hósdagur 10. juli 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 11. juli 2014
2
VIKUSKIFTI
Leygardagin verður á fyrsta sinni
skipað fyri einum konsertdegi á
Oyrabakka. Tónleikatiltakið hevur
fingið heitið Við Brúnna og fer
fram á økinum við Felagsskúlan,
Norðskála-Oyrar skúla og Eydnuna.
Oman fyri 15 føroyskir bólkar og
einstaklingar fara at framføra á
útipalli frá klokkan 15 leygardagin
og líka til klokkan 03 um náttina.
Eisini verður café tjald við livandi
tónleiki, dansur í Eydnuni og
felagssangur á skránni.
Á økinum eru ymiskir básar, við
ymiskum undirhaldi, har til ber at
keypa sær ein bita og okkurt leskandi
afturvið. Børnini verða heldur ikki
forsømd, tí eitt nú verður upplestur,
skemt, spøl og barnadiskotek til teir
yngry gestirnar á tónleikadegnum
við StreyminAnnað undirhald enn
tónleikur verður fyri børnum og
ungum m.a. upplestur, skemt,
spøl og barnadiskotek. – Málið
er at skapa eina góða uppliving
og eitt umhvørvi fyri ung sum
eldri, har tónleikur og hugni er í
hásæti, siga fyrireikararnir av tí
fyrsta Við Brúnna tiltakinum.
Adidas
Summar Cup
Leygardagin 12. juli 2014 verður stórur
fótbólts- og ítróttardagur í Tórshavn, tá
B36 skipar fyri Adidas Summar Cup fyri U6
til U16/U17. Allir luttakarar fáa eina flotta
Adidas t-shirt, luttøkuskjal, frukt og sunkist.
Samstundis sum møguleiki er at hugna sær
á event økinum, har tað verður hoppiborg,
blindafótbóltur, FIFA14 og so er eisini ókeypis
svimjing.
Leygardagin 12. Juli, Kl. 10.00
Matiné
í Havnar Kirkju
Leygardagin fer Helgi Breiner-Petersen
at spæla til matiné í Havnar kirkju saman
við floytuspælaranum Ib Westergaard.
Helgi hevur útbúgving frá Kgl. Danska
musikkonservatoriinum og hevur verið millum
annað verið organistur í Frederikssund kirkju
á Sjællandi. Helgi og Ib hava mynda donsk-
føroysku duoina Duo Di Chiesa, og høvdu fyrr
í ár konsert i Hans Egedes Kirke, har føroyska
kirkjuliðið í Keypmannhavn nú heldur til. Teir
báðir spæla lættan summarligan tónleik av
Bach, Händel, Grieg og improvisatiónir yvir
gomul føroysk sálmaløg.
Leygardagin 12. Juli, Kl. 11.30
Baðilandið
letur uppaftur
Leygardagin letur Klaksvíkar Svimjihøll og
harvið baðilandið uppaftur. Høllin hevur verið
verið stongd síðani oktober mánað, soleiðis at
ymsar umfatandi umvælingar kundu gerast.
Í sambandi við at svimjihøllin og baðilandið
lata upp aftur verður skipað fyri móttøku
klokkan 10, og klokkan 11 er høllin opin fyri
almenninginum. Nógv verður gjørt burturúr,
og eisini verður »høgguslokkurin« í tí stóra
hylinum.
Leygardagin 12. Juli, Kl. 10.00
Mentanarnátt
á Tvøroyri
Fríggjadagin 11.juli verður mentanarnátt
á Tvøroyri. Tað er Tvøroyrar kommuna,
ið stendur fyri mentanarnáttini. Fleiri
málningaframsýningar og aðrar framsýningar
eru á skránni, eins og ítróttarfeløgini skipa
fyri tiltøkum. Millum annað skipar TB
fyri uppboðssølu, meðan FSR skipar fyri
rógvikapping. Eisini er gjørligt at keypa
sær okkurt til matna ella eitt heimagjørt
plagg. Mentanarnáttin endar við stórdansi í
Klubbanum.
Fríggjadagin 11. juli
Konsertdagurin Við Brúnna
Summar redaktør: Rannvá G. Fossaberg, rannva@sosialurin.fo
Forsíðumynd: Álvur Haraldsen