mánadagur 14. juli 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Súsanna olsen
Kjak síða 21
Vit
standa
spyrjandi
Hanus vang
Kjak síða 21
Minn
isbrot úr
Írlandi
Herferðin hjá Sea Shepherd móti
Føroyum í sambandi við grindadráp
tykist ikki sørt ørkymlað. Tað er
týðuligt, at fólk eru komin til Før
oya, tí tey halda at vit so at siga dag
liga drepa grind.
Sambært seinastu útsøgnunum
hjá Paul Watson, so vil hann vera
við, at tað er ólógligt at drepa grind í
Føroyum. Hann roynir í sínum hirð
abrøvum til fjepparar sínar kring
heimin at fáa tey at halda, at Dan
mark varðar av grindadrápinum
í Føroyum, og prógvið er, at væl
vápnað donsk løgregla er í Føroy
um at verja grindadrápið móti Sea
Shepherd fólkum, sum hótta við at
leggja upp í drápið.
Tað hevur stóran týdning, at vit
í Føroyum ikki bakka fyri ósonnum
og ógrundaðum argumentum frá
hesum felagsskapi, sum sigur seg
vilja hvalunum væl. Gamaní hava
tey teirra fulla rætt at halda, at tað
skeivt av okkum at drepa grind.
Men tað er samstundis eitt faktum,
at føroyska grindaveiðan er burð
ardygg – mótsætt nógvari aðrari
veiðu, so hava vit hagtøl, sum ganga
fleiri hundrað ár aftur í tíðina –
ítøkjuliga heilt aftur til 1584.
Grindahvalastovnurin
verður
mettur at vera upp á gott 800.000
hval, og vit drepa – um vit taka
seinastu fýra árini – um 700 hval
í miðal um árið. Tað er minni enn
0,1 prosent av stovninum. Altjóða
hvalaveiðunevndin, IWC, krevur,
at veiðutrýstið ikki fer upp um tvey
prosent av stovninum. Føroyska
grindaveiðan liggur niðan fyri 0,1
prosent um árið. Tí kann tað argu
mentið ikki nýtast.
Stríðið hjá Sea Shepherd móti
føroyingum er tí ikki eitt erligt og
reiðiligt stríð.
Trumfurin hjá Paul Watson tyk
ist nú vera, at ES skal kroysta Dan
mark at steðga grindadrápi, tí tað er
í stríð við ES reglur.
Alt hetta vísir, hvussu illa grudað
herferðin hjá hesum felagsskapi er.
Vit eiga at vera errin av, at vit kunnu
gagnnýta tilfeingi úr havinum
burðardygt. Og vit skulu vera errin
av hesum rættindi av veiða mat og
sosialu nýtsluni av hesum livandi
tilfeingi í náttúruni, sum onnur
samfeløg í heiminum ikki hava.
Leiðarin hjá Sea Shepherd í Før
oyum fyrstu tíðina í summar var
pensjóneraður løgreglumaður í
USA. Tá heimland hansara dømir
yvir 100 fólk til deyða hvørt ár, so
kunnu vit spyrja, um prioriteringar
ikki koma í skeivari raðfylgju.
Vit skulu ikki smæðast og ikki
lúta fyri óreiðligum trýsti. Gamaní
skulu vit vera gestablíð, men gest
ablídni skal ikki røkka longur, enn
til eitt vist. Lógarbrot og fráboðað
og ætlað lógarbrot, skulu ikki góð
takast.
deyðarevsing og grindadráp
– Ætlanin var als ikki at turr
leggja allar føroyingar.
Tað staðfestir Pál Weihe,
formaður í Fólkaheilsuráð
num.
Tað vakt ein ans, tá ið
Fólkaheilsuráðið fyri eini
góðari viku síðani fór undir
eitt eitt átak við tí endamáli
at fáa fólk, sum drekka, at
hugsa seg um.
