úr øllum landi­num til eitt slíkt tiltak í Skop­un, sigur hon. Aftan á, at tey høvdu kunn­gjørt hugskotið, frættu tey frá fleiri, sum kendu slík­ ar kappingar. – Fleiri hava eisini sagt við okkum, at tey kenna slíkt úr øðrum londum, sigur Krist­ vør Kolden. Tey, sum fylgja við barna­ rásini hjá DR, Ramasjang, ken­na helst eisini til líknandi kapp­ing, tey hava har. Nógvir bilar aðrastaðni frá Kristvør Kolden sigur, at hug­ skotið er at fáa børnini út at spæla, nú so nógvar aðrar elektron­iskar avbjóðingar eru í gerandisdegnum hjá børn­un­um. Tey eru ovfarin av undir­ tøkuni, sum tiltakið fekk. – Her komu bilar nógva­ staðni frá. Ikki bara úr bygd­ unum her í oynni, men eisini úr Havn, úr Kaldbak, úr Vestmanna og aðrastaðni frá við, so vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna. Tey høvdu eisini gjørt sera nógv burt­ ur­úr at fríðka bilarnar, sigur Krist­vør Kolden, sum sigur, at tað var júst endamálið við eisini at hava kapping um vakr­asta – ella mest kreativa – kassa­bilin. Stórir smádreingir Tað hevur merkt bygdarlívið í Skopun seinastu dagarnar, at nógvir bilar hava verið í gerð. – Her er onkur eldri mað­ ur, sum hevur gjørt onkrum bil, eisini eru ungdómar, sum hava hjálpt til at byggja bilar fyri tey yngru, og tað hevur verið stuttligt at sæð teir eldru dreingirnar hugna sær við bilunum um kvøldarnar, sig­ur hon. Til at kjósa vinnarar varð sett ein dómsnevnd, sum var mannað við Kristoffur Poul­ sen, Poul Fannar Mittelstein, Rógvi Olsen og Bjarti Olsen. Í sambandi við tiltakið gjørdu tey eisini eina heingi­ brúgv tvørtur um ánna. – Hetta er eisini gjørt fyri at hugna um og fyri at fáa økið meira vinaligt í sam­ bandi við spæl og hugna. Tað er trolvirkið Vónin, sum hevur latið tilfarið til brún­ na, sum menn í bygdini hava gjørt, sigur Kristvør Kolden. Ætlanin er so, at brúgvin verður tikin niðuraftur um vet­urin. Ø­kið við torgið við ánna er ætlað til at stimbra triv­nað­ in. Har stóðu eini stór hús, sum vórðu tikin niður fyri nøkrum árum síðani. – Vit hugsa okkum, at bygd­arfólkið ­kann hugna sær her við ymsum tiltøkum, sum til dømis grilling og øðr­ um tiltøkum. Fyri at lívga meira um økið he­v­ur Arbeiðskvinnufelagið latið borð og beinkir til økið. Umframt fyrireikararnar, so vórðu eisini onnur sum stuðl­aðu tiltakinum. Eitt nú Grót­virkið, sum hevur fingið nýggj­ar eigarar. Har høvdu tey opið hús hendan dagin. Bals­lev hevði latið teimum til­farið til húsaveggirnar á pall­myndum, sum settir vórðu upp á torginum. Vilja geva børnunum aðrar avbjóðingar Endamálið er at fáa børnini út at spæla í náttúruni, sigur Krist­vør Kolden, sum skipaði fyri kassa­bila­ kappkoyringini í Skopun leygardagin Í kassabilakappingini í Skopun leygardagin vórðu tríggjar virðislønir lætn­ar. Ein fyri tann skjót­asta – tann sum vann kapp­koyr­ ingina millum kassabilarnar í brekkuni oman móti torgi­ num við ánna. Her snúði tað sum at verða fyrstur um málstrikuna – uttan hjálp­ar­ fólk. Bilurin skuldi rulla við egn­ari ferð, uttan at nakar annars skumpaði. Hesa kappingina vann bil­ur­in hjá sjey ára gomlu Emmu Midjord. Við á lið­num hjá Emmu vóru Ragna Mid­ jord, 9 ár, og Klara Hentze, 10 ár. Næstskjótasta bil­in átti Óla Jákup. Saman við honum á liðnum var Johan Petur. Vakrasti kassabilurin bil­ur­in varð eisini kosin – ella tann kreativasti ella stutt­liga­s­ti, sum tað stóð í inn­bjóðingini. Hesa virðis­ løn vann 11 ára gamli Jónas Lindens­kov Schiller við sín­ um bili, sum varð út­gjørd­ur við lyktum, blunkljósum, radio og øðrum hentleikum – og sum hevði bilin hjá James Bond sum fyrimynd. Við á liðnum hjá Jónasi vóru Høgni Funding, 10 ár, og Dáv­ ur Juul, 11 ár. Tryggasta bilin átti Poul Fríði Mittelsetin, 10 ár. Við á liðnum hjá honum vóru Hilmar John, 11 ár og Jógvan Finn­ur 10 ár Skjótasti bilur vann ferða­steyp umframt heiðurs­merki. Vakrasti bilur og trygg­ asti bilur vunnu steyp og heiðurs­merki. Sagt varð í innbjóðingini, at børnini skulu sleppa at royna seg í kassabilum, sum tey sjálvi gera, men tað er ikki forboðið at fáa onkran vaksn­an at hjálpa sær. Treytirnar fyri at luttaka vóru hesar: · Fyri at luttaka má tú ha­va ein heimagjørdan kassa­bil uttan motor. · Hjálm á høvdið! · Bilurin má kunna stýra og helst bremsa · BERT 1 førari kann verða í bilinum tá ið kappkoyringin er · MAX: 6 persónar kunnu verða í hvørjum liði til hvønn bil. · Førarin í bilinum má verða ímillum 6 ár og 12 ár. · 1 persónur úr liðnum kann koyra ferð á, tá byrjað verður. Emma átti skjótasta kassabilin Jónas hevði tann vakrasta og Poul Fríði tann tryggasta Emma Midjord vann við skjótasta kassabilinum. Við henni á liðnum vóru Ragna Midjord og Klara Hentze Vakrasta bilin átti Jónas Lindenskov Schiller . Saman við honum á liðnum vóru Dávur Juul og Høgni Funding Næstskjótasta bil­in átti Óla Jákup. Saman við honum á liðnum var Johan Petur. Tryggasta bilin átti Poul Fríði Mittelsetin. Við á liðnum hjá honum vóru Hilmar John og Jógvan Finn­ur Kristvør Kolden, fyriskipari