hósdagur 10. juli 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 11. juli 2014
12
VIKUSKIFTI
Summarið
og Kári Olsen
Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Enda setningin...
Sól og hiti fáa meg at…
...verða í enn betri lag og síggja vakurleikan í øllum.
Yndisstaðið at halda frí á er…
...Í Føroyum havi eg ikki eitt yndisstað, men helst verða saman við familjuni.
Annars hava vit mangan verið í Skotlandi og ferðast. Skotland er, eftir
mínum tykki, eitt tað vakrasta landið at ferðast í.
Hetta summarið ætli eg mær…
...at halda nakrar summarvikur í Føroyum. Annars er ferðaseðil keyptur at
fara uttanlands um ólavsøkuna.
Tað er summar í Føroyum tá…
...ferðafólkaskipini síggjast aftur, og Matthew Workman sæst aftur á
klettunum.
Føroyska summarið…
...Er fantastiskt, tá veðrið er sum seinastu dagarnar. Tað finst neyvan betri.
Tá veðrið ikki er gott, plagi eg at…
...njóta tað.
Mær dámar best at…
...sita við einum góðum kaffimunni á altanuni og lurta eftir tónleiki.
Ein góðveðursdag eti eg…
...ís(ar).
Stevnurnar í Føroyum eru…
...pengamaskinur, sum eg ikki tími at fara til.
Fyri meg verður hæddarpunktið á summarinum…
...at vera meira um abbabørnini og at ferðast.
Mítt yndissummarhitt er…
...havi einki. Kann lurta eftir øllum
Besta summarferiuminnið er…
...um eg gloymi okkurt, er tað keðiligt, so eg taki ikki nakað fram um
nakað annað. Tó, fyri nøkrum árum síðan koyrdu konan og eg frá Thurso í
Skotlandi til Landsend í Onglandi. Ein fantastiskur biltúrur.
mynd: privat