Tað gjørdi Fólkaheilsuráð
ið við at leggja ein alkohol
roknara á heimasíðuna har
tað ber til at seta inn, hvussu
nógv ein drekkur í eina viku,
og so sæst, hvussu nógv, tað
økir um vandan fyri at fáa
ávísar sjúkur.
Pál
Weihe
heldur,
at
summi hava misskilt enda
málið við hesum átakinum,
tú summi fóru at tosa um
alkoholikarar og onnur hildu
upp á, at nú ætlaði Pál Weihe
at turrleggja allar føroying
ar.
– Hetta er ikki eitt átak,
sum vendir sær til alko
holikarar, soleiðis, sum nøkur
kanska hava hildið, sigur Pál
Weihe.
Hann sigur, at hetta er eitt
átak, sum vendir sær til tey,
sum drekka nakað, uttan at
vera tað, vit skilja við mis
nýtarar.
– Hetta er eitt átak fyri tey,
sum drekka, men sum als ikki
føla seg sum alkoholikara
fyri tað, leggur formaðurin í
Fólkaheilsuráðnum afturat.
Hann sigur, at endamáli
er at fáa tey, sum drekka
at hugsa av álvara um sína
veruliga nýtslu.
– Tað eru nøkur sum hava
rúsdrekka sum eitt gerandis-
njótilsisevni, men spurning
urin er, um tey av álvara gera
sær greitt, hvussu nógv tað
í veruleikanunum verður til
av rúsdrekka tilsamans um
vikuna.
Samstundis hava vit sett
upp, hvussu nógv tað økir
um vandan fyri ávísum sjúk
um.
– Kanska verður úrslitið,
at vandin fyri onkrari sjúku
økist 50 prosent, ella okkurt
sovorðið, afturómóti hjá ein
um, sum ikki drekkur.
– Men tað er ikki sagt, at
viðkomandi stendur við øðr
um beininum í grøvini fyri
tað, tí vandin kann framman
undan verða ómetaliga lítil.
Pál Weihe sigur, at tað
kann væl vera at fólk, sum
kanna sína nýtslu, kortini
koma til tað niðurstøða, at tey
ikki vilja broyta nakað, tí rús
drekka gevur teimum so mik
ið stórt njótilsi, og so stóra
gleði, bæði mentanarliga og
sosialt, at tey kunnu saktans
liva við, at vandin fyri ávísum
sjúkum økist.
– Hetta var als ikki fyri
at leggja seg út í, hvussu
nógv fólk drekka. Hetta var
ikki ætlað sum ein gjellandi
trompet, men bara sum ein
stillførur boðskapur, sigur
Pál Weihe.
Ætlanin var als ikki at
turrleggja føroyingar
Í fjør vórðu 11 grindir hildnar
til í Føroyum, og tilsamans í
hesum 11 grindunum løgdu
1.104 hval beinini.
Tað eru heldur fleiri hval,
enn árini framanundan, tí í
2012 løgdu 713 hval beinini
í 12 grindum, í 2011 doyðu
726 hval í níggju grindum.
Í 2010 doygu 1.107 hval í 14
grindum og í 2009 doyðu
einans 310 hval í trimum
grindum.
Stovnurin av grinda
hvali er annars upp á um
leið 800.000 hval. Sambært
altjóða hvalaveiðunevndini,
IWC, krevur, at veiðutrýst
ið ikki fer upp um tvey
prosent. Føroyska veiðu
trýstið er um 0,1 prosent við
fráviki upp á 0,0 til 0,6 pro
sent, so veiðan av grinda
hvali hóttir ikki stovnin.
Føroysku hagtølini yvir
grindadráp
eru
millum
heimsins elstu veiðuhagtøl,
tí tey ganga heilt aftur til
1584. Samanhangandi hag
tøl eru frá 1709 og frameft
ir.
1.104 hval løgdu
beinini í fjør
Lógarbrot og planløgd
lógarbrot skulu ikki góðtakast
Nýggi mønustingarin verður her
brúktur í grindadrápi í Havn