týsdagur 8. juli 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað kom óvart á tey flestu, tá
tað um dagarnar var greitt,
at eingin skipað ullamóttøka
verður í ár. Átakið dettur nið
urfyri, hóast tey flestu eru á
einum máli um, at royndirnar
í fjør vóru góðar.
Árið
í
fjør
var
eitt
royndarár, og Búnaðargrunn
urin stuðlaði við stívliga
220.000 krónum.
– Vit átóku okkum uppgáv
una at standa fyri ullamót
tøku í fjør og høvdu vónað
og eisini ætlað, at átakið
kundi halda áfram í ár. Men
vit hava júst fingið noktandi
svar frá Búnaðargrunninum,
sum vit aftur hesaferð høvdu
søkt um stuðul til verkætl
anina, segrði Høgni í Stóru
stovu,
deildarleiðari
hjá
ALS, í samrøðu við Vinnuna
mánadagin.
Vinnan, sum er vinnu
blaðið hjá Sosialinum, hevði
mánadagin stórt tema um
føroysku ullina. Blaðið tosaði
við Arbeiðsloysisskipanina;
við hjúnini Karin og Árna
Brattaberg, sum síðani ár
2000 hava tikið ímóti um
leið helvtini av føroysku
ullini; við Búnaðarstovuna;
við røktingarmann og við
landsstýrismannin í land
búnaðarmálum.
Umrøðan gav eina greiða
mynd av eini rávøru, sum
allir partar ynskja at koma
til høldar, men sum eingin
eftir øllum at døma fær
bilbukt við. Tí er vandi fyri,
at føroyska ullin endar í
ovnunum á brennistøðun
um.
Eins og onnur, so sigur
stjórin í Búnaðargrunninum
seg harmast um at skipaða
innsavnanin av føroysku
ullini eftir øllum at døma er
dottin niðurfyri. Men Regin I.
Jakobsen vil ikki hava sitandi
á sær, at Búnaðargrunnurin
skal hava skyldina fyri tað.
– Búnaðargrunnurin hev
ur heimild at stuðla verk
ætlanum innan gransking
menning og nýbrot innan
landbúnaðin. Og tað var
eisini við hesum í huga, at
grunnurin í fjør var við at
seta ígongd arbeiðið at savna
inn ullina. Men grunnurin
gjørdi beinanvegin greitt, at
her var talan um eina ein
gangsupphædd, sigur Regin
I. Jakobsen.
Stjórin byrjaði í starvinum
1. mai í ár, og av givnum or
søkum var tað tí ikki hann
sjálvur, sum vegna grunnin
játtaði stuðulin í fjør. Men
sambært Regini I. Jakobsen
var Búnaðargrunnurin, eins
og fleiri onnur, rættuliga
spentur uppá hesa verkætlan
og hvussu langt hon kundi
bera.
– Men tað sum vit í Bún
aðargrunninum
síggja
er,
at man í ár ger neyvt tað
sama sum í fjør. Vit høvdu
ímyndað okkum, at man
staðfesti nøkur ting og lagaði
framleiðsluna soleiðis at hon
við tíðini gjørdist sjálvberandi.
Tá vit ikki síggja tað, so forðar
okkara regluverk okkum í at
halda fram við at stuðla verk
ætlanini, sigur Regin I. Jakob
sen.
Einki broytt
Sæð úr sjónarhorninum hjá
stjóranum í Búnaðargrunn
inum, so er einki broytt í
mun til í fjør. Ætlanin er
tvørturímóti at gera neyvt
tað sama sum í fjør.
– ALS hevði sum skilst
gjørt eitt rímiliga stórt fyri
reikingararbeiði,
áðrenn
verkætlanin fór av bakka
stokki í fjør. Og so hevur man
í umbúna at gera tað sama
aftur í ár. Tað kann vera mik
ið skilagott, men tá er Bún
aðargrunnurin ikki rætta
adressan at søkja um stuðul,
sigur Regin I. Jakobsen.
Harumframt sigur Bún
aðargrunnurin
seg
hava
fingið upplýst, at óansæð
stuðulin úr Búnaðargrunnin
um endar ullin ikki í føroysk
ari framleiðslu kortini.
– Vit hava fingið upplýst,
at um so er at grunnurin vil
stuðla verkætlanini við fimm
krónum fyri hvørt kilo av ull,
so verður úrslitið kortini, at
ullin verður seld av landinum
til ein enskan keypara fyri
tríggjar krónur kilo og kemur
tí ikki í føroyska framleiðslu,
sigur Regin I. Jakobsen og
heldur fram:
– Vit síggja als einki enda
mál í at vit sum ein føroyskur
búnaðargrunnur skal stuðla
eini verkætlan, har úrslitið
verður at ein enskur fram
leiðari fær føroyska ull til
keypt fyri lítið og lætt.
Tá tað er sagt, so vil Reg
in I. Jakobsen fegin leggja
afturat, at sæð úr sjónar
horninum hjá ALS kann tað
vera sera gott at skapa eitt
meiningsfult arbeiðstilboð,
har føroyska ullin verður
gagnnýtt.
– Men karmarnir fyri
Búnaðargrunnin loyva ikki
grunninum at vera stuðul
fyri slíkar verkætlanini, sigur
Regin I. Jakobsen.
Stjórin í Búnaðargrunn
inum heldur hinvegin, at
skal ein verkætlan við at
savna inn føroysku ullina
fáa almennan stuðul, so má
tann stuðulin koma úr lands
kassanum.
Regin I. Jakobsen sigur
seg skilja argumentið um,
at
Búnaðargrunnurin
er
sprottin úr føroyska land
búnaðinum og tí hevur eina
moralska skyldu at stuðla
undir landbúnaðin í Føroy
um.
– Jú, eg skilji sjónarmiðið,
og eg haldi eisini at Bún
aðargrunnurin livir upp til
hesa moralsku skyldu í dag.
Men eg loyvi mær at ivast í,
um Búnaðargrunnurin eisini
hevur moralska skyldu at liva
upp til, at enskir framleiðarar
av ullavørum fáa ull úr Før
oyum
at
framleiða
sína
vøru burturúr. Gera vit tað,
so handla vit í stríð við við
tøkurnar fyri grunnin, sigur
Regin I. Jakobsen.
Vit eru ikki ein
stuðulsgrunnur
– Tað er ringt at vera ósamdur í,
at ullin helst eigur at gagnnýtast.
Men vit hava ongar ábendingar
fingið um, at hendan vinnan
kemur at hvíla í sær sjálvum, og
tí er Búnaðargrunnurin skeiva
adressan at leita sær stuðul úr
aftur í ár, sigur Regin I. Jakobsen
FAKTA
Niðurstøða úr frágreiðing hjá ALS um
verkætlanina at savna inn, flokka og selja
føroyska ull:
Tað hevur eyðnast at fáa í lag samstørv við fleiri
viðkomandi áhugabólkar, sum allir hava tikið undir við
verkætlanini. Búnaðarstovan, Búnaðargrunnurin, IRF,
Almannaverkið umframt onnur hava staðið saman við ALS
og gjørt, at tað bar til at gera hesa verkætlan til veruleika.
Tað eyðnaðist at savna áleið somu nøgd av ull inn sum
undanfarin ár, og sum nakað nýtt hesaferð varð ullin skyld
í ymsar flokkar av dygd og liti, áðrenn hon varð pakkað.
Tað eyðnast at fáa fólk til verkætlanina, og fólkini, sum
hava tikið lut siga seg hava fingið nógv gott burturúr
verkætlanini. Sum nakað lutfalsliga nýtt hevur samstarv
verið millum Almannaverkið og ALS um at heita á fólk at
taka lut í verkætlanini, og tann parturin hevur virkað væl
og ber boð um, at samstørv av hesum slagi kunnu mennast
enn meira.
Størstu avbjóðingarnar við at savna inn ull eru, at
marknaðarprísurin er so lágur, at áhugin fyri at lata
ull er avmarkaður. Hevði Búnaðargrunnurin ikki latið
verkætlanini stuðul, hevði lítið og einki verið eftir at
latið teimum, sum lótu ull, eftir at útreiðslurnar vórðu
drignar frá inntøkunum frá sølu. Skal ull framhaldandi
verða savnað, skyld og pakka í Føroyum, er tí neyðugt við
onkrum slagi av stuðuli, tí peningaliga ber hetta seg ikki.
Ullaverkætlanin hevur kravt nógva tíð og orku av ALS,
og er áhugin fyri ullini so avmarkaður, sum hann hevur
víst seg at vera hesaferð, so er ivasamt, um ALS tekur
stig til verkætlan av hesum slag aftur í 2014. Um so
verður, so verður tað sannlíkt ein treyt, at okkurt slag av
peningaligum stuðuli verður latin eini slíkari verkætlan.
Burtursæð frá búskaparliga partinum eru vit á ALS væl
nøgd við verkætlanina og tey samstørv, sum eru sprottin
av henni.
Mynd: Kjartan Madsen