Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað verður borgarstjórin í Vága kommunu, Rósa Samuel­sen, sum fríggja­ kvøld­ið klokkan 19 fer at seta vestanstevnu, sum um viku­ skiftið verður hildin í Mið­ vági. Fyri setanina verður fest­lig karneval skrúðgonga við ítróttarfólki, reiðfólki, tón­leiki og fløggum, sum byrj­ar við kappróðrarneystið og end­ar við fótbóltsvøllin. Vestanstevna skiftir mill­um bygdirnar, Miðvág, Sanda­vág og Sørvág, og hóast tvær kommunur eru í Vágum, skiftir stevnan mill­ um allar tær tríggjar størru bygdirnar í oynni. Eisini seglskiparegatta Í ár er tað Miðvágur, sum eig­ur stevnuna, og næsta summ­ar verður stevnan hild­in í Sandavági. Um tvey ár eig­ur Sørvágur aftur tørn. Rósa Samuelsen sigur, at tey í Vága kommunu eru so heppin, at seglskiparegatta’in fer at koma til Miðvágs tað árið, tá vestanstevna er í Sør­ vági. Soleiðis verður antin vestan­stevna ella segl­skipa­ re­gatta hvørt summar í Vága kommunu. - Í fjør høvdu vit for­ kunnuga vitjan av regatta­ flotanum í Miðvági, sum kom úr Skopun. Hóast veðrið tarnaði teimum smærru deks­førunum og bátunum við vindi og vánaligum lík­ indum á sjónum, fingu vit kortini eitt serstakliga hugna­ligt kvøld í Miðvági við ymisk­um tiltøkum og góðum dansi. Hon heldur, at tað var sera hugnaligt at hava segl­ skiparegatta’ina á vitjan, og í Vága kommunu síggja tey fram til, at regatta’in aftur kem­ur til bygdar summarið, tá vestan­stevna aftur verður í Sørvági. Nærleiki og samanhald Vegna Vága kommunu er Rósa Samuelsen sera fegin um, at tað hevur eydnast stevnu­nevndini í Miðvági at skipa eina góða skrá við nógv­um forvitnisligum og spenn­andi tiltøkum. - Fleiri av hesum tiltøkum eru ókeypis, og tí eiga fólk ikki at halda seg aftur í at koma. Veðurvánirnar eru góð­ar, og tí er ikki at sita heima um vikuskiftið, tá vestan­stevna verður hildin. Vit vóna at síggja nógv fólk úr ymiskum heraðshornum í Miðvági. Rósa Samuelsen vísir á, at tað liggur eitt stórt sjálv­ boðið arbeiði aftan fyri øll stevnu­tiltøk, og tað eru nógv fólk, sum á ymiskan hátt taka tøk og leggja tíð og orku í eitt slíkt tiltak. - Endamálið við eini slíkari stevnu er ikki minst at skapa nær­leika og samanhald og at vísa, hvat okkara øki og kommu­na hevur at bjóða. Hon leggur aftrat, at fram­sýningin við heitinum Fólka­lívsmyndir, sum verður á fiskastykkinum úti á Bakka sunnudagin klokkan 18, eftir hennara tykki er sera áhuga­verd. - Hetta verður ein livandi fram­sýning, har menn, kvinn­ur og børn fara at breiða út fisk til turkingar á gamla fiska­stykkinum. Høvi verður eisini at vitja gamla neystaumhvørvið og síggja ein farra av fornari tíð. Rósa sigur, at áðrenn framsýningin Fólka­lívs­ myndir byrjar klokkan 18, verður frá klokkan 16 siglt úti á vánni við gomlu grinda­ bátunum, og eftir fram­ sýningina verður sligið í ring, sum hon tekur til. Veldugur týdningur Borgarstjórin í Vága kommu­ nu sigur, at hon í síni setan­ ar­røðu fer at leggja dent á tað stóra arbeiði, sum verður lagt í ymiskt ítróttarligt og mentan­arligt felagsvirksemi í kommununi. - Hetta er eitt arbeiði, sum hev­ur nógv størri týdning, enn vit til dagligt geva okk­ um far um. Tað byrjar longu í barnagørðum og heldur fram í skúlanum og í feløgum. Ein stórur partur av hesum er sjálvboðið arbeiði, sum ein hópur av fólki í kommununi - bæði ung, tilkomin og eldri - á ymiskan hátt standa aftan­ fyri. Rósa Samuelsen vísir á týdningin, tað hevur, at kommunan hevur góð­ar karm­ar um eitt nú barna­ garða­r, fólkaskúla, frítíðar-og mentan­artilboð annars. - Tað hevur stóran týdn­ ing, at børnini heilt frá ung­ um av kenna seg sum part av einum felagsskapi og bólki, og at tey ikki detta niður ímillum. Tað skal gerast náttúrligt fyri børn­ini at ganga til ítrótt og ymisk­ar aktivitetir, sum eru í øki­num. Hetta er gott fyri tey, bæði likamliga, men ikki minst soleiðis, at børn og ung kun­ nu kenna seg sum ein part av einum felagsskapi. Borgarstjórin sigur, at pláss skal vera fyri øllum í slík­um virksemi, og sjálvt veik­asta liðið í ketuni eigur sín náttúrliga og sjálvsagda rætt at vera partur av hesum felags­skapi. - Eg fari at bjóða øllum hjarta­liga vælkomnum á vestan­stevnu í Miðvági, her tað hevur eydnast stevnu­ fyri­reikarunum at skipa eina góða og fjølbroytta skrá, har nak­að er til øll at fara til, sig­ ur Rósa Samuelsen. Vælkomin á vestanstevnu í Miðvági - Pláss skal vera fyri øllum í ítróttarligum og ymiskum mentanarligum virksemi, og sjálvt veikasta liðið í ketuni eigur sín náttúrliga rætt at vera partur av einum felagsskapi. Tað sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri, sum fer at seta vestanstevnu. Hon bjóðar øllum vælkomnum til Miðvágs um vikuskiftið, har tað hevur eydnast stevnunevndini at skipa eina góða og fjølbroytta stevnuskrá, har nakað er til øll at fara til vestanstevna - Tað hevur stóran týdning, at børnini heilt frá ungum av kenna seg sum part av einum bólki og felagsskapi, og at tey ikki detta niður ímillum, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, sum fer at seta vestanstevnu fríggjakvøldið