hósdagur 10. juli 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Nógvar søgur høvdu gingið
leingi um, at tað gekk illa í
øki 1 í Heimatænastuni, tá
Almannaverkið setti eina
trivnaðar støðumetan í verk.
Kanningin setti økisleiðaran
í eitt so ringt ljós, at har var
einki annað at gera enn at
gera eina fráfaringaravtalu,
sigur forkvinnan hjá sjúkra
røktarfelagnum,
Óluva
í
Gong.
– Vit fingu tríggjar møgu
leikar: Eina fráfaringaravtalu,
eina uppsøgn og eina víðari
kanning av viðurskiftunum.
Fyri at tað ikki skuldi ganga
for hart útyvir økisleiðaran,
valdi felagið at gera eina frá
faringaravtalu fyri økisleið
aran.
– Eg eri vís í, at ein upp
søgn ikki hevði kunnað
grundast á kanningina, men
av ótta fyri, at tað skuldi
ganga ov hart útyvir økis
leiðaran, valdu vit at gera
eina fráfaringaravtalu, sigur
Óluva í Gong.
Hon heldur ikki, at manna
gongdin er virðulig. Um Al
mannaverkið tók ábyrgd,
høvdu tey antin havt eina
samrøðu við økisleiðaran um,
hvussu viðurskiftini kunnu
betrast, ella sagt hana upp.
– Øll vistu, at tingini ikki
vóru í lagi í Suðurstreymoy
arøkinum. Síður vóru skriv
aðar upp og niður um tað.
Tað nýtist ikki at gerast ein
støðumetan fyri at staðfesta,
at har vóru trupulleikar, sig
ur Óluva í Gong. Men har
vóru trupulleikar av nógvum
ymiskum orsøkum – ikki
bara leiðslutrupulleikar, og
tað hevur Almannaverkið
megnað at skava útyvir við
tí sokallaðu trivnaðarkann
ingini, heldur hon.
– Ístaðin fyri at taka
ábyrgd og tosa við økisleiðar
an, setti Almannaverkið eina
sonevnda trivnaðar støðu
metan í gongd, sum ikki kundi
annað enn at seta leiðaran í
eitt sera ringt ljós, og sostatt
fekk hon alla ábyrgdina, sigur
Óluva í Gong.
Óvanlig mannagongd
Forkvinnan
fyri
Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð
ingar sigur, at hon hevur
sent kanningina til fakfólk,
sum siga, at tað er óvanlig
mannagongd at gera eina tí
líka støðumetan, tá tú veit, at
trupulleikar eru.
– Hetta er ikki ein vanlig
mannagongd. Tað er vanligt
at gera eina støðumetan, um
tú vilt vita, hvussu tað gong
ur í eini fyritøku. Um tú veist,
at trupulleikar eru, er eingin
grund til at gera hana. So
verður hon bara brúkt til at
staðfesta nakað, sum tú veist
í frammanundanm sigur Ól
uva í Gong. Kanningin sigur
einki um onnur viðurskfiti,
sum
kunnu
lýsa
ymisk
viðurskifti á arbeiðsplássin
um, og tað er tað, sum hon er
ónøgd við.
– Tað er eingin ivi um,
at trupulleikar hava verið
í
Heimatænastuni,
men
tað eru nógvar orsøkir til
tess. Har hava verið spar
ingar framdar, økið er nið
urbrotið,
og
broytingar
eru alla tíðina í bygnaði og
arbeiðsviðurskiftum.
Tað
sigur seg sjálvt, at starvs
fólkini eru ónøgd í einari
tílíkari støðu, sigur Óluva í
Gong. Hon heldur, at mátin
Almannaverkið hevur av
greitt málið upp á, hevur
havt óneyðuga stórar per
sónligar avleiðingar fyri Ce
ciliu Vestureið.
– Vit kundu saktans sligi
nevan í borðið og sagt, at
hesum vilja vit ikki finna
okkum í, men tað fær alt ov
stórar persónligar avleiðing
ar. Tí valdu vit at gera eina
avtalu, sum fær hana út har
frá, sigur Óluva í Gong og
leggur aftrat:
– Hesin leiðarin var fáar
mánaðir,
áðrenn
hendan
kanningin varð sett í verk
róst av leiðsluni fyri at halda
fíggjarligu karmarnar. Áðr
enn tað vóru tveir leiðarar
sagdir úr starvið, tí tær ikki
megnaðu tað. Tá tú veit, at
tveir leiðarar eru koyrdir
til hús, tí teir ikki hava hild
ið búskjettið, er tað sum at
arbeiða við einum revolv
ara fyri pannuni. Tað ávirk
ar sjálvasagt arbeiðið, men
einki av hesum er blivið
kannað í tí sonvendu trivn
aðarkanningini, sigur Óluva
í Gong.
Hallur Thomsen, leiðari á
eldradeplium sigur, at hann
hevur álit á, at sálarfrøðing
urin Helgi Rasmussen veit,
hvat hann ger, og hevur ikki
nakra frágreiðing uppá, hví
tey hava valt hendan leistin.
Almannaverkið
vaskar hendur
Tað er ikki vanligt at seta eina støðumetan í verk, tá tú veit, at
trupulleikar eru á einum arbeiðsplássi. At Almannaverkið valdi at gera
tað í Heimatænastuni er tekin um, at tey vildu vaska hendur, sigur
forkvinnan í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong
Kanningin,
sum
upp
runaliga varð nevnd ein
trivnaðarkanning, er ein
sonevnd støðumetan og
byggir á eitt spurnarblað
við sjey spurningum, sum
er sent til øll starvfólk í
Suðurstreymoyarøkinum.
Úrslitið av kanningini eru
umleið 2 og ein hálv A4 síða,
har ein síða er innleiðingur,
ein er samandráttur og ein
niðurstøða á 8 reglur.
Her
stendur
millum
annað, at álitið til leiðsluna
er sera lítið millum starvs
fólkið, men at álitið á deild
arleiðararnar
”møguliga
kann bøtast um, um deild
arleiðararnir fáa ein leiðara,
sum tryggjar, at deildarl
eiðararna útfylla sína rollu
og funktión, sum skipanin
leggur upp til” og at:
”Søgurnar eru ein lemj
andi kritikkur av leiðsluni í
síni heild”.
Kann ikki skjalprógva
flýggjan
Uppleggið til kanningina er
søgurnar, sum hava ging
ið um vánaligan trivna í
Heimatænastuni, og um at
starvsfólk flýggja úr øki 1.
Hetta hevur kanningin tó
ikki kunnað skjalprógvað,
stendir í samandráttinum.
Her stendir:
”Uppáhaldið
um
at
starvsfólk flýggja úr øki 1,
havi eg ikki kunnað doku
menterað. Upplýst er at
ongar starvslýsingar hava
verið seinasta árið vegna
niðurskerjingar. Tá er tor
ført at konkludera at fólk
flýggja. Samstundis sær
blandingurin av starvsfólki,
sum hava verið leingi, miðal
leingi og stutt rímuligur og
skilagóður út.”
Millum
atfinngarnar
hjá starvsfólkunum er, at
leiðslan ikki tók tað í álv
ara,
tá
heimahjálpirnar
boðaðu frá tørvi hjá brúk
arum. Haraftrat verður øk
isleiðarin søgd ikki at virða
starvsfólkini, at tosa nið
ursetandi við og um starvs
fólk, halda monologar, ikki
duga at lurta, blanda seg
upp í alt og at taka fólk inn
til samrøðu, um tey eru sjúk
fyri at harta tey.
Fimti hvør óngødur
Kanningin vísir at 20 % av
starvfólkunum
siga
seg
trívast illa. Tað er fimta
hvørt starvsfólk, og sam
bært niðurstøðuni er hetta
í meira lagi, men ikki órógv
andi nógv.
Kanningin endurgevur
ikki viðurskiftini út í æsir,
og hetta er eitt etiskt væl,
skrivar sálarfrøðingurin í
innleiðingin. Hann kemur til
tað niðurstøðu at søgurnar
eru ein lemjandi kritikkur
av leiðsluni, og endurgevur
22 fyri at seg seg hava upp
livað rættleiðing harav 19
hava kent seg óvirðiliga við
farnan í hesum sambandi.
Tá tað kemur til søgur, siga
53 starvsfólk seg hava hoyrt
nakrar til fleiri søgur, sum
allar snúgva seg um vána
liga leiðslu har orð, sum
niðurgering og vanvirðing
av starvsfólki verða nevnd.
Fýra seg, at søgurnar
eru íspinn grundað á tær
neyðugu
niðurskerjingar
nar, sum hava verið seinastu
árini.
Trivnaðarstøðumetan
Sosialurin hevur fingið innlit
í trivnaðar støðumetanina,
sum førdi til, at økisleiðarin
í øki 1 fór frá.
Spurningarnar
í trivnaðarstøðumetingini
1) Hvussu leingi hevur tú arbeitt í øki 1
0-3 ár
3-6 ár
6 - meira enn 6 ár
2) Hvussu trívist tú í tínum starvi?
(0 er vánaligt og 10 sera gott)
3) Nevn trý viðurskifti í samstarvinum, sum
ger at tú fært hug at fara til arbeiðis
4) Nevn trý viðurskifti í samstarvinum, sum
ger at hugurin minkar at fara til arbeiðis
5) Hevur tú persónliga upplivað, at leiðslan hevur
álagt tær ikki at úttala teg um títt arbeiði?
6) Hevur tú fingið rættleiðing ella
átalu frá leiðslui í øki 1
7) Um ja, hevur tú í hesum sambandi persónliga kent
teg illa viðfarnan av leiðsluni?
Um ja hví?
Um nei hví?
– Eg eri vís í, at ein uppsøgn ikki hevði kunnað grundast á kanningina, men av ótta fyri, at tað skuldi
ganga ov hart útyvir økisleiðaran, valdu vit at gera eina fráfaringaravtalu, sigur Óluva í Gong